– Har sum tú fert, sig hvør tú ert

Vit hava hitt Sverra Steinhólm, sjúkrahús- og fongsulsprest. Í samrøðuni greiðir hann frá tíðini, tá hann vaks upp á Toftum í einum systkinaflokki uppá 11. Hann sigur eisini frá, tá hann sum ungur var til skips, men seinni gjørdi av at fara at lesa gudfrøði.

Mest kendur man Sverri í dag vera frá sínum dagliga virki sum prestur á Landssjúkrahúsinum og í arrestini í Mjørkadali, og hesum heilt serliga arbeiði greiðir hann eisini frá.

Orðini í yvirskriftini var ein áminning, sum pápi hansara, Sørin, legði Sverra eina við.

GG: Vit gera vart við, at ljóðið er heldur veikt á upptøkuni – haldið okkum til góðar! Næstu ferð stremba vit eftir betri ljóðdygd.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina