Har vóru nógvir einglar – og Birgir

– Eg burdi verið deyður ella sundurbrotin fleiri ferðir, men Guds hjálp hevur verið á staðnum, ella einglar hansara, og tí eri eg enn á lívi og nøkulunda heilur. Tað sigur Ingolf Johannesen, sum var  sjómaður í mong ár.

– Eg skal her siga frá eini av teimum mongu hendingunum, har Guds einglar, eisini sjónligir einglar vóru á staðnum við hjálp. Tað var í 1969, meðan eg var við Reynsatindi, og vit royndu við toskagørnum í Vesturgrønlandi.

Vit høvdu verið inni í Føroyingahavnini vegna óveður og høvdu tí øll gørnini á dekkinum, frammanfyri brúnna. Vit vóru í holtur við at seta, og eg og Birgir Nielsen høvdu til uppgávu at kasta steinarnar (søkkini) fyri borð. Allir standararnir lógu kveylaðir framvið lúnningini. Millum seinasta steinin á hvørjum trossa og varpið vóru umleið 20 metrar. Meðan teir metrarnir renna út, fór eg framum og stóð á endanum til næsta varpið, sum ikki skuldi renna út tá, og gjørdi klárt til, at varpið skuldi fara á tí trossa, vit beint tá settu, sigur Ingolf.

LES EISINI  Trygt at kenna hann, sum hjálpir og verjir

– Vit settu undan, og beint tá reið skipið av einum aldukambi og fekk nógva ferð. Tá stóð brádliga á endanum og varpið krøkti í næsta varpið, har eg stóð á kveylaða endanum. Endin surraði fast um beinini og tók meg av fótum. Eg varð drigin aftur eftir dekkinum við beinunum hægst aftaná báðum varpunum og aftur ímóti sliskuni, har flotini runnu út ígjøgnum. Tað hendi so skjótt, at eg fekk als einki gjørt. Í sliskuni vóru fleiri endar, tí tá vóru tvey vørp farin avstað í senn.

Birgir stóð næstur hjá mær, og hann leyp til við einum knívi og skar ein av endunum tvørtur av, og leysur varð eg. Hann kundi havt skorið ein av hinum endunum, og eg hevði farið fyri borð ella beinini kvettust av, sigur Ingolf.

Reynsatindur

– Har vóru óivað nógvir einglar og so Birgir, sum óivað eigur lívið í mær. Skiparin, Dánjal Petur Nielsen, sá tilburðin av brúnni og gjørdi eitt gallróp og royndi at bakka. Vit settu við umleið 5 míla ferð, so skipið var ikki til at steðga so beinan vegin. Tíbetur endaði alt væl. Vit settu liðugt, og eg hevði ikki ilt nakrastaðni og var róligur. Men reaktiónin kom, tá eg fór í koyggjuna og fór at hugsa um hendingina. Tá var ringt at sovna, sigur Ingolf Johannesen.

LES EISINI  Trygt at kenna hann, sum hjálpir og verjir
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina