Hevur tú kall at umseta ella framleiða nýtt tilfar?

Í Harrans víngarði er brúk fyri nógvum, ymiskum arbeiðsmonnum. Á Trúboðanum hava vit t.d. beint nú brúk fyri fólki, sum kunnu umseta greinar til føroyskt ella skriva nýggjar greinar um kristinlívið, soleiðis sum tað verður livað heima við hús og í og út frá kirkjum og missiónshúsum.

Vit hava longu fleiri dugnaligar umsetarar, men vit hava tørv á enn fleiri, sigur Carsten Fonsdal Mikkelsen frá Trúboðanum. – Tað eru nógvar, góðar greinar á t.d. donskum, norskum og enskum, og tí vilja vit fegin kalla teg, sum hevur fingið gávur til at skriva føroyskt til tænastu sum umsetari, soleiðis at vit eisini kunnu breiða Guds signingar út á føroyskum á Trúboðanum.

– Umframt at duga at skriva føroyskt, so hevur tað týdning, at tú kennir málið, sum umsett verður úr, sigur Carsten Fonsdal Mikkelsen, og leggur afturat, at tað er ikki neyðugt at duga øll trý málini fyri at vera við til at hjálpa. Tað ber væl til at velja einans at umseta úr t.d. donskum, um førleikarnir serliga eru til tað.

LES EISINI  Føroysk sunnudagsskúlabørn sent 70.000 krónur til Sat-7 Kids

– Samstundis er tørvur á, at fleiri taka kallið til sín, um at tæna í Guds ríki við at framleiða nýtt tilfar til Trúboðan. Tað kunnu vera greinar, bloggar, andaktir ella annað, sum lýsir lívið saman við Gudi ella tekur støði í bíbilskum virðum. Hvør einstakur hevur fult frælsi at velja, um tilfarið er skrivligt, ella sum podkast ella video, tí Trúboðin hevur útgerð til at framleiða bæði podkast og video.

Hóast missión á netinum hevur meira enn 20 ár á baki, so er tað framvegis lutfalsliga nýtt hjá fleiri kristnum, at vera virkin partur av hesum arbeiði. Tí kunnu summi ivast, hvussu tey skulu fara í gongd. Men Carsten Fonsdal Mikkelsen leggur dent á, at fólk altíð eru vælkomin at venda sær til hansara, um tey hava eitt hugskot, ella bara hevur brúk fyri íblástri til, hvussu man kann byrja.

Um Harrin kallar teg til tænastu sum umsetari ella at framleiða tilfar, so ert tú vælkomin at venda tær til Carsten á carsten@mission.fo

LES EISINI  Hvussu náa vit tey ónáddu?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina