Aftur til forsíðu

Hvat er ein náðigáva?

Hvat er ein náðigáva?

Orðið “náðigáva” merkir ein gáva, sum er givin av náði. Hetta eru ókeypis gávur, sum Gud gevur teimum, sum trúgva á hann, tí at hann elskar okkum. Hesar gávur eru ikki nakað, sum vit skulu gera okkum fortjent til, men gávur givnar av náði.

Tann størsta av øllum náðigávunum er frelsan, sum verður givin okkum í Jesusi.

Róm 6, 23: Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.

Gud brúkar øll trúgvandi í síni tænastu. Vit eru hansara likam á jørð – hansara armar og bein, hendur og føtur. Vit eru kallaði til at fortelja okkara næsta um Jesus, og at elska okkara næsta sum okkum sjálvi. Hetta er ikki nakað, sum vit megna í okkum sjálvum. Heilagur Andi býr í øllum teimum, sum eru doypt og trúgva á Jesus, og hann gevur okkum serstakar gávur til virka fyri seg. Trúgvin er ein av hesum náðigávum, og tí hava øll trúgvandi fingið í minsta lagi eina náðigávu.

LES EISINI  Bíbliatími: Bøn fyri sjúkum og grøðing

Gud brúkar okkum ymiskt og í ymiskum tænastum, og tí hava vit eisini fingið ymiskar náðigávur.

Tey kendastu støðini, har náðigávur verða nevndar í Bíbliuni eru Róm 12; 1. Kor 12-14 og Ef. 4, 11. Sambært hesum listum, so er talan um uml. 18 náðigávur tilsamans.

Ef. 4, 11: Og tað er hann (Gud), sum gav okkum summar til ápostlar, summar til profetar, summar til trúboðarar, summar til hirðar og lærarar…

Her verða nakrar av náðigávunum nevndar. Felags fyri allar náðigávurnar er, at tær eru andaligar gávur, sum Gud gevur tær. Allar náðigávurnar eru givnar til at uppbyggja Guds kirkjulið á jørð. Soleiðis skulu vit tæna hvørjum øðrum við náðigávunum og uppbyggja hvønnannan.

Tó er eitt undantak – tungutala til egna uppbygging. Tungutala er eitt himmalsk mál, sum einki menniskja kann skilja.Tungutala til egna uppbygging er sostatt eitt himmalsk mál, sum fólk m.a. brúka, tá ið tey biðja í tungum.

LES EISINI  Framførsla: Góðska Guds

Fyri at tungutala skal kunna vera til uppbygging fyri kirkjuliðið, so er neyðugt, at hon verður útløgd, soleiðis at øll kunnu skilja, tað sum verður sagt. At útleggja tungutalu er eisini ein náðigáva.

1. Kor. 14, 1: Stundið á kærleikan, tráið eftir hinum andligu gávunum, men helst eftir at profetera!

Her sigur Paulus, at náðigávurnar eru ymiskar, men at vit skulu stunda á kærleikan og tráa eftir náðigávunum.

Undanfarna grein

Møti langafríggjadag av Háfjalli

Les grein

Páskaandakt

Les grein
Næsta grein
A+