Søgan um tvíburarnar

Høgt uppi í fjallalendinum í Kamerun, nevnt Manengouba fjøllini, í einum grýtutum lendi við gróðramiklum grønum fløtum, liggur vakra bygdin Bororos. Har búgva tvíburasystrarnar Salamatou og Mariama. Tær høvdu ongantíð verið aðrastaðni enn í hesi bygd, tí tær kundu ikki fara nakrastaðni vegna brek teirra. Tær høvdu snarað bein.

Tvíburasystrarnar vóru ikki førar at taka ímóti tí rætta styrkjandi og sunna matinum, sum tær høvdu tørv at fáa hesi týðandi árini, tá beinagrind teirra varð ment. Uttan at hava sterk bein, so gjørdi trýstið á bein teirra, tá tær gingu, at beinini vuksu skeivt og gjørdi, at tvíburarnir mentu eina sjúku, nevnda Valgus.

Vegna snaraðu bein teirra var tað ikki lætt hjá teimum at ganga í skúla og tí koma tær bert sjáldan í skúla. Manglandi evnini at fáa atgongd til skurðviðgerð merkti, at Salamatou og Mariama noyddust at læra at liva við hesi støðu restina av teirra lívi.

“Eg kendi eina nívandi rødd innaní mær, at eg ikki hevði pening nokk til at leiða tær til sjúkrahúsið,” minnist mamma teirra, Mymoona. Eg stúrdi fyri teimum og framtíð teirra. Um eg ikki nú gjørdi okkurt, ja, so visti eg, at tær fóru at fáa tað strævið.”

Fyri stuttum hoyrdi maður hennara, Debo um Mercy Ships, sum skuldi koma, og hann leiddi tí genturnar oman av fjallinum á hestbaki og út móti havinum. Tær vóru takksamar fyri at hava hvønn annan hesa longu ferð, tá tær loksins náddu hjálparskipið, Africa Mercy hjá Mercy Ship, eitt skip, tær bert høvdu hoyrt ymsar søgur um. Tær nærum eins støðurnar og avbjóðingarnar hjá tvíburunum gjørdi, at familjan betur kundi vera saman aftaná, at tú vart góðkendur til skurðviðgerð. Við familjuni lið um lið byrjaðu Salamatou og Mariama at anda i seg nýggja umhvørvið og at fyrireika skurðviðgerðina til tvíburarnar, sum skuldi koma at broyta teirra lív fyri altíð.

Fyrsta dagin eftir skurðviðgerðina var Salamatou longu komin tíðliga á føtur og gekk nú um og eggjaði systir síni til eisini at royna at ganga, sum var sannførd um, at bein hennara ikki var í gipsinum.

Áðrenn skurðviðgerðina
Aftaná skurðviðgerðina

Undir venjingunum í uppafturvenjingini lærdu foreldur teirra um týdningin av rættari føði. Føðslufrøðingurin á skipinum gav teimum virðismiklar upplýsingar um heilsugóðan mat, áðrenn tey sendu familjuna avstað aftur við hópin av vitaminum fyri at skunda undir grøðingina hjá gentunum.

Salamatou og Mariama vendu aftur til Bororos við útrættaðum beinum! Og Debo og Mymoona vendu aftur klár at luta við hini tað, tey høvdu lært um sunnan og heilsugóðan mat, meðan tey vóru umborð á skipinum hjá Mercy Ships, Africa Mercy.

“Leiðin oman eftir fjallasíðunum var ov nógv hjá tvíburunum at klára fyrr, og eg trúði, tær aldri fóru at kunna klára túrin niður. Lív teirra er munandi betri nú enn tað var fyrr, segði Debo. “Nú er tað gjørligt hjá teimum sjálvar at koma í skúlan og at nema sær eina útbúgving. Fyrr var eg stúrin í hjarta mínum um familju mína, men nú eri eg sera glað.” Sigur mamman at enda.

Umborð á skipinum hjá Mercy Ship. Ein spent og glað mamma.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina