Hvat er tann besta frágreiðingin?

Hetta er tann áttanda og síðsta greinin hjá Jonhardi Jógvansson um prógv fyri Jesu uppreisn. Trúboðin takkar Jonhardi hjartaliga fyri.

Eg havi viðgjørt fimm søguligar sannroyndir:

  1. Jesu krossfesting og deyði.
  2. Lærusveinarnir trúðu, at Jesus reis upp frá deyðum og sýndi seg fyri teimum.
  3. Paulus broyttist brádliga.
  4. Jákup, bróðir Jesusar, broyttist brádliga.
  5. Grøvin var tóm.

Hvat er tann besta frágreiðingin til hesar sannroyndirnar? Í hesi síðstu greinini fari eg at viðgera nakrar frágreiðingar og vita, hvussu væl tær samsvara við tær søguligu sannroyndirnar. Tann besta frágreiðingin er tann, ið megnar at geva eina frágreiðing til tær flestu søguligu sannroyndirnar (Legarth 2016: 22). Eg brúki altso abduktiva próvførslu sum tilgongd. Við hesi tilgongd tekur ein støði í teimum sannroyndunum, sum ein hevur atgongd til, og spyr síðan, hvat ið er tann besta frágreiðingin til hesar sannroyndirnar. Harumframt brúka søgufrøðingar eisini ymisk metingarstøði, tá ið teir skulu finna fram til hina bestu frágreiðingina til eitt søguligt uppáhald. Niðanfyri taki eg støði í teimum mest grundleggjandi metingarstøðunum:

  • Ummálið av frágreiðingini – hvussu nógvar sannroyndir fáa eina frágreiðing?
  • Styrkin hjá frágreiðingini – hvussu góð er frágreiðingin sammett við sannroyndirnar? (Gustavsson 2017: 227).

Um frágreiðingin hevur stórt ummál og stóra styrki, so er tað mest sannlíkt, at talan er um eina eftirfarandi frágreiðing (Craig 2015: 229).

Fyri at finna fram til hina bestu frágreiðingina til tær fimm sannroyndirnar, sum eg havi viðgjørt, ætli eg mær fyrst og fremst at kanna, hvussu uppreisnin klárar seg sum frágreiðing. Harnæst fari eg eisini at kanna nakrar naturalistiskar frágreiðingar til Jesu uppreisn.[1]

(Mynd: succo á Pixabay)

Jesus reis upp frá deyðum

Eg havi viðgjørt fimm søguligar sannroyndir viðvíkjandi Jesu uppreisn, sum stórt sæð allir granskarar eru á einum máli um. Hesar verða sostatt eisini kallaðar tær minstu sannroyndirnar. Men hvat er so tann besta frágreiðingin til hesar sannroyndirnar? Í ljósinum frá metingarstøðunum, sum eg havi nevnt omanfyri, fari eg nú fyrst og fremst at hyggja nærri at frágreiðingini, sum sigur, at Jesus í roynd og veru reis upp frá deyðum.

Ummálið av frágreiðingini. Sum frágreiðing hevur Jesu uppreisn eitt stórt ummál, av tí at hon fevnir um allar tær fimm søguligu sannroyndirnar, sum eg havi verið inni á. Samanumtikið kann hetta lýsast á henda hátt: Stutt eftir Jesu krossardeyða trúðu lærusveinarnir, at teir høvdu sæð hann upprisnan frá teimum deyðu. Teir søgdu, at hann hevði sýnt seg bæði fyri einstaklingum og bólkum. Bæði Paulus og Jákup, sum áður høvdu hildið, at Jesus var ein svikaprofetur, komu eisini til ta trúgv, at hin upprisni Jesus hevði sýnt seg fyri teimum. Hetta hevði við sær, at teir báðir gjørdust kristnir. Sostatt hava vit ikki einans vitnisburðir frá vinunum hjá Jesusi. Vit hava eisini vitnisburðir frá einum kristnijagstrara og einum skeptikara. Harumframt hava vit eisini hina tómu grøvina (Habermas & Licona 2004: 75-76).

Styrkin hjá frágreiðingini. Sum frágreiðing hevur uppreisnin stóra styrki, av tí at hon greiðir frá øllum teimum fimm søguligu sannroyndunum, sum eg havi lagt dent á. Sambært hesi frágreiðing sóu lærusveinarnir veruliga Jesu upprisna likam við sínum egnu eygum. Hetta samsvarar við uppreisnarfrásøgnina, sum vit hava sæð í sambandi við gjøgnumgongdina av Fyrra Korintbrævinum 15,3-8. Hetta, at lærusveinarnir sóu hin upprisna við sínum egnu eygum, er eisini við til at greiða frá hini tómu grøvini (Licona 2010: 601). Hesum viðvíkjandi undirstrikar N. T. Wright: ”Hvussu greiði eg sum søgufrøðingur frá hesum báðum sannroyndunum: hina tómu grøvina og at Jesus kom til sjóndar og varð sæddur? Tann allarbesta frágreiðingin er, at hetta hendi, tí at Jesus veruliga varð reistur upp frá teimum deyðu, og lærusveinarnir veruliga hittu hann” (Wright 2007: 212-213).

Sum nevnt er tað mest sannlíkt, at talan er um eina eftirfarandi frágreiðing, tá ið frágreiðingin hevur stórt ummál og stóra styrki (Craig 2015: 229). Soleiðis er tað viðvíkjandi uppreisnini. Sum vit hava sæð, uppfyllir hon tey mest grundleggjandi metingarstøðini og gevur harumframt eisini eina frágreiðing til allar tær fimm minstu sannroyndirnar uttan nakran trupulleika (Licona 2010: 606). Í ljósinum frá sannroyndunum og metingarstøðunum til hina bestu frágreiðingina er ein altso heimilaður til at siga sum Peter V. Legarth: ”Niðurstøðan er, at fleiri viðurskifti gera tað sannlíkt, at vit skulu tulka hina tómu grøvina, framkomurnar og uppreisnartrúnna hjá lærusveinunum sum ein vitnisburð um, at Jesus veruliga reis likamliga upp frá teimum deyðu triðja dagin” (Legarth 2016: 28, mín týðing).

(Mynd: Caravaggio: Vantrúgv Tummasar)

Men fyri at gera tað sannlíkt, at uppreisnin er tann besta frágreiðingin til tær minstu sannroyndirnar, so er hetta treytað av, at ein megnar at avsanna tær naturalistisku frágreiðingarnar til Jesu uppreisn. Niðanfyri fari eg at hyggja eitt sindur nærri at nøkrum av teimum mest kendu naturalistisku frágreiðingunum.

Tað var ein samansvørjing

Sambært hesi frágreiðingini stjólu lærusveinarnir Jesu likam og lugu síðan um hansara framkomur. Sum vit hava sæð, var tað eisini hetta, sum gravarvaktin varð mutrað til at siga: ”Sigið: ”Lærusveinar hansara komu á náttartíð og stjólu hann, meðan vit svóvu” (Matt 28,13). Men hvussu klárar henda frágreiðingin seg so viðvíkjandi teimum grundleggjandi metingarstøðunum, sum eg havi nevnt omanfyri?

Ummálið av frágreiðingini. Í fyrstu atløgu sær tað út til, at henda frágreiðingin fevnir um tvær av teimum fimm minstu sannroyndunum: Jesu krossardeyða og hina tómu grøvina (lærusveinarnir stjólu líkið).

Styrkin hjá frágreiðingini. Spurningurin er so, hvussu sannlíkt hetta er. Um lærusveinarnir veruliga stjólu líkið, so høvdu teir fyri tað fyrsta ikki sagt, at kvinnur vóru tey fyrstu vitnini til uppreisnina. Sum vit hava sæð, vóru kvinnur ikki sæddar sum álítandi vitni tá á døgum, og hetta tykist nevniliga ikki at samsvara við tankan um eina samansvørjing (Samples 2004: 142). Hvørja grund høvdu lærusveinarnir til at stjala líkið av Jesusi og lúgva um hansara uppreisn? Teir vunnu jú einki við at gera hetta. Harafturímóti vóru teir í vanda fyri at missa alt. Og um lærusveinarnir veruliga stjólu líkið og lugu um hansara uppreisn, høvdu teir so verið villigir til at doyggja sum pínslaváttar fyri nakað, sum teir vistu var ein lygn? (ibid.: 142). Neyvan! Frágreiðingin sær eisini burtur frá tí sannroynd, at lærusveinarnir veruliga trúðu, at teir høvdu hitt hin upprisna Jesus. Og júst hetta er veikasti liðurin. Frágreiðingin manglar altso styrki viðvíkjandi uppreisnartrúnni hjá lærusveinunum. Teirra sterka sannføring og fúsleiki til at líða og enntá doyggja fyri sína trúgv sigur okkum, at talan, ið hvussu so er, ikki er um eina samansvørjing (Habermas & Licona 2004: 94).

LES EISINI  Sannroyndirnar um Jesu uppreisn IV - Grøvin var tóm

Jesus var einans skindeyður

Ein onnur naturalistisk frágreiðing til uppreisnina sigur, at Jesus ikki var heilt deyður, tá ið hann varð tikin niður av krossinum. Hann kom fyri seg aftur inni í grøvini, flýggjaði og sannførdi síðan lærusveinarnar um, at hann var risin upp frá teimum deyðu (Craig 2015: 236). Men hvussu klárar henda frágreiðingin seg so?

Ummálið av frágreiðingini. Av teimum fimm minstu sannroyndunum fevnir henda frágreiðingin um Jesu krossfesting (tó ikki hansara deyða), uppreisnartrúnna hjá lærusveinunum og hina tómu grøvina.

Styrkin hjá frágreiðingini. Henda frágreiðingin lýsir fyrst og fremst Jesus sum ein falsara. Hann hevði jú sagt við lærusveinarnar, at hann skuldi rísa upp frá deyðum, men um henda frágreiðingin er eftirfarandi, so var uppreisnarboðskapurin hjá Jesusi einans eitt listarbragd. Í øðrum lagi er tað eisini trupult at grunda hesa frágreiðingina, tí at teir rómversku hermenninir vissaðu sær, at Jesus var deyður, áðrenn teir tóku hann niður av krossinum: ”Tá ið teir komu til Jesus og sóu, at hann longu var deyður, brutu teir ikki bein hansara. Men ein av hermonnunum stakk eitt spjót inn í síðuna á honum, og har kom við tað sama blóð og vatn útúr” (Jóh 19,33-34). Í triðja lagi finst einki søguligt próvtilfar, ið stuðlar tankanum um, at Jesus yvirlivdi krossfestingina (Legarth 2016: 30). Sum vit hava sæð, er Jesu krossfesting og deyði harafturímóti ein søgulig sannroynd, sum er stuðlað av tí søguliga upplýsingartilfarinum (Habermas & Licona 2004: 49). Í fjórða lagi var grøvin ”innsiglað og eftiransað av rómverskum hermonnum, og gravarmunnin var sperraður við einum so stórum steini, at tríggjar kvinnur í felagi ikki høvdu megnað at flutt hann. Hvussu skuldi Jesus, særdur og illa viðfarin sum hann var, einsamallur hava megnað at flutt steinin, so at hann kundi koma út?” (Gustavsson 2000: 153, mín týðing). Í fimta lagi ger henda tankagongdin tað trupult at greiða frá Jesu framkomum. Framkoman av einum hálvdeyðum manni hevði neyvan ført til niðurstøðuna hjá lærusveinunum um, at Jesus var deyðans sigursharri. Í sætta lagi ger henda tankagongdin tað eisini trupult at greiða frá uppreisnartrúnni. Fyri lærusveinarnar hevði endursameiningin við ein hálvdeyðan Jesus ikki ført til nakra uppreisnartrúgv, men bert staðfest fyri teimum, at Jesus í roynd og veru ikki var deyður (Craig 2015: 236). Og í sjeynda lagi megnar henda frágreiðingin ikki at lýsa hina skakandi umvendingina hjá Paulusi frá kristnijagstrara til kristnan trúboðara. Paulus sigur jú, at hann vendi um, tí at hann møtti Jesusi uttanfyri Dámaskus. Ein dánaður Jesus hevði neyvan havt so stórar fylgjur (Habermas & Licona 2004: 103).

(Mynd: T. C. Perch á Pixabay)

Kvinnurnar fóru til skeiva grøv

Kirsopp Lake var fyrstur við hesi frágreiðing í 1907. Sambært Lake kundu kvinnurnar ikki vera vísar í, at grøvin, sum tær vitjaðu, í roynd og veru var Jesu grøv. Økið var fult av steingrøvum, og tað kann ikki hava verið lætt fyri kvinnurnar at skilja millum tær. Teirra staðarsansur var óivað eisini ávirkaður av teirra sinnisstandi aftaná at hava verið vitni til tann ræðuliga deyðan hjá Jesusi á krossinum. Harumframt heldur Lake, at kvinnurnar høvdu eina avmarkaða atgongd til økið, tí at Jósef úr Arimatea, sum jarðaði Jesus, umboðaði jødarnar og ikki tey kristnu. Tessvegna hava kvinnurnar verið fjarstaddar, tá ið tær sóu Jesus verða jarðaðan, og hetta hevur síðan gjørt tað trupult fyri tær at finna hina røttu grøvina (Lake 1907: 250). Tá ið kvinnurnar so komu til grøvina, sum tær hildu, at Jesus lá í, møttu tær einum ungum manni við gravarmunnan. Tá ið hesin maðurin so gitti seg fram til ørindini hjá kvinnunum og sá, at tær vóru farnar til skeiva grøv, segði hann: ”… hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann” (Mark 16,6), og harnæst peikaði hann kanska á eina aðra grøv nærhendis. Men kvinnurnar vóru bangnar, tí at onkur nú hevði funnið útav, hvørji ørindi tær høvdu, og tí runnu tær avstað. Tessvegna skiltu tær heldur ikki ordiliga, hvat ið tær júst høvdu upplivað. Lake talar eisini fyri, at Jesus upprunaliga reis upp á ein andligan og ikki likamligan hátt, og at ein gudfrøðilig menningargongd síðan hevur ført til eina likamliga uppreisn (ibid.: 265).

Ummálið av frágreiðingini. Frágreiðingin hjá Lake fevnir um tvær av teimum minstu sannroyndunum: Jesu krossardeyða og hina tómu grøvina.

LES EISINI  Jesu uppreisn prógvar, at hann er tann, sum hann segði seg vera

Styrkin hjá frágreiðingini. Lærusveinarnir trúðu veruliga, at teir høvdu sæð hin upprisna Jesus. Sum vit hava sæð í gjøgnumgongdini av Fyrra Korintbrævinum 15,3-8, sipar grikska orðið ōphthē (“hann varð sæddur”) til Jesu framkomu sum eina veruliga hending. Jesus kom veruliga til sjóndar! Bæði Paulus og Jákup vendu um, tí at teir trúðu, at teir høvdu sæð hin upprisna Jesus. Men av tí at frágreiðingin hjá Lake ikki lýsir framkomurnar hjá Jesusi, so manglar frágreiðingin eisini styrki (Craig 2008: 374). Lake talar tó fyri einari andligari, holdleysari uppreisn, og at lærusveinarnir upprunaliga sóu eina andliga, holdleysa veru. Hitt likamliga viðvíkjandi Jesu uppreisn kom síðan sum ein fylgja av einari gudfrøðiligari menningargongd. Hin tóma grøvin og framkomurnar vórðu tessvegna eisini tulkaðar samsvarandi hesari menningargongd. Men sum vit hava sæð, hevði ein holdleys uppreisn verið fremmand sambært tátíðar jødisku fatan. Harumframt leggur Legarth eisini dent á ein eyðsæddan trupulleika við hesi frágreiðing: “Hon brestur saman við ta sannroynd, at Jesus varð lagdur í eina kenda grøv. Um kvinnurnar fóru til skeiva grøv, so kundi Jósef úr Arimateu jú skjótt og lættliga hava rættað misskiljingina. Og umaftur: Vit mangla skjalprógv; tað er einki skjalprógv fyri, at Jesus varð lagdur í skeiva grøv. Eingin kelda kann staðfesta hetta” (Legarth 2016: 29, mín týðing).

Um líkið av Jesusi veruliga lá í einari aðrari grøv, so hevði tað eisini verið gjørligt fyri jødar og rómverjar at grava tað upp aftur og soleiðis skapa misálit á tey kristnu. Harvið hevði kristindómur verið liðugur, áðrenn hann veruliga tók dik á seg. Líkið varð kortini ongantíð sýnt fram (Samples 2004: 143).

At enda skal tað eisini viðmerkjast, at henda frágreiðingin í roynd og veru rakar við síðuna av. Um kvinnurnar fóru til skeiva grøv, so hevði hetta jú ikki gjørt uppreisnartrúnna hjá lærusveinunum veikari. Í sær sjálvum var tað jú ikki hin tóma grøvin, sum fekk vinirnar og fíggindarnar hjá Jesusi til at trúgva, at hann var risin upp frá teimum deyðu. Harafturímóti var tað framkomurnar, sum førdu til hesa trúgv. Sjálvt um kvinnurnar fóru til skeiva grøv, so hevði hetta altso ikki ført til nakran iva um Jesu uppreisn (ibid.).

Tað var ein sansahvørving

Viðvíkjandi teimum minstu sannroyndunum hava vit sæð, at lærusveinarnir, ið hvussu so er, trúðu, at teir høvdu sæð hin upprisna Jesus. Men vóru framkomurnar kanska bara sansahvørvingar? Hetta meinar Gerd Lüdemann, sum er ein av teimum kendastu forsprákarunum fyri hesi frágreiðing, ið eisini verður mett at vera tann best umtókta millum tær naturalistisku frágreiðingarnar til Jesu uppreisn. Hesum viðvíkjandi leggur Gustavsson til dømis dent á: ”Í nútíðar bókmentum verður serliga kjakast um eitt hugsanargrundarlag, ið finst í ymiskum variantum. Tað snýr seg um eitt sálarfrøðiligt hugsanargrundarlag, ið heldur uppá, at møtini við hin upprisna vóru sansahvørvingar, sum vórðu elvdar av skuldarkensluni hjá lærusveinunum yvir at hava svikið Jesus” (Gustavsson 2017: 235, mín týðing). Her roynir ein altso at geva eina naturalistiska frágreiðing uppá ta sannroynd, at lærusveinarnir veruliga trúðu, at teir høvdu sæð hin upprisna Jesus (Habermas 2004: 193).

Í bók síni The Resurrection of Christ leggur Lüdemann dent á, at Pætur leið undir sjálvssviki (Lüdemann 2004: 24). Lüdemann sigur millum annað, at sjónin hjá Pæturi kom sum ein fylgja av hansara ringu samvitsku yvir at hava avnoktað Jesus og vegna hansara sorg yvir deyða Jesusar. Tessvegna skifti han hin keðiliga veruleikan um við heilaspuna (ibid.: 165). Tað, sum Pætur og hinir lærusveinarnir upplivdu, kom altso sum ein fylgja av nøkrum subjektivum sjónum. Talan var sostatt ikki um ein veruleika í hinum ytra heiminum. Men av tí at teir flestu av lærusveinunum vóru ávirkaðir av síni jødisku trúgv á eina likamliga uppreisn, so komu teir eisini til at tulka sínar subjektivu sjónir av Jesusi á ein likamligan hátt (Gustavsson 2017: 236).

Ummálið av frágreiðingini. Frágreiðingin hjá Lüdemann fevnir um tvær av teimum minstu sannroyndunum: Jesu deyða og hansara framkomur. Ein frágreiðing um hina tómu grøvina verður kortini ikki givin. Hesum viðvíkjandi leggur Craig til dømis dent á, at hetta er akilleshælurin hjá hesi frágreiðingini. Roynt verður at greiða frá framkomunum, men einki verður kortini sagt um hina tómu grøvina. Harvið er ummálið hjá frágreiðingini ov lítið (Copan & Tacelli 2000: 49).

Styrkin hjá frágreiðingini. Lüdemann førir fram, at hin tóma grøvin ikki var ein partur av tí upprunaligu uppreisnarfrásøgnini, og at hetta er orsøkin til, at hin tóma grøvin ikki verður nevnd í Fyrra Korintbrævinum 15. Í sambandi við gjøgnumgongdina av hesum tekstinum hava vit kortini sæð, at tað er øvugt. Hin tóma grøvin verður ikki nevnd, tí at tankin um eina tóma grøv býr jú undir sjálvum orðinum uppreisn. Tað, at hin tóma grøvin ikki fær eina frágreiðing, er eisini ein veikleiki, tí at sjálvt um lærusveinarnir høvdu havt eina sansahvørving av hinum upprisna Jesusi, so hevði líkið av Jesusi kortini enn ligið í grøvini (Habermas & Licona 2004: 107). Lüdemann heldur eisini uppá, at lærusveinarnir upplivdu eina felags sansahvørving. Listin av sjónarváttum í Fyrra Korintbrævinum 15 ger kortini hesa tankagongd trupla. Sum vit hava sæð, var talan um veruligar framkomur, við tað at orðið ōphthē í hesum samanhangi nevniliga merkir, at Jesus sýndi seg fyri teirra egnu eygum. Og sum vit eisini hava sæð, hevur Paulus óivað nevnt Jesu framkomu fyri “meira enn fimm hundrað brøðrum í senn” (6a) fyri at staðfesta trúvirðið hjá traditiónini. Hesir meira enn fimm hundrað brøðurnir kundu altso staðfesta framkomurnar sum eina veruliga hending, og at teir høvdu upplivað tað sama sum Pætur og Jákup (Osborne 2010: 780). Hetta útihýsir altso eina reint subjektiva hending. Ein felags sansahvørving er eisini heilt burturvið, tí at hetta er jú nakað, sum einstaklingar hava – ikki bólkar. Ein sansahvørving kann samanlíknast við ein dreym. Ein einstaklingur kann hava ein ávísan dreym, men fimm hundrað persónar droyma ikki tann sama dreymin.

LES EISINI  Sannroyndirnar um Jesu uppreisn III - Paulus og Jákup vendu brádliga um eftir Jesu uppreisn

Sansahvørving er altso ikki ein nøktandi frágreiðing til tær minstu sannroyndirnar: Hina tómu grøvina og trúnna hjá lærusveinunum á, at teir veruliga høvdu sæð hin upprisna Jesus. Sostatt hevur hetta hugsanargrundarlagið sama trupulleika sum tey undanfarnu: Ein megnar ikki at fevna um allar tær søguligu sannroyndirnar, og ein megnar heldur ikki at geva eina nøktandi frágreiðing (Gustavsson 2017: 239).

(Mynd: Gerd Altmann á Pixabay)

Niðurstøða

Hvat hugsanargrundarlag greiðir so frá teimum flestu sannroyndunum? Viðvíkjandi hesum spurningi eri eg komin fram til ta niðurstøðu, at uppreisnin er tann besta frágreiðingin, og at hinar naturalistisku frágreiðingarnar ikki megna at broyta uppá hetta. Mótsett hinum naturalistisku frágreiðingunum uppfyllir uppreisnin nevniliga tey grundleggjandi metingarstøðini til hina bestu frágreiðingina.

Men tá ið hin søguliga próvgrundin fyri Jesu uppreisn er so góð, hvussu ber tað so til, at tað eru so nógv fólk, ið ikki trúgva, at Jesus reis likamliga upp frá teimum deyðu? Her hava tær heimspekiligu fortreytirnar ein avgerandi leiklut. Um ein hevur ta heimspekiligu fortreyt, at undur ikki kunnu henda, og at hini deyðu sostatt heldur ikki kunnu rísa upp, so fer ein sjálvandi eisini at útihýsa Jesu uppreisn sum ein søguligan møguleika. Tað sær altso út til, at afturvísingin av uppreisnarfrágreiðingini í størri mun skyldast heimspekiligar fortreytir heldur enn søgufrøði. Men um ein kannar hitt søguliga tilfarið, uttan at útihýsa uppreisnini frammanundan, so kemur ein til niðurstøðuna: Jesus reis upp frá deyðum (Licona 2010: 608).

Kunnu vit so siga, at Jesu uppreisn var ein søgulig hending? Ja, tað kunnu vit saktans! ”Tað er mest sannlíkt, at tekstirnir hava rætt í síni boðan um Jesu likamligu uppreisn frá teimum deyðu. Hetta merkir, at kristindómur ikki er grundaður á (sjálvs)svik, men tvørturímóti á væl skjalprógvaðar sannroyndir” (Legarth 2016: 33, mín týðing). Og tí kunnu vit eisini taka undir við Gregory Koukl, tá ið hann sigur: “Hvat megnaði at umbroyta ein bólk av skelvandi og óttafullum monnum, sum fóru frá Jesusi … spjaddir og fjaldir fyri myndugleikunum, aftanfyri læstar dyr og við slóktum ljósum? Hvat kann greiða frá teirra umbroyting til djarvar talsmenn fyri uppreisnini, sum stillaðu seg upp ímóti myndugleikunum, ið hóttu við at húðfletta, fongsla og avrætta teir vegna teirra vitnisburð um ein upprisnan Krist? Hvat megnaði at umbroyta Saul frá Tarsus, ein mann, sum gekk so høgt upp í sína religión, at hann enntá savnaði menn og kvinnur saman fyri at hótta, buka og drepa tey, tí at tey fylgdu Jesusi? Hvat megnaði at fáa ein slíkan mann at venda um í einum handabragdi og taka støðu saman við teimum, sum hann kúgaði, og sum at enda lat sítt egna lív vegna hin sama gleðiboðskapin, sum hann áður vanvirdi? Hvat er hin besta frágreiðingin uppá hetta? Bert eitt svar er nøktandi. Tað er svarið hjá honum, sum áður hevði avnoktað Krist við einum eiði. Sjálvur sigur Pætur: “Henda Jesus reisti Gud upp, og um hetta eru vit allir vitni” (Áps 2,32; Koukl 2017: 151-152, mín týðing).

 

Keldur

Copan, Paul & Ronald K. Tacelli (Ed.). 2000. Jesus´ Resurrection: Fact or Figment? A Debate Between William Lane Craig & Gerd Lüdemann. Downers Grove, IL: InterVarsity Press.

Craig, William Lane. 2008. Reasonable Faith: Christian Truth and Apologetics. Wheaton, Illinois: Crossway Books.

Craig, William Lane. 2015. On Guard for Students: A Thinker’s Guide to the Christian Faith. Colorado Springs: David C Cook.

Gustavsson, Stefan. 2000. Med god grund. København: Credo Forlag.

Gustavsson, Stefan. 2017. Skeptikerens guide til Jesus 2 – Jesu identitet og opstandelse. Fredericia: Forlagsgruppen Lohse.

Habermas, Gary R. & Michael R. Licona. 2004. The Case for the Resurrection of Jesus. Grand Rapids, MI: Kregel Publications.

Koukl, Gregory. 2017. The Story of Reality. Grand Rapids, Michigan: Zondervan.

Lake, Kirsopp. 1907. The Historical Evidence for the Resurrection of Jesus Christ. London; New York: Williams & Norgate; G. P. Putnam’s Sons.

Legarth, Peter V. 2016. Fortæller evangelierne historier eller historie? Í: Opstand om opstandelsen. Jørgen Sejergaard & Henrik Højlund (red.). Fredericia: Credo.

Licona, Michael R. 2010. The Resurrection of Jesus: A New Historiographical Approach. Downers Grove, IL: InterVarsity Press.

Lüdemann, Gerd. 2004. The Resurrection of Christ: A Historical Inquiry. New York: Prometheus Books.

Osborne, Grant R. 2010. Jesus’ Empty Tomb and His Appearance in Jerusalem. Í: Key Events in the Life of the Historical Jesus. Grand Rapids, Michigan / Cambridge, U.K.: William. B. Eerdmans Publishing Company.

Pannenberg, Wolfhart. 1968. Jesus – God and Man. Philadelphia: The Westminster Press, second Edition.

Samples, Kenneth Richard. 2004. Without a Doubt: Answering the 20 Toughest Faith Questions. Grand Rapids, Michigan: Baker Books.

Wright, N. T. 2007. What Evidence Is There for the Resurrection of Christ? Í: There Is a God – How the World´s Most Notorious Atheist Changed His Mind. Af Antony Flew. New York: HarperCollins Puplishers.

[1] Naturalisma er tann hugsjón, at náttúran (okkara fysiski og lívfrøðiligi heimur) er tað einasta, sum er til. Ein naturalistisk frágreiðing til Jesu uppreisn er sostatt ikki opin fyri nøkrum guddómligum inntrivi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina