Heilsan frá Grønlandstoyminum: Spennandi dagar í Nuuk

Vit hava frætt frá toyminum, sum í hesum døgum er í Grønlandi. Hetta er tíggjunda árið á rað, at vitjað verður í Nuuk:

So er túrurin hjá Grønlandstoyminum longu komin inn í seinna hálvleik. Nógv hevur verið á skránni, og nakað er eftir enn. Mikudagin vitjaði toymið Kofoedskole, har sangur, orð og hugnalig samvera var á skránni. Tey sungu eisini fyri okkum, og so var trummudansur.  Seinni um dagin sungu vit á sjúkrahúsinum, Sana.

Í dag hava vit verið við til grønlendska andakt á sjómansheiminum. Seinnapartin skulu vit í konfirmatión, vitja eitt barnaheim og syngja í fangahúsinum.

Restina av vikuni skulu vit millum annað hava andaktir á sjómansheiminum, vitja dagtilhald, barnaheim og á húsvitjanir. Møguliga verður eisini onkur sangløta í miðbýnum, og koma skip í havn, fáa tey eisini vitjan.

Nógv fólk eru at tosa við, bæði á sjómansheiminum, í býnum og niðri á havnalagnum. Fólk eru blíð, og móttøkan hevur verið sera góð. Dagarnir eru spennandi og innrammaðir í bøn morgun og kvøld. Veðrið er gott, og sólin skínur, og tí verður onkur fríløta nýtt at sóla sær í.

LES EISINI  Kenni meg kallaðan til Nuuk

Toymið takkar fyri forbøn – eisini fyri Grønlandi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina