Heimamissiónin fær tryggari og bíligari KT-rakstur

Alt KT-kervið hjá Heimamissiónini er dagført, so at raksturin framyvir er bæði bíligari og tryggari. Allar dátur hava verið hýstar á einum servara í Nesvík, sum eftirhondini er blivin bæði gamal og skirvisligur. Nú er alt flutt út á cloud-hýsing, umframt at Heimamissiónin hevur fingið non-profit góðkenning frá Microsoft, ið inniber eina sparing á 90% í ymsum KT-lisensum.

Gamli servarin í Nesvík var ótryggur og stóð til at ganga fyri. Á vári 2018 krasjaði servarin og eini 8 mánaðir av dátum blivu burtur til stóra ørkymlan hjá fleiri starvsfólkum. Talan var m.a. um alt fyrireikingartilfarið til summarlegurnar tað árið.

Hetta viðførdi stórar KT-útreiðslur tað árið fyri at bjarga dátum og fáa alt upp at koyra aftur. Nú er seinasta arbeiðið endiliga gjørt við at flyta alt yvir á tryggari nethýsing hjá Microsoft, og gamli servarin er nú tikin burtur.

Nýggja uppsetingin av KT-kervinum ger tað eisini lættari hjá starvsfólki hjá Heimamissiónini at avgreiða dagligar KT-uppgávur heldur enn at leiga KT-fólk inn at gera tað.

LES EISINI  Gamalt gull: Legurnar í Nesvík frá 1990’unum.

90% sparing í KT-lisensum

Í nakrar mánaðir hevur verið arbeitt við at fáa non-profit góðkenning frá Microsoft umvegis felagsskapin Techsoup Danmark. Techsoup er ein altjóða felagsskapur, ið gevur vælgerandi felagsskapum bíligari atgongd til tænastur og vørur frá stórum KT-fyritøkum so sum Microsoft, Adobe, Zoom, Tableau, Autodesk, Google v.m.

Fyri nøkrum vikum síðan kom svarið um, at Heimamissiónin er góðkent sum non-profit felagsskapur hjá Microsoft. Hetta viðførir eina stóra sparing á 90% fyri lisensir v.m.

Heimamissiónin hevur eini 20 brúkarar – lønt og frítíðarstarvsfólk – sum hava teldupost, Office forrit, trygdarforrit o.l. til sítt dagliga arbeiði. Hesin posturin hevur kostað áleið 28.000 kr/árið, men fer framyvir at kosta 2200 kr/árið. Talan er um serligan avsláttur, ið Microsoft gevur til góðkendar non-profit felagsskapir.

Betri tráðleyst net í Leguhúsinum

Arbeitt hevur eisini verið við at seta fleiri tráðleysar beinarar upp í Leguhúsinum. Nú er tráðleysa netið munandi betur runt um alt Leguhúsið, bæði á skrivstovunum og í nýggja bygninginum.

LES EISINI  Nú verður aftur 60+ dagur í Nesvík

Harafturat var alt netsambandið til Leguhúsið umlagt frá koparkaðali til tráðleyst 4G samband herfyri. Hetta ger, at internet sambandið í Leguhúsinum nú er nógv skjótari, og at tað nú er munandi betri arbeiðsumstøður fyri bæði, ið starvast fast í Nesvík og tey, ið brúka húsið til ymisk tiltøk.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina