Hin ivandi skal koma til Jesus

Ivi kann hava ymiskt skap: Ivi um egna trúgv, ivin, um kristindómurin er sannur ella tann nýggja fatanin av iva, har ongin í veruleikanum kann vita um nakað sum helst við vissu.

Cand.Theol. Leif Andersen
“Í veruleikanum hevur tað ikki so avgerandi týdning, hvussu ivin uppførir seg. Sama hvussu troyttandi, hann er, so er spurningurin meir um, hvagar ivin leiðir okkum”, sigur Leif og staðfestir, at tað snýr seg um at koma til Kristus við og í sínum iva.

Tann 69 ára gamli lektarin í praktiskari gudfrøði frá MF tosar av royndum, tá ivin við hansara egnu orðum, hevur verið ein støðug marra í lívi sínum sum kristin.

Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.
Jóh.6,37



Men eg havi eitt lívsorð, sum eg altíð og allar dagar havi hildið fast um, nevniliga lyfti jesu um, “Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.” Jóh.6,37 Tað er ongin treyt, at tú skalt koma við so og so nógvari sannføring og ávísar kenslur.”

Leif nevnir 3 ivamenn úr Bíbliuni, ið allir fingu at uppliva, at Jesus ikki vísti teimum frá sær, tá teir komu til hansara við teirra iva: Job, Jóhannes doyparin og lærusveinur Jesu, Tummas. “Í grundini sigur Jesus um Jóhannes doyparan, at av kvinnuføddum er eingin størri enn Jóhannes, júst tí hann fer til Jesus við sínum iva.”

Ivi kann bjarga frá fariseiskum fullvísi
Leif sigur, at hin kristni ivin altíð ynskir at leita fram og finna vissuna mótsett tí køldu mistrúnni, har tú ert nøgdur við, hvussu tú hevur tað og í grundini ikki ynskir nakra broyting.

“Kristni ivin leitar altíð eftir vissuni, ið ikki er tað sama sum fullvísi, men tú má í roynd og veru gott vita, at tú ert frelstur.” Sigur Leif og sipar til 1.Jóh.5,13, har tað stendur: “… fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, …”

Lektarin heldur fram og sigur, at ivin í roynd og veru kann bjarga einum mannalívi frá fariseiskari fullvissu. Sálmaskaldini, Kingo og Brorson nýttu báðir hugtøkini, “Forbannaða fullvissa” um ta støðu, har tú ikki ynskir nakra broyting og ikki leitar eftir vissu.”

Víðari greiðir hann frá, at fólk í okkara tíð hata fulla vissu og ikki duga at síggja mun millum hesa og so eina sunna vissu. “Tað merkir so eisini, at fólk óttast meira vissuna enn ivan. Ivin hevur fingið grønt ljós í so stóran mun, at ivin nærum verður dyrkaður og fagnaður. Men, um vit fagna ivanum, sama, hvat hann snýr seg um, ja, so siga vit eisini, at tað, vit ivast um, í grundini ikki hevur tann stóra týdningin fyri okkum.”

Stutt verk í ryggin ella áhaldandi marra
“Men hvat er tá at taka til, tá ivin rakar okkum?” hugsar Leif víðari.

“Ja, tað er individuelt, men fyri einhvønn okkara inniber tað bøn. Høvuðsluturin i hesum er at leita sær til Jesus”, svarar Leif Andersen sjálvur. Hann er sannførdur um, at øll menniskju ivast, men nøkur okkara hava ta trúarinnar náðigávu, sum ger, at tey sjáldan ivast, og um tey so gera tað, so fáa tey ikki serliga ilt av hesum, er bert sum eitt slag av stuttum verki í rygginum, meðan tað hjá øðrum gerst ein áhaldandi marra, sigur hann og nevnir seg sjálvan sum dømi um tað seinna. “Mín trúgv er eitt áhaldandi “knarr til Kristus”.

Leif leggur dent á, at vónloysi ongantíð má enda í einum uppgevandi áskoðan og vantandi vón. “Sum kristin menniskju eru vit enn ávegis, men vi trilva ikki í myrkri uttan mið og mál. Vit vita, at vit eru ávegis móti Kristi, hóast vit kanska ivast í, um hetta er satt”.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina