Hvussu hugsa missión inn í okkara dagliga arbeiðslív?

Hesin spurningur er á dagsskránni komandi vikuskifti 16.-18. februar í Meinigheitshúsinum í Havn, har Steinar Opheim, leiðari í felagsskapinum Tent International, hevur undirvísing fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld.

Evnið snýr seg um tjaldmakaramissión – eitt hugtak sum kemur frá Paulusi, ið hevði sum yrki at gera tjøld. Soleiðis vann hann sær pengar til lívsins uppihald, meðan hann boðaði gleðiboðskapin, har hann vitjaði.

Og har hitti [Paulus] ein Jøda, Akvilas at navni, ættaðan frá Pontus, sum var nýkomin frá Itáliu, og Priskillu, konu hansara; tí at Klaudius hevði boðið, at allir Jødar skuldu fara burtur úr Róm. Hann fór til teirra, og av tí at báðir høvdu sama handaverk, kom hann at búgva hjá teimum, og teir arbeiddu saman, tí at yrki teirra var at gera tjøld. Men hann hevði samtalur í samkomuhúsinum hvønn hvíludag, og sannførdi bæði Jødar og Grikkar.

Áps. 18,3-4

Hetta gav eisini Paulusi møguleika til at koma í samband við menniskju frá ymsum bakgrundum, og uttan iva hevur hann nógvar áhugaverdar samrøður á býartorginum. Hann undirstrikar eisini, at vit ikki eiga at girnast tað, ið onnur hava, men arbeiða fyri tí, ið okkum er tørvur á, og at vera teimum veiku til hjálpar, samstundis sum vit minnast Jesu orð, at “sælari er at geva enn at taka”. (Áps. 20,33-35)

LES EISINI  TEMA-dagar í Havn frá hóskvøldinum

Steinar Opheim er stovnari og leiðari av felagsskapinum Tent International (www.tentinternational.org), sum er ein tilfeingisdepil fyri vinnulívsfólk, yrkisfólk, arbeiðsfólk og lesandi, sum vilja tæna Gudi ígjøgnum lív og arbeiði á altjóða arbeiðsmarknaðinum. Steinar hevur royndir innan mikro-fígging, tvørmentanarligt samstarv og stovnan av kirkjum í Mið-Ásiu. Hann er lærdur journalistur og hevur eina MA í tvør-mentanarligari leiðslu.

Steinar hevur áður vitjað í Føroyum, eitt nú í samband við tema-dagarnar í Meinigheitshúsinum í Havn í fjør, har fokus eisini varð sett á tjaldmakaramissión og at náa tey ónáddu fólkasløgini.

Skráin

Fríggjadag 16/2 – Fyrilestur og samtala kl 19:30
Hvussu vera ein sendimeinigheit fyri tjaldmakarar? – Hvat krevst og hvussu vera ein tjaldmakarameinigheit?

Leygardag 17/2 – Fyrilestur og samtala kl. 19:30
Arbeiði av eini aðrari verð: Gev arbeiðinum ta pláss, sum Gud ætlaði

Sunnudag 18/2 – Møti kl. 17:30
Hav dirvi fyri Gud: 6 ting vit kunnu læra frá Dánjal um hvussu vit kunnu tæna Gudi í okkara arbeiði

LES EISINI  Hevur tú Gud við til arbeiðis?

Tiltøkini eru almennn og øll eru vælkomin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina