Hevur tú hug at gista í Suðri?

Vikuskiftið 11.-13. november eru øll í Heimamissiónini vælkomin við til Suðuroyar til tiltakið “Heimamissiónin á ferð”. Jørgen Frantz Andreasen, sum samskipar tiltakið, greiðir frá, at tey hava fingið avtalu við “Húsi við Á” í Porkeri um, at fólk kunnu gista har.

Fyri at vita, um húsið skal bíleggjast, so er neyðugt at vita, hvussu nógv fólk ætla sær at gista har. Tilber at melda seg við at senda teldupost til info@mission.fo ella við at ringja á 470000.

Hóast túrurin bert er eina viku eftir Stórmøtini á Skála, so er vónin, at nógv fólk hava hug at brúka vikuskiftið saman við vinum og kenningum í Suðri. Væntandi verður talan um eitt gott vikuskifti, har luttakararnir fáa møguleika at njóta felagsskapin og at vera saman um Guds orð.

LES EISINI  Hann gevur kærleik, hann gevur lív
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina