Hvussu ivi hjálpir okkum at biðja

Óvissa kann reka okkum til Guds í eyðmýkt og falsloysi.

Er tað løgið, at ivi kann treingja inn í okkara bønir, um vit hugsa um stóru frástøðuna millum tað, Skriftin gevur lyfti um og so okkara egni veruleiki? Í Markus 11,23 sigur Jesus, at Gud fer at umskipa landafrøðina, um vit koma til hansara í trúgv. Avleiðingarnar verða, at himmalski Faðir okkara fer at gera undurfullar lutir. Kortini kunnu vit helst øll kenna okkum aftur í at hava biðið um verðslig undur – møguliga at steðga okkara andvekri, loysa eina drúgva ósemju – og okkara umstøður víkja ikki. Tað er hesum rúminum, at ivin tekur seg upp millum okkara.

Bróðir Jesu, Jákup, ger trúarlíkningina uppaftur truplari við at rógva fram undir, at orsøkin til, at okkara “persónligu fjøll” ikki vikast gott kann vera, at ivi onkursvegna hevur spent bein fyri okkara trúgv.

Men hann biði í trúgv og ikki ivandi; tí at tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum. Tí at ikki má tann maður hugsa, at hann skal fáa nakað hjá Harranum, slíkur tvílyntur maður hann er, vinglutur á øllum vegum sínum.
Jákup 1,6-8

Hvør kann tá biðja? Tí um vit eru reinlynt og ærlig, so stríðast vit øll við ivan av og á. Slík ørindi sum hetta kann fáa okkum til at halda, at tað hevði verið betur antin at nokta fyri ivanum ella heilt at halda seg frá Gudi í slíkum støðum.

Ivi kann gera okkara trúgv veika, men hann nýtist ikki at fáa okkara bønir at tagna. Í roynd og veru kann trúgvin gerast størri og djúpari, tá vit koma til Guds við okkara iva.

DNA’ið í ivanum
Ivin kann ávirka hvønn einstakan okkara á ymsan hátt gjøgnum kristna lívið. Tað er eins og loynilig kelda, ið rennur saman við trúarinnar vegi. Ivin kann treingja inn í lív okkara gjøgnum mong portur, eitt nú ósvaraðar bønir, partar av Skriftunum, ið ikki samsvara við lívi okkara, ella óskerd líðing ella sár frá øðrum trúgvandi eru vanligar orsakir til iva. Tá tílík, ið siga seg fylgja Jesusi eftir, uppføra seg óhóskandi, so kann tað elva til, at svongdin hjá øðrum uttanfyri at gerast partur av kristna umhvørvinum og koma Gudi nær, minkar.

Ivi kann eisini koma upp, tá okkara væntanir verða knústar. Sama um vit eru tilvitað um tað, so bera vit ofta ávísar væntanir fyri, hvussu Gud eigur at svara okkum upp á bønir okkara. Vit byggja hesar væntanir upp um, hvussu vit tulka tað, vit lesa í Skriftini, hvussu vit eru upplærd og eftir, hvørjar royndir vit hava gjørt okkum. Svarar Gud ikki bønum okkara soleiðis, sum vit høvdu vónað og hugsað okkum tað, so kunnu vónbrot føra til iva og kanska á slíkan hátt, at vit ivast, um tað yvirhøvur er vert at biðja.

At semjast við ivan
Um vit taka orð Jákups til okkum, so kunnu vit lættliga halda, at vit rætt og slætt bara mugu hava meira trúgv, ella vit kunnu ímynda okkum, at fyri at koma tvørtur um ivan, so mugu vit duga at finna meira vitan. Men veruleikin er tann, at vit ikki kunnu framleiða trúgv og vit fara aldri heilt at kunna skilja Gud, sama hvussu nógv skriftorð vit læra okkum uttanat, hvussu nógv skeið-stig, vit vinna okkum ella hvussu langar bønir vit halda. Eins og Paulus minti samkomuna í Korint, at nú síggja vit í spegili, í gátu (1.Kor.13,12) Vit eru ein avmarkaður skapningur, bundin at tíð og stað og uttan evni til fult út at skilja okkara egnu frásøgn, tíansheldur gátufullu mið og mál Guds ella dagsskrá hins ónda.

Í ávísan mun er ivin tongdur at, hvussu, vit sjálvi uppfata tað. Um vit skilja ivan eins og skaldið, Alfred Lord Tennyson í spølni, “Djevla-føddur” ella í ætt við eitt álopsfólk, ið brýtur gjøgnum okkara verjugarð fyri at taka av og knúsa trúgv okkara, ja so mugu vit sleppa okkum undan ivanum, hvussu so víkur ella vendir. Men hetta er ikki tað einasta.

“Eg síggi ikki trúgv og iva sum mótsetningar,” sigur serfrøðingurin í Nýggja Testamenti, Scot McKnight. “Ivin er ofta íbúgvandi í trúnni.” Um vit kanna okkara iva og fylgja slóðini aftur til kelduna, so kann tað væl vísa seg at avdúka okkara svikaligu gerðir mótvegis Gudi og okkara veiku royndir at stýra hann. Í slíkum føri kann ivin í veruleikanum leiða okkum í eyðmýkt til Guds og styrkja okkara relatiónir til hansara við at flyta okkara bønir til størri ærligheit og inniligheit í Gudi.

Hvussu eiga vit so at biðja?
Skriftirnar eggja okkum til at biðja uttan íhald og við fullum áliti á, at onki kann skilja okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi(1.Tess.5,17; Róm.8,39-39). Hetta onki umfatar eisini ivan.

Vit kunnu kenna okkum fullvís í hesum báðum sannleikum: Spurningar og ivamál eru vanligar royndir millum trúgvandi menniskju, og Gud leingist eftir at koma í samband við teg. Tað gevur í grundini onga meining, at Gud vil hava okkum til at nokta fyri, týna, ella skifta sundur okkara iva, áðrenn vit venda okkum til hansara í bøn. Hugsið bert um sambandið millum eini hjún: Kvirra og tøgn loysa sjáldan eina ósemju og fáa partarnar at nærkast hvør øðrum. Tað er meira sannlíkt, at hetta fær gjónna millum partarnar til at verða uppaftur størri og djúpari. Hetta sama ger seg eisini galdandi í okkara lívi við Gudi: Tá ivi og misálit koma upp, so mugu vit vera nærverandi, eym, sár og halda á við at biðja.

Skriftin hevur nógv dømi um menniskju, ið vísa, at eitt menniskja bæði kann seta spurningar til Guds og bønarsvar hansara og samstundis eisini halda á at geva seg heilt til Guds í trúgv. Hugsi bara um Sáru, kona Ábrahams: Tá hon hoyrdi teir tríggjar løgnu vitjandi menninar spáa, at hon skuldi verða við barn innan eitt ár, ja, tá læi hon um hetta og trúði tí ikki, tí hon var vorðin gomul. Men Gud uppfylti lyftið og Sára verður róst sum ein trúarinnar hetja, tí hon samstarvaði eftir Guds ætlan, hóast hon ivaðist(Hebr.11,11)

Skriftirnar eggja okkum til at biðja uttan íhald og við fullum áliti á, at onki kann skilja okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi(1.Tess.5,17; Róm.8,39-39).
Hetta onki umfatar eisini ivan.

Dávid kongur, ið ikki goymdi sínar kenslur fyri nøkrum, vísir okkum, hvussu vit eiga at biðja, hóast vit kenna okkum eins og storm-østar bylgjur. Sálmur 13 byrjar við: “Harri, hvør leingi vilt tú meg allar ævir gloyma? Hvør leingi vilt tú títt andlit fyri mær fjala? Hvør leingi skal eg bera harm í míni sál, trega í mínum hjarta dag eftir dag?” Heldur enn at fjala seg ella halda seg burturi frá Gudi ella lata sum hann ikki er órógvaður og stúrin, so kemur Dávid til Guds, alt meðan hann viðgongur sín iva og sínar frustratiónir. Tínæst biður hann: “Eg líti á miskunn tína, lat hjarta mítt frøast av frelsu tíni! Lat meg Harranum lova, tí væl hevur hann mær gjørt!” Sálmur 13,6
Her vísir Dávid, at vit ikki kunnu náa sanna lovan og prísan við at látast sum ella at avnokta.

Hvat meinti Jákup tá við, tá hann ávarandi segði, at um trúgvandi ikki bóðu í fullari trúgv, ja so kundu tey ikki vænta at fáa nakað frá Gudi? Kanska gav Jákup ikki eini boð fyri at fáa okkum at tiga, tá vit eru ivandi, men heldur, greiddi McKnight mær frá, heitti Jákup tey trúgvandi til “heilt at líta á” Gud – sama hvørjar umstøðurnar vóru. Hesin lítið sjónligi munurin er týðandi. Vit mega koma at kenna iva um hvat og hví, men verða hildin frá at ivast um hvør. Møguliga rættleiðir Jákup ikki trúgvandi fyri at vera ivandi; hann ávarar okkum frá at skelda Gud.

Einar dyr til øktan innileika
Svar Jesu til teirra, ið ivaðust, átti at givið okkum sjálvsálit til at nærkast honum, sama hvør kensluliga støða okkara mátti verið. Messias vendi aldri bakið til tey, ið trúgv leitaðu til hansara, hóast tey opið viðgingu teirra iva. Tvey dømi um hetta er møti Jesu við pápan til drongin, ið var besettur av illum andum og lærusveinur hansara, Tummas.

Tá hesin mótfalni pápin kunnaði Jesus um støðuna hjá syni sínum, so skoytti hann uppí, “… men um tú ert nakað mentur, tá miskunna okkum og hjálp okkum.« Men Jesus segði við hann: »Um tú ert mentur! Alt er møguligt fyri honum, sum trýr.« Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: »Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!«” Markus 9,21-24

Í tí kanska kendasta partinum um iva í Nýggja Testamenti, setur Tummas orð á sítt stríð at tora at trúgva frásagnirnar um Jesu uppreisn: “… »Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.«” Jóh.20,25

Við soleiðis at hjálpa Tummasi ígjøgnum sín iva, tosar Jesus gjøgnum allar tær farnu øldirnar til okkara fyri at normalisera spurningar og ivamál og at tryggja okkum, at tey ongantíð nýtast at gerast ein forðing fyri at hava inniligt samband við seg. Vit kunnu líta á, at Kristus fer ikki at venda sær burtur frá okkum, heldur ikki, tá trúgv okkara ridlar.

Við at geva iva okkara gætur heldur enn at nokta fyri honum ella skamma okkum sjálvi, kunnu vit syrgja yvir støðini, har Gud ikki svaraði bønum okkara, so sum vit høvdu vónað, sleppa okkara følsku sannføring og órealistisku væntanir, og heldur menna eitt meira inniligt bønarlív. Ivi vrakar okkum ikki frá at biðja. I roynd og veru skuldi tað eggjað okkum til at biðið enn meira, tí kærleiki Guds og trúfesti mega vera tað einasta, ið er máttmikið nokk og satt nokk til at taka burtur ivan.
Christianity Today: Dorothy Littell Greco

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina