Heimsins størsta hospitalsskip sína jomfrúferð

27. mai 2022 legði nýbygda hospitalskipið Global Mercy til bryggju í Dakar í Senegal, har tað skal á sína fyrstu missiónsferð til Vesturafrika at bera vón og grøðing.

Í samband við farsóttina hava alt og mong lág- og miðinntøkulond havt fylt sjúkrahús og alsamt minkandi atgongd til heilsuveitingar. Tað var tí ein trupul men neyðug avgerð at taka, tá Mercy Ships noyddist at fara frá Senegal fyrr enn ætlað í byrjanini av farsóttini, av tí, at tey sjálvbodnu vórðu kallað heim til teirra heimlond.

Minni enn sjey læknar til 100.000 fólk

Senegal hevur færri enn sjey læknar at viðgera hvørji 100.000 menniskju. Tí tók heimsfarsóttin ikki bert tilfeingið og dugnaligt fólk, men eisini vónina frá mongum sjúklingum. Tí hevur Mercy Ships verið í holt við at fremja hetta arbeiðið við teirra núverandi skipi, Africa Mercy síðan februar í 2022.


Tvey Mercy-skip í Afrika

”Mercy Ships hevur í mong ár sæð fram til hesa løtu, har okkara fyrsta og heimsins størsta sivila hospitalsskip loksins fer á sína fyrstu missiónsferð til Afrika. Hetta er byrjanin til komandi árini, har tvífalt so mong menniskju kunnu fáa lívgevandi hjálp frá báðum okkara skipum í Afrika. Hesi tíðindi geva fólki í túsundatali vón um eitt betri lív eftir eina skurðviðgerð, ið annars ikki hevði verið gjørlig,” sigur Vibeke Hauge Førrisdahl, ið er aðalskrivari hjá Mercy Ships Danmark.

Aftaná drúgva tíð við planlegging og samstarvi við stjórnina í Senegal kom Global Mercy loksins til havnina í Dakar 27. mai. Móttøkan á kaiøkinum varð livestroymað á Facebook sum liður í hátíðarhaldinum hjá Mercy Ships Africa.

  • Global Mercy
  • 174 m langt
  • 28,6 m breitt
  • 37.000 bruttotons
  • 7.000 m2
  • 12 dekk
  • 6 ným. skurðstovur
  • Salur v/682 setrum
  • Skúli
  • Miðnámsskúli
  • Bókasavn

Glaður heilsumálaráðharri

”Eg eri sannførdur um, at mangir senegalesarar umborð á sjúkrahúsinum fara at finna smílini fram aftur. Vit eru errin um at vera fyrsta landið, ið er vertur fyri Global Mercy. Tað er orsøkin til, at land okkara aktivt fyrireikar seg til, at heimsumfatandi miskunnsemi og mildleikin vitjar her, og eg veit, at tað verður ein stór veitsla. Íbúgvarnir gleða seg til hetta hátíðarhald, tí koman av skipinum og steðgurin har ber kærleika, álit og vón, til hetta land” sigur Abdoulaye Diouf Sarr, Vælferðar- og heilsumálaráðharri í tjóðveldinum, Senegal.

Um Mercy Ships

Me6rcy Ships varð grundað í 1978 út frá einum dreymi og eini visión um at senda út hospitalsskip til heimsins fátakastu lond, ið ikki sjálvi hava tilfeingi til tað. Mercy Ships arbeiðir harumframt langtíðarskipað við at byggja upp staðbundnu kreftirnar og fakfólk innan heilsuverkið í teimum tjóðum, tey vitja.

Hospitalsskipini eru mannað við sjálvbodnum úr fleiri enn 50 ymsum londum – millum annað úr Danmark. Mercy Ships hevur tvey tey størstu sivilu hospitalsskipini: Africa Mercy, ið er gamle stórabeltsferjan, Dronning Ingrid, og nýggja hospitalsskipið, Global Mercy.
Udfordringen: Bodil lanting

Søgan um tvíburasystrarnar kann lesast í aðrari grein ella við at trýsta á leinkjuna her undir ella aðrar rørandi søgur, har mannalagnur eru broyttar

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina