Heimamissiónsforlagið verður uppraðfest

Heimamissiónsforlagið hevur í nógv ár útgivið og selt kristiligar bøkur, eitt nú á nethandlinum www.manna.fo. Seinastu 10 árini hevur útgávuvirksemi verið ein munandi minni partur enn áður, men nú verður gongd sett á hetta aftur.

Í hesum sambandi er Kristianna Johannesen, ið seinastu árini hevur starvast hálva tíð sum skrivstovufólk hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, farin upp í tíð og kemur framyvir at hava ábyrgd av at menna sølu- og útgávuvirksemi hjá Heimamissiónsforlagnum.

Uppraðfestingin inniber eitt nú, at vit vilja fáa meira lív í Heimamissiónsforlagið aftur – at fáa forlagsnevnd setta aftur, útgeva meira føroyskt tilfar, skapa áhuga fyri kristiligum lesnaði og vaksa um sølu av kristiligum bókum v.m. Forlagið selur nógvar góðan kristiligan lesnað á føroyskum, donskum og øðrum málum, ið hava evangeliserandi, andligan og uppbyggjandi týdning fyri ein hóp av fólki í Føroyum. Síðan forlagið varð stovnað, hevur forlagið eisini givið út hópin av góðum bókum á føroyskum.

Í fjør mintust vit, at tað eru 200 ár síðan sjøtul varð settur á at føroyska bíbliuna. Í dag hava vit fleiri bíbliutýðingar og stórt úrval av kristiligum bókum á okkara egna móðurmáli, ið hevur stóran týdning fyri okkara andligu og málsligu menning. Umframt at selja kristiligt bøkur innan alskyns evnir úr útlandinum, vilja vit eisini arbeiða fyri at týða og geva út meira tilfar á føroyskum.

LES EISINI  Nýggj strategi fyri felags-missiónsarbeiði – innbjóðing til arbeiðsfund í Nesvík

Hjálp okkum at breiða út Guds orð

Stórur partur av okkara arbeiði verður borin av gávum og føstum stuðlum. Fastar gávur hjálpa okkum enn betur at leggja okkara arbeiði til rættis longur fram í tíðina við einum tryggari rakstri. Tú kanst stovna eina fasta flyting ella geva eina eingangs gávu í egnum peningastovni við at flyta á eina av hesum kontum og viðmekja ‘gáva’:

  • BankNordik 6460-112.546.1
  • Betri Banki 9181-120.534.1
  • Norðoya Sparikassi 9865-100.186.2
  • Suðuroyar Sparikassi 9870-429.112.4
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina