Hvør er nýggi høvuðsstýrislimurin?

Í vár kom Annelisa Rasmussen av Strondum upp í høvuðsstýrið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Í hesum sambandi hava vit sett henni nakrar spurningar fyri at vita eitt sindur meira um, hvør hon er. 

Hvussu sær ein vanligur dagur út hjá tær? 
Mín gerandisdagur sær vanliga soleiðis út: Hvønn morgun fari eg til arbeiðis sum lærari í Tofta skúla. Heimkomin fara eg og ein vinkona nærum hvønn dag ein gongutúr, har vit fáa eitt gott prát og røra okkum. Síðani eru skúlating á skránni, harnæst koyring við synunum til ítrótt, og um kvøldið er ofta onkur fundur, sum eg skal til ella bara hugna saman við familjuni. 

Hvørji menniskju hava størst týdning í tínum lívi?  
Týdningarmiklastu fólkini í mínum lívi eru maður mín, okkara tveir synir, familjan og vinfólkini.  

Hvat brúkar tú tína frítíð til?  
Frítíðina brúki eg allarmest til andaligt virksemi. Eg siti í ymiskum nevndum, so nakrir fundir eru og fyrireiking til ymiskt virksemi. Annars gangi eg í tveimum bindiklubbum, ikki tí, at eg bindi so serliga nógv, men tí at eg eri so sera sosial. Vit eiga ein bát, so hesa tíðina eru við nógv í honum og sigla runt oyggjarnar.  

Hvussu vildi tú lýst teg sjálva við trimum orðum? 
Álítandi, ágrýtin og trúføst.  

Hvussu nógva tíð brúkar tú á netinum?  
Uha, tað havi eg ikki skil á – man tað ikki vera einar tríggjar tímar dagliga? Bara eitt git!  

Hvørjar heimasíður vitjar tú mest? 
Eg søki mær vitan á ymiskum heimasíðum til míni áhugamál og mítt arbeið. Eg fari fyrst inn á tær føroysku tíðindaheimasíðurnar, harnæst lesi eg ofta á Trúboðanum og so ymiskum øðrum.   

Sært tú nakrar ávísar andaligar avbjóðingar fyri okkum sum land og fólk?  
Ein avbjóðing, sum eg haldi, at vit standa í, er líkasæla og tað, at fólk ikki taka ábyrgd í andaliga arbeiðinum. Tíðin, vit liva í er merkt av, at nógv okkara eru sjálvsøkin, vit seta okkum sjálv í miðdepilin, tað gevur okkum avbjóðingar í andaliga arbeiðinum, har vit eiga at seta Guð fremst og vera lýðin í hansara tænastu. Okkum manglar offurvilja og tað at átaka okkum tær uppgávur, sum eru neyðugar í Guðs ríki.   

Hvat hevur størst týdning fyri teg, at Heimamissiónin arbeiður við komandi tíðina? 

Eitt tað týdningarmiklasta er at fáa gleðiboðskapin um Jesus Kristus út til okkara fólk. Tað, at vit dríva missión heima. Hvussu gera vit so tað? Vit kunnu spyrja, hvønn tørv hava fólk? Nógv teirra koma ikki inn í okkara missiónshús, tá er neyðugt, at vit eru ljós og salt har, sum vit eru sett, tað kunnu vit m.a. vera, tá ið vit gera kaffi til ein fóltbólsdyst ella sita við stokkunum í einum bindiklubba. Eisini eiga vit at lata missiónshúsini meira upp fyri fólki í bygdini og skipa fyri tiltøkum, har vit kunnu savna fólk, og harvið geva teimum eitt gott orð frá Jesusi.   

LES EISINI  Poddkast: Samrøða við Ásbjørn Jacobsen
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina