Hvussu hoyra Guds rødd í truplum tíðum
Mong okkara stríðast at hoyra Gud, tí vit hava lært at lurtað á ein hátt, ið kann verða ógjørligur hjá okkum at arbeiða við, sigur Pete Greig. Ráðleysi grundarin av bønarrørsluni 24-7 lutar við okkum tað, hann hevur lært – og av og á farin skeivur í – at lurta eftir tí stillu lítlu røddini
”Ná, tú komst undan apokalypsini við lívinum?” Vinur mín segði hetta skemtandi, men eg visti júst, hvat hann meinti við, aftaná tvey ára afturlating, rasuófrið o.a. hava vit møtt eina endaleysa røð av skakandi gølum, døkkum forsøgnum av umhvørvisligum ruðuleika og seinast eisini óttin fyri gongdini í Ukraina. Hvat hendir?
Hvussu skulu vit skilja alt hetta? Hvar var Gud, tá vit róptu eftir hjálp hjá doyggjandi Covid-19 sjúklingum? Og hvar er hann nú fyri ukrainska fólkið? Er trúgvin viðkomandi, tá alt gerst trupult?
Hevur Gud nakað at siga okkum?
Sjáldan, um nakrantíð, í okkara livi hava vit havt so bráðneyðugan tørv at hoyra Guds rødd: bæði hansara Orð, so vit sum kirkja hansara kunnu stýra í slíkum truplum døgum við dirvi og opinleika, men eisini hansara teskan, so vit hvør sær mega kenna serligu leiðbeining og uggan hansara dagliga. Vit liva í eini larmandi og ørkymlandi tíð, full av fløkjum og ørskapi. Alt gongur við rúkandi ferð uttanum okkum. Og eg haldi, at nú, meira enn nakrantíð áður, hava vit tørv á at læra at gerast kvirr, taka ferðina av, at seta ”stikkið til” fyri at hoyra Guds rødd betur og klárari ímillum skramblan og larm heimsins.
At læra at kenna Guds rødd aftur
“Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær,”
Jóh.10,27
Ein og hvør okkara er føddur við eini heilt serligari megi og viðføddum evnum at hoyra rødd Guds. Tað at kenna rødd Guds er eitt tað mest undranarsama og kortini ørkymlandi, menniskju nakrantíð kunnu læra at gera. Undranarsamt, tí, ja, hvat kann verða meira ótrúligt? Við tveimum orðum: “»Verði ljós!«” 1.Mós.1,3 skapti Gud meira enn 100 milliardir stjørnubreytir. “Við orði Harrans varð himinin skapaður, allur himinsins herur við munsanda hans.” Sálmur 33,6 Hvat kundi ikki hent, um hann tosaði nøkur orð til mín?
Men tað er samstundis eisini trupult, tí, Gud tosar sum oftast ikki hoyriligt til okkara á sama hátt, sum vit tosa við hvønn annan – og hetta merkir, at vit lættliga kunnu misskilja, mistulka ella als ikki varnast, hvat hann sigur. Vanligi trupulleikin er ikki tann, at Gud ikki samskiftir og heldur ikki tað, at vit mangla evni til at hoyra. Heldur er tað so, at vit lættliga slíta ella verða kopla frá, órógvað og leidd frá og løgd afturum ta inniliga sambandið, vit vóru skapt til at hava. Tað er ein frákopling, sum stavar frá misrøkt, vansketni, veikleika og okkara egnu feilir”, sigur Pete Greig.
Um hetta byrjar at ljóða ófrættakent og trupult, so lurtið væl. Sum vanligt, so heldur Jesus øllum sera svalandi jarðbundið og einkult: “Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær,” Jóh.10,27
“»Verði ljós!«” 1.Mós. 1,3
“Við orði Harrans varð himinin skapaður, allur himinsins herur við munsanda hans.” Sálmur 33,6
Røddin hjá góða hirðanum
Fyrsta eyðkenni á sannari læru er ein grunnstøða av at veita orði hans ans, at geva orðinum gætur. Orðið, ið er umsett sum “hoyra” úr ørindinum um hirðan og seyðirnar hjá Jóhannesi 10, stavar frá grikska orðinum akouó, haðani vit eisini fáa orð sum “akustisk”. Vit kunnu kenna okkum verjuleys og býtt eins og seyðir, men Góði Hirði okkara hevur lovað at leiða okkum gjøgnum vandamikla økið, um vit vandaliga hoyra, akustikkin, frábrigdini og tónalagið í rødd hansara.
Og hetta er tí, tú viðhvørt millum kristin kann hava hoyrt onkran við sannføring siga: “Á, Gud segði mær tað”, ella “Harrin segði, at” sum um hetta var tað mest vanliga í heiminum(Og á ein hátt er tað tað). Men royn líka við tínum lækna at siga: “Lækni, eg hoyri Jesu rødd”; ella í einum rættarhøli: “Gud bað meg gera tað, vælborni harri”. Tey høvdu givið tær heilivág ella hildið tær aftur, áðrenn tú fekst sagt, halleluja.
Og kortini, mong av okkara mest kendu, sum hava livað, hava opið játtað at hava hoyrt rødd Guds, líka frá George Washington Carver til Florence Nightingale, mamman til nútímans sjúkrarøkt, sum skrivaði í sína dagbók, stutt áðrenn hon gjørdist 17 ár: “Gud talaði til mín og kallaði meg í sína tænastu.”
hindur og forðan
At vaksa upp í meira einføldum tíðum í eini fittari, Bíbliu-trúgvandi sóknakirkju lærdi meg ongantíð at hoyra orð Guds á henda inniliga mátan. Eg lærdi avgjørt at lurta til prædikur. Eg lærdi eisini at leita í Bíbliuni eftir ørindum, ið tóktist at vera viðkomandi til mín í ymsum lívsstøðum. Eg haldi, eg bert væntaði, at Gud fór at siga okkurt við meg, tá eg hevði tørv á hansara serligu vegleiðing í serliga Stórum avgerðum, og eg ivaðist í roynd og veru ongantíð, at hann kundi tosa á yvirnatúrligan hátt til trúboðarar og fólk, sum tóktist meira serlig enn eg. Men eg lærdi ongantíð veruliga at hoyra røddina hjá Góða Hirðanum sjálvur, ikki sum ein náttúrligur partur í einum kærleikssambandi. Tá eg líti aftur, so haldi eg, tað var tí eg uttan at vita av tí hevði skapt tríggjar grundleggjandi trupulleikar, at Gud talaði til mín. Hesir kunnu lýsast sum tríggir hættir: sálarfrøðiligur, gudfrøðiligur og royndir.
1. Sálarfrøðilig
Eg kendi meg óverdigan til ein og hvønn serligan ans frá Gudi , og royndir mínar stuðlaðu hesum. Tá eg bað um, at undur máttu henda, so kendist tað, sum tey ongantíð hendu. Tá eg las Bíbliuna, so tóktist hon altíð óviðkomandi. Tá mær tørvaði, at Gud greip ógvusliga inn, hoyrdi eg ongantíð eina týðiliga rødd, einglavitjan ella ein yvirnatúrligan dreym. Eg kendi meg ikki andligan ella serligan nokk til at hoyra Gud á sama hátt, sum menniskju hoyra Gud í Bíbliuni ella á fjarskotnum støðum kring heimin í dag. Kanska hevur tú tað á sama hátt, og roynir at fáa svar Guds upp á aktuellar trupulleikar sum í Ukraina?
Hvussu vit hoyra Gud tala er um, hvussu okkara nervarásir hava lært at taka ímóti og viðgera signalir, og hetta er ójavnt frá persóni til persón.
2. Gudfrøðilig
Eg haldi kanska eisini, at eg hevði tikið nakrar av fordómunum frá “dispensationismuni” til mín, hóast eg ikki visti, hvat hugtakið merkti. Dispensationisman inniber, at vit ikki skulu vænta, at Gud tosar og handlar á sama hátt, sum hann gjørdi í Bíbliuni, av tí at hetta doyði í somu løtu, blekkið tornaði á Nýggja Testamenti.
Ein av trupulleikunum við hesi hugsan er, at hon lítisvirðir veruleikan, at menniskju misskilja og misnýta Bíbliuna, eins og samskifti Guds á annan hátt. Hon sær eisini burtur frá tí, at Bíblian lærir okkum at vænta, at Gud eisini talar til okkara á annan hátt enn beinleiðis gjøgnum Bíbliuna. Dispensationisman gevur bert meining, um vit ikki skulu rokna við undrum, sum leiðir meg til triðja trupulleikan hjá mær at hoyra rødd Guds…
3. Roynd
Eg kendi ikki til inniliga akustikkin í rødd Guds. Umframt Bíbliuna, so væntaði eg í veruleikanum bert, at Gud samskifti gjøgnum mína samvitsku(sum í grundini var, at Gud segði nei til ymiskt) og gjøgnum nakað, vit sipaðu til sum “havandi frið”, soleiðis at skilja, at tá, vit tóku rættar avgerðir, tá fingu vit tað gott og vórðu fylt við eini kenslu av vælveru, men tá vit hinvegin tóku skeivar avgerðir, tá misti vit tann friðin.
Fyri meg gjørdist hetta ongantíð ein góð roynd. Í roynd og veru eru tær bestu avgerðirnar, eg nakrantíð tók, gjørdar, meðan eg var nærum runnin í stein í ræðslu, eitt nú, tá eg bað um hondina hjá konu míni ella dagin eg byrjaði “starvsvenjingina”, sum kollvelti míni viðurskifti við Harran, tá gekk eg oman eftir innkoyringini bókstaviliga fyltur við ræðslu og kendi als ongan frið á mær og soleiðis kundi eg nevnt fleiri. Friður er eitt sera subjektivt amboð at nýta til at taka stórar avgerðir uppá, serliga um tú ert eins fjálturstungin sum eg eri.
Gud tosar í dag
Hetta hevur týdning, tí vit blanda ofta gudfrøði við sálarfrøði. Tað at Gud talar, tað snýr seg um gudfrøði. Tað er um náttúru Guds. Í 1.Mósebók 1 skapar hann alheimin við sínum orði, og í Jóhannes 1 hoyra vit um Jesus sum Orð Guds. Okkara Gud er hin stóri samskiftarin. Men mátin, vit hoyra hann tosa uppá, tað er ikki ein gudfrøðiligur háttur, men ein sálarfrøðiligur. Tað snýr seg um, hvussu nervarásirnar hava lært at taka ímóti og viðgera dátur, og hetta er ymiskt frá einum persóni til annan.
Ein persónur kann gerðast serliga ávirkaður av kenslum sínum, tá hann skal biðja um hondina hjá vinkonuni, meðan ein annar gerst frá sær sjálvum av ótta. Hetta sigur møguliga meira um mátan, hesin persónur er íbundin enn tað sigur nakað um Guds vilja fyri lív teirra.
Mong menniskju stríðast at hoyra Gud, tí tey eru vorðin uppald at lurta eftir rødd hansara á mátar, sum eru sera truplir og av og enntá ógjørligir hjá teimum at gera. Ein akademisk kanning í USA kom fram til sínámillum sambandið millum ávísar sálarfrøðiligar eginleikar og hvussu andalig fyribrigdi verða uppfatað. Serligar menniskjatypir, er tað líkt til, hava tað nógv truplari at hoyra rødd Guds enn onnur.
Mong opin og útvendig menniskju stríðast at hoyra rødd Guds, tí lurtitilfarið er framleitt av innhugsnum menniskjum, ið hava serliga gleði í kvirru og einsemi, og tí koma tey fram til, at tey eru vánalig at biðja. Hesi havi stóran tørv at kenna, at tað er eins møguligt og ikki minni andaligt, at kenna rødd Guds á almennum støðum, saman við øðrum menniskjum og gjøgnum ávirkan frá øðrum. Ja, sigur Bíblian: “Ver tú fyri Harranum stillur og honum bíða, …”, men tað sigur somuleiðis “Komið, latum okkum fyri Harranum fegnast, rópum fagnaðarróp fyri várar frelsu kletti!” Sálmur 95,1
5 hættir at hoyra Gud
1. Bíblian
Tá tað snýr seg um at hoyra Gud, tá er Bíblian hjartamál hansara. Onki, Gud sigur á nakran annan hátt ella í nøkrum øðrum samanhangi kann skúgva Skriftina til viks, máa støði undir ella mótsiga hana.
2. Bønin
Hvussu flyta vit okkum frá at rannsaka Skriftirnar objektivt og hoyra boðskapin til at taka ímóti orði Guds persónliga í okkara egna lívi? Máttmiklasta amboðið, eg nakrantíð havi kent, nakað sum hevur kollvelt míni egnu persónligu viðurskifti við Bíbliuna og er vorðið fyrimyndin fyri andaktina, eg hjálpi at skriva, taka upp og útgeva dagliga, tað er gamli siðurin, lectio divina – spakuligi, frómi lesnaðurin úr Skriftunum, sum styrkir hugflog og umhugsni.
3. Profeti
Eg møti so nógvum menniskjum – serliga ungum – sum eru deyðatroytt av hættunum, sum profetiir hava verið nýtt og misnýtt hesi seinnu árini. Rødd Guds hevur óivað verið gjørd galdandi av órøttum á skammiligan hátt. Eg skilji væl, at tit mega vera sera nógv á varðhaldi fyri sokallaðum profetum og forsøgnum teirra. Men ger tær sjálvum tann beina ikki at taka frástøðu móti hesi týðandi og undurfullu gávu Heilaga Andans, sum vit møguliga hava meira tørv á nú enn nakrantíð fyrr. Latið okkum staðin venda aftur til bíbilsku læruna og mannagongdir í vanligum viti og skili, sum stuðla hóskandi nýtslu av hesari gávu.
4. Dreymar
Í bíbilskari tíð vóru dreymar nakað av tí mest sambærligu, álítandi og máttmiklu hættinum hjá Gudi at samskifta uppá. Hetta er serliga vert at leggja sær í geyma, tí í dag verður dreymurin lítið og onki nýttur at hoyra rødd Guds í vestliga heiminum. Í veruleikanum fingu nærum allir teir størstu persónarnir í Bíbliuni týðandi dreymar og sjónir frá Gudi. Nakrir teirra vóru symbolskir, aðrir vóru ávaringar og aftur aðrir vóru amboð til ítøkiliga leiðslu. Høvuðseyðkenni Andans úthelling á alt hold síðstu dagarnar sambært Jóel og nevnt av Pæturi, er ikki tungutala, at rysta og detta niður, men tað er júst vøkstur í dreymum og sjónum. Um tú ert fyltur við andanum, so eigur tú tessvegna at vænta, at Gud tosar soleiðis til tín.
5. Felagskapur, skapan og mentan
Tað er ongir liðir í skaparverki Guds, sum hann ikki kann og vil tosa ígjøgnum. Vit mugu læra at skilja ímillum rødd Guds í øllum pørtum av lívinum, ikki bert í átrúnaðarligum høpi. Vit mugu læra at lurta meira vandaliga eftir teim menniskjum, okkara mentan ikki vil vita av, tí Gud talar mest áhaldandi og álítandi ígjøgnum tey marginaliseraðu – børn, fátæk og tey líðandi, sigur Pete Greig, sum hevur skrivað bókina, “How to hear God” um evnið.
Premier Christianity: Pete Greig