– Hann staðfestir sín kærleika til mín, viðurkennir meg sum sín skapning

Soleiðis sigur Jákup E. Petersen, formaður í Landsungdómsnevndini um.

Hvønn dag, seinastu 39 dagarnar, hevur Heimamisssiónsungdómur lagt eitt sjónbandabrot út, har nøkur vers úr Markusar evangeliinum verða lisin. Og hvønn dag hevur tað verið ein nýggjur persónur, ið hevur lisið.

– Landsungdómsnevndin (LUN) tosaði saman, tá ið Korona byrjaði at avmarkað møguleikarnar at savnast til legurnar í Nesvík. Tosað var um, hvat ið kundi gerast fyri at hava okkurt, sum kundi vera savnandi fyri Heimamissiónsungdóm, sum jú eru spreidd út í flestu oyggjar og bygdir í landinum. Og her mugu vit ásanna, at alt ov lítið hevur verið gjørt á alnótini. Men hetta er so ein møguleiki.

At lesa Bíbliuna saman gjørdist summarhugskotið, sum ein daglig uppmuntring, nú man ikki slapp á legu. Soleiðis var tankin.

Hesar seinastu vikurnar hava tað verið nógv ymisk ung, ið hava lisið hvønn dag. Men hugskotið er ikki heilt nýtt.

– Hugskotið er sum so ikki genialt, vit lesa jú bara á netinum, eitt nýtt brot og andlit hvønn dagin. Og fólkini eru spurd og beinavegin kunnu vit siga, at nógv 100 onnur kundu verið spurd, men soleiðis er tað, tá ið man skal gera nakað við avmarkingum. Vit royndu tó at spyrja úti um landið, bæði kyn, ymsan aldur, tí HMU fevnir rímiliga breitt, uttan at seta aldur á. Ikki minst um man hyggur at netinum og hvør ið dámar og deilir uppsløgini, tí har eru bæði heilt ungir tannáringar og tilkomin fólk ímillum.

LES EISINI  HMU lesur bíbliuna: Dagur 9

Hugskotið er sum so tikið beinleiðis úr Danmark, har starvsfólk innan Indre Missions Unge hava lisið síðani korona byrjaði at herja og hava nú lisið fleiri Bíbliubøkur ígjøgnum greiðir Jákup frá.

Heimamissiónsungdómur heldur fram komandi dagarnar at lesa úr bíbliuni, men hví júst lesa úr bíbliuni?

– Tað er nokk ein djúp sannføring um, at Guð hevur talað til okkum menniskju gjøgnum tey orð, vit hava samlaði í Bíbliubókunum, har Markus er eitt tað knappasta av evangeliifrásøgnunum um Jesu orð, lív og gerning.

At Guð møtir mær gjøgnum sítt orð. Hann staðfestir sín kærleika til mín, viðurkennir meg sum sín skapning, men avdúkar eisini sundurbrotnu støðuna vegna synd og sína frelsandi bjarging í Jesusi, sum gav sítt lív, fyri at eg kann liva við honum nú og í ævir.

Tí er orðið so týdningarmikið at lesa og hoyra. Eitt skriftstað at enda við: Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn…Matt 7,24.

Hesi orðini hanga saman – hoyra og gera – tí tað er lætt at hoyra og ikki gera, sum tann fávitskuti gjørdi, men hin vitugi, klóki maðurin (konan) hoyrir og ger, sigur Jákup at enda.

LES EISINI  HMU lesur bíbliuna: Dagur 10

Til ber at lesa og síggja meir til Heimamissiónsungdóm á Facebook síðu teirra.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina