Hava vit ábyrgd fyri syndini?

Augsburgska trúarjáttanin XIV: Hvønn leygardag gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007.

“Um hin fría viljan læra tey, at tann menniskjuligi viljin hevur eitt ávíst frælsi til at útinna eina samfelagsliga rættvísi og velja millum teir lutir, ið eru undirgivnir vit og skil. Men uttan Heilaga Andan er hann ikki mentur at fremja Guds rættvísi ella ta andaligu rættvísina, tí “eitt verðsligt menniskja tekur ikki ímóti tí, ið hoyrir Guds anda til”, 1. Kor. 2,14”
(úr 18. grein).
“Um atvold syndarinnar læra tey, at hóast Gud skapar og uppiheldur natúruni, er tó atvold syndarinnar vilji teirra óndu, djevulsins og teirra gudleysu. Hjálpir Gud honum ikki, tá vendir hann sær frá Gudi, sum Kristus sigur: “Tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna,” Jóh. 8,44” (19. grein).

Vit hava fyrr í hesi greinarøð nomið við læruna um syndina! Í dag fara vit so eitt sindur longur í dýpdina við hesum. Í fyrru greinini var útgangsstøðið upprunaliga syndin – arvasyndin! Í dag fara vit at hyggja at okkara ábyrgd í hesum.

Hellan

Hvat er tað innasta og mest upprunaliga hjá einum menniskja? Jú, tað má vera, at vit eru skapt í Guds mynd, og ikki at vit eru syndarar.

Vit eru skapt fullkomin, til at líkjast honum, og fyri at taka ta ábyrgd á okkum, sum hann hevur givið okkum.

Vit eru skapt við reinum kærleika, og til at vísa reinan, góðan kærleika. Hendan upprunan finna vit avleiðingar av á ymiskan hátt her í lívinum: Til dømis kærleikan millum foreldur og børn; ella kærleikan frá politikarum til fólkið og so framvegis. Men vit finna ikki annað enn spor av hesum í dag – ein skugga av Guds upprunaliga fullkomileika!

Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið, og soleiðis fer tað heldur ikki altíð at vera. Ein dag kemur Jesus aftur, fyri at føra øll síni heim í ævinleikan, har mista gudsmyndin aftur kemur at eyðkenna okkum. Men sum nú er, koma vit á hellu, um vit leita eftir fullkomna kærleikanum í okkara hjarta. Guds vilji og boð eru tey somu: “Tú skalt elska Harran Gud tín… og næsta tín, sum sjálvan teg!” Men her eydnast ikki hjá okkum; vit renna okkum í hesa ræðuligu helluna, sum einki menniskja kann spreingja burtur – og sum altíð forðar okkum at koma í Guds ríki.

Hendan hellan ger, at vit ikki eiga rættan gudsótta, at vit ikki hava rætt álit á Gudi, og at vit girnast tað, sum ikki er okkara.

Hendan hellan ger, at vit ikki kunnu blíva frelst og rættvísgjørd í egnari megi; vit hava brúk fyri einum frelsara! Ikki bert eini andaligari fyrimynd, men einum frelsara, sum fær hesa helluna burtur.

Og júst hetta hendi á Golgata krossi, tá Jesus doyði fyri alla heimsins skuld. Bíblian lovar okkum, at hvør tann, sum trýr hesum og verður doyptur, eigur part í hesi rættvísgering. Hvør tann, ið trýr og verður doyptur, hevur fingið sprongt helluna burtur, so at einki longur forðar fyri samfelagi við Gud.

Ábyrgdin

Hvør hevur ábyrgdina av, at vit synda? Dóttir mín hevur fleiri ferðir sett mær spurningin: “Babba, hví eru dumm ting til, um Gud hevur skapt alt?” Hvussu svarar tú eini sjey ára gamlari gentu, tá hon spyr soleiðis? Tí sannleikin er, at eg mangan sjálvur seti hendan spurning!

Bíblian knýtir synd, deyða og sjúkur saman! Men tað merkir ikki, at um ein verður sjúkur ella doyr, so er hann syndigari enn hini; nei, men av tí at syndin kom í heimin, so komu deyðin og sjúkurnar við! Vit hava fyrr verið inni á, at menniskjan valdi Gud frá! At menniskjan fall í synd!

Avleiðingin av tí má tí vera, at menniskjan sjálv hevur ábyrgd av tí støðu, vit nú eru í – nevniliga einum heimi, har deyðin er síðsta mál!

Men hetta svarið er alt ov lætt! Tí er Gud ikki almáttugur? Kann Gud ikki broyta støðuna?

Onkursvegna letur Gud heimin fara, sum hann fer! Her finst vist eingin eyðsædd og løtt loysn uppá hetta, men grundleggjandi og einfalda svarið er væl, at Gud ikki vil noyða nakran inn í Paradís! Gud elskar øll menniskju og vil hava øll í Paradís; men hann noyðir ongan; menniskjað má sjálvt taka ímóti tí gávu, sum Gud rættir okkum!

Gud brúkar soleiðis heimsstøðuna, sum hon er nú; og inn í henda syndiga heimin rættir Gud okkum sína frelsu! Inn í tann falna heimin kemur Gud við gleðiboðskapinum! Gud vil fría okkum frá bæði synd, deyða og sjúku; men hann ger tað upp á tann hátt, hann sjálvur hevur givið okkum!

Viljin

Altso, Gud letur heimin fara, sum hann fer! Vit liva enn við synd og deyða. Men tað merkir ikki, at vit ikki hava ábyrgd í hesum! Nei, vit hava sanniliga ábyrgd sjálv – hvør einstakur! Gud letur tað henda, ja, men vit fáa tað at henda! Vit synda, tí vit velja Guds vilja frá! Vit synda, tí vit í okkum sjálvum ikki megna at liva eftir Harrans lóg. Men av Guds náði kunnu vit verða hansara børn, um vit taka ímóti gleðiboðskapinum.

Okkara hjarta vil nógv gott: elska konu, vinir og børn! Arbeiða fyri friði og so framvegis. Men okkara hjarta vil ikki Gud! Tá ið tað kemur til Guds, velja vit heldur syndina! Vit velja Gud frá! Tí grundleggjandi ynskja vit sjálv at vera harrar í okkara lívi.

Tað merkir, at í okkum sjálvum kunnu vit ikki framelska trúnna; men av Guds náði mega vit trúgva – hann gevur styrki til tess!

Okkara vilji er so at siga trælbundin av syndini; men Gud vil loysa okkum úr hesum! Tað ger hann við gleðiboðskapinum!

 

Hvør vil lata lív sítt fyri meg?

Hvør vil lata lív sítt fyri meg?

Hvør vil lata lív sítt fyri meg?

Hvør vil bjarga mær, tá deyðin er á míni gátt?

Hvør vil lata lív sítt fyri meg?

/: Eg má hava ein frelsara við mær;

ein frelsara, deyðin ikki fær.

Á, sig, hvør kann broyta mína støðu,

so Gud kann játta: Tú ert mín! :/

Á, sig mær hvør kann!

Vilt tú lata lív títt fyri meg?

Vilt tú lata lív títt fyri meg?

Kanst tú opna deyðans portur?

Kanst tú geva lív?

Vilt tú lata lív títt fyri meg?

Eg má hava…

Varð tú sundurbrotin fyri meg?

Varð tú sundurbrotin fyri meg?

Doyði tú, so eg kann liva?

Elskaði tú so?

Varð tú sundurbrotin fyri meg?

/: Eg má hava teg Jesus Krist við mær.

Bjargað, so deyðin ei meg fær!

Tú ert tann einasti, sum frelsir,

so Gud kann játta: Tú ert mín! :/

Jesus bert tú.

/:  Eg prísi tær, Jesus,

hálovi tær, Jesus.

Kom, brenn títt navn inn í mítt hjarta,

so verðin sær, eg eri tín! :/

 

Torben S. Callesen. Jón Poulsen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina