Hvussu náa vit tey ónáddu?
Hendan spurningin grava tey djúpri í til TEMA-dagarnar í Meinigheitshúsinum 26.-29. januar, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Fokus verður sett á tey ónáddu fólkasløgini. Hvørji eru tey, og hvussu náa vit tey? Missiónsvirksemi er nógv broytt seinastu árini soleiðis sum alt er nógv broytt. Hvussu kunnu vit luttaka í missión, fyri at øll fólkasløgini koma at hoyra gleðiboðskapin um Jesus? Hetta kemur Steinar Opheim, leiðari í Tent, at greina meira um og undirvísa okkum um.
SKRÁIN
Hóskvøld kl. 19:30 – Evangeliið til øll fólkasløg og øll sløg av fólki
- Hvat meinti Jesus, tá hann bað okkum fara til øll fólkasløg?
- Hvussu langt eru vit komin í dag?
- Hvat kunnu vit gera fyri at fullføra Jesu kall?
Fríggjakvøld kl. 19:30 – Fakfólk, vinnulívsfólk og lesandi við evangeliinum til ónádd.
Leygardag kl. 10:00-12:00 – Seks mátar at tæna Gudi í arbeiði og lesnaði
Leygarkvøld kl. 19:30 – Við Paulusi sum fyrimynd í 2023
Sunnudag kl.17:30 – Fimta evangeliið
Kelda: Meinigheitshúsið