Hví er kærleikin til pengar rót til alt tað, sum ilt er?

Í fyrsta brævi sínum til Timoteus minti Paulus á, at “peningagirndin er rót til alt tað, sum ilt er; av teirri trá eru summir vilstir frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálvar við mongum pínslum” (1 Tim 6,10). Hetta versið verður ofta skeivt siterað, tá ið sagt verður, at “pengar eru rótin til alt ilt”. Legg til merkis, at “pengar” er sett ístaðin fyri “peningagirnd” og “rótin til alt ilt” er sett ístaðin fyri “[ein] rót til alt tað, sum ilt er”. Hóast hetta eru smáar broytingar, hava tær stóra ávirkan á tað, sum versið sigur.

Ikki peningur í sjálvum sær

Skeiva siteringin (“pengar eru rótin til alt ilt”) gera pening og ríkidømi til kelduna til alt ilt í heiminum. So er als ikki. Bíblian er sera greið í síni talu, at synd er rótin til alt ilt í heiminum (Matt 15,19; Róm 5,12; Ják 1,15). Tá ið vit lesa hetta versið, sum tað stendur, síggja vit, at tað er kærleikin til pengar, ikki pengar í sær sjálvum, ið er kelda til øll sløg av trupulleikum og illum. Ríkidømi er hvørki rætt ella skeivt, og í sær sjálvum er einki skeivt við hvørki pengum ella ogn. Men tá ið pengar fáa ræði á okkum, byrja trupulleikarnir.

Hví er tað so?

Tá ið tað er sagt, lat okkum hugsa um henda spurningin: Hví er kærleikin til pengar rót til alt tað, sum ilt er? Fyri at koma nærri einum svari, mugu vit hyggja at skriftorðinum í sínum samanhangi. Móti endanum av brævinum leggur Paulus Timoteusi eina við at læra og áminna meinigheitina um tað, sum hann hevur skrivað um fyrr í brævinum. Eftir tað ávarar Paulus Timoteus um falslærarar, sum royna at skeikla ta góðu læruna fyri at fáa vinning burturúr. Legg til merkis, at Paulus umrøður teir í fimta versi: “teir sum halda gudsóttan vera ein vinning”. Hesir falslærararnir gera tað, teir kunnu, fyri at vinna fram við tí fíggjarliga vinningi, tað hevur við sær.

LES EISINI  Um tú vilt verða nøgdur. Lít tá ikki aftur um bak

Paulus vil leiða Timoteus frá hesum vandanum. Tá ið hann ger tað, greiðir hann honum frá tí veruliga vinninginum í sætta versi, “gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur” (1 Tim 6,6).

Nøgdsemi í bíbilskari fatan er, at vit komu í heimin við ongum, og at alt er Guds gáva (1 Tim 6,7-8).

Men hann leggur aftrat, at “teir, sum vilja verða ríkir, falla í freisting og snerru og mangar skilaleysar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjur niður í undirgang og glatan” (1 Tim 6,9). Paulus endar hetta brotið við at siga Timoteusi, at kærleikin til pengar leiðir til alt tað, sum ilt er.

Hugsa vit um hetta, mugu vit viðurkenna, at hetta er so. Tá ið fólk eru óð eftir pengum og aðrari ogn, so kunnu tey gera alt møguligt, tey annars ikki høvdu gjørt. Kærleikin til pengar fær fólk til at lúgva, stjala, snýta og enntá drepa. Fólk, sum hava kærleika til pengar framum annað, hava ikki gudsóttan og nøgdsemið, sum í Guds eygum er tann veruligi vinningurin.

LES EISINI  Takka fyri dagligt breyð

Ávirkar eisini viðurskiftini við Gud

Men Bíblian talar uppaftur sterkari um kærleikan til pengar. Vit hava higartil bara umrøtt, hvørja ávirkan kærleikin til pengar hevur á jarðiska lívið, og hvussu hann kann fáa okkum til at synda móti øðrum. Vit mugu eisini hugsa um ávirkanina, sum pengakærleiki hevur á viðurskiftini millum okkum og Gud.

Í fjallatalu síni sigur Jesus, at “eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon (pengum)” (Matt 6,24). Hetta versið er endin á einum broti, har Jesus tosar um at savna sær skattir í himli (Matt 6,19).

Her sammetir Jesus pengakærleika við avgudadýrkan. Hann vísir til pengar sum ein “harra”, sum vit tæna, har vit áttu at tænt Gudi.

Gud hevur givið okkum boð um ikki at hava aðrar gudar (fyrsta boð – 2 Mós 20,3). Alt, sum vit seta framum Gud í okkara lívi, ger, at vit bróta fyrsta boð.

LES EISINI  Tað stórsta tú kanst eiga

 

Jesus hevði nógv at siga um ríkidømi. Vit minnast samrøðuna, hann hevði við ríka unglingan (Matt 19, 16-26). Ungi maðurin spyr Jesus, hvat hann skal gera fyri at vinna ævigt lív, og Jesus biður hann fylgja boðunum. Tá ið maðurin sigur við Jesus, at hann hevur gjørt alt tað, kannar Jesus hansara vilja til at fylgja fyrsta boði og biður hann selja alla ogn sína og geva teimum fátæku. Hetta kundi ungi maðurin ikki gera, tí pengar vóru vorðnir hansara avgudur, hansara harri.

Eftir hesa hendingina talar Jesus við lærusveinarnar og sigur: “Sanniliga sigi eg tykkum: Tað fer at verða torført hjá einum ríkum at koma inn í himmiríkið. Ja, eg sigi uppaftur við tykkum: Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guds ríki” (Matt 19,23-24).

Hetta er hørð tala, ikki minst fyri fólk í Vesturheiminum í dag. Jesus sigur, at ríkidømi er ein av størstu forðingunum fyri at koma til trúgv á Kristus.

Grundin er einføld; ríkidømi verður okkara harri og fær okkum at gera alt møguligt, sum førir okkum longur burtur frá Gudi. Tey góðu tíðindini eru, at hóast tað er ógjørligt hjá menniskjum at koma inn í Guds ríki, so er hetta gjørligt hjá Gudi (Matt 19,26).

 

gotquestions.org – HE týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina