Hvussu kann eg vera vísur í, at Gud er til?

Nógv fólk hava gjøgnum tíðirnar roynt at prógva, at Gud er til. Men, Gud kann ikki prógvast, og vit kunnu ongantíð vera so vís í, at Gud er til, at okkum ikki nýtist at trúgva.

Ímynda tær, um eg kundi gjørt Gud sjónligan fyri tær ein lítla løtu og fingið hann til at gjørt eitt undur og síðani var hann burtur aftur. Eg vænti ikki, at tað hevði gingið long tíð áðrenn tú fórt at ivast, um tú nú veruliga hevði sæð Gud. Um eg hinvegin gav tær eitt matematiskt prógv uppá, at Gud er til, so er væl hugsandi, at tú hevði brúkt restina av tínum lívi til at leita eftir einum roknifeili.

“Ein Gud, sum kann prógvast er ikki nakar veruligur Gud” verður sagt, og tað er nakað um tað.

Vit kunnu ikki skilja Gud, tí okkara høvd kann ikki rúma honum. Men, vit kunnu kanna,  um tað sum Gud sigur í sínum orði – Bíbliuni – er álítandi.

LES EISINI  Trúgv grøðir - Styrk heilsuna

Vit síggja ikki vindin, men vit vita at hann er til, tí vit føla hann og vit síggja hvat hann ger t.d. við grasið. Soleiðis kunnu vit eisini síggja avleiðingarnar av Guds kærleika og umsorgan bæði í heimssøguni og í okkara egna lívi. Ígjøgnum sítt orð í Bíbliuni vil Gud, at vit skulu koma at kenna hann og trúgva á hann.

Luk 16,31: “Men hann segði við hann: Lýða teir ikki á Móses og profetarnar, tá munnu teir ikki heldur taka eftir, um onkur reis upp frá deyðum.”

Her sigur Jesus, at um menniskju ikki vilja trúgva vegna orðið, so trúgva tey heldur ikki, um ein av teimum deyðu rísir upp. Endamálið við Bíbliuni er ikki at fáa fólk rokna við at Gud er til, men at menniskju skulu fáa eitt persónligt samband við hann.

Gud hevur faktiskt givið eitt ítøkiligt próg um, at hann er til. Hann sendi sín son. Tí ber tað nú til at kanna søgulig fakta viðvíkjandi Jesu lívi, deyða og uppreisn. Jesus reis upp frá deyðum. Áps. 1,3: teimum, sum hann eisini sýndi seg fyri livandi aftan á pínslu sína við mongum prógvum, við tað at hann læt teir síggja seg í fjøruti dagar og talaði um tað, sum hoyrir Guðs ríki til.

LES EISINI  Heystmøtir í Meinigheitshúsinum í Havn

Um Jesus ikki livdi, doyði og reis uppaftur, so er Bíblian ikki álítandi. Men, um hesar hendingar eru veruligar, tá hevur Gud givið okkum eitt endaligt prógv: Hann er veruliga Gud.

Eg vil eggja tær til at lesa og kanna í Bíbliuni, um Gud ikki veruliga er til, og um tú ikki kanst hava álit á honum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina