Hvussu skulu vit líkjast okkara bíbilsku hetjum?

Kristin hava seinastu øldirnar stríðst við hugtøkunum eftirfylgjan, at líkjast, at taka eftir ella at eftirapa. Rákið innan vinstra vongin í kirkjuni hevur verið, at Jesus er lítið meira enn ein góð fyrimynd, sum vit kunnu eftirapa, tá ið talan er um kærleika og evni at rúma menniskjum. Á hinum vonginum hava summir av teimum konservativu gudfrøðingunum ávarað staðiliga ímóti nakrari eftirapan yvirhøvur.

Orð: Jason Hood

Mitt í øllum hesum meldrinum, so kann kosturin hjá Dánjali vera ein frymil, Jesus kann vera ein fyrimynd hjá leiðarum. Summar av moralistisku talunum, sum tosa um, hvat vit skulu gera, kunnu vera miskunnarleysar móti áhoyrarunum, tí evangeliið verður ikki boðað.

Øll tey, sum eru vaksin upp mitt í hesum spenningsøkinum hava søgur, sum kunnu lýsa hesa tvístøðu. Eg minnist, at vit einaferð gingu sjey ferðir runt eina kirkju, har vit bóðu um at trupulleikarnir við frárenslinum máttu hvørva. Leiðslan í kirkjuni hevði fingið íblástur úr Jósva bók og úr Hebrearabrævinum 11,30. Vit royndu at gera eins og bíbilsku persónarnir í vón um, at vit fóru at fáa somu framgongd, sum tey fingu.

Fyri tey, sum ikki ordiliga skilja, ella møguliga ræðast eftirapan, kunnu tríggir teir síðstu kapitlarni í Hebrearabrævinum (Hebr. 11-13) vera ein stutt innleiðing í, hvat trúgv, lýdni og eftirapan av Jesusi og hinum trúarhetjunum er. Vit skulu her hyggja nærri at tveimum sermerkjum í hesum trimum kapitlum, sum kunnu hjálpa okkum undan misskiljing, og samstundis eggja okkum til eftirfylgjan.

1) Bíbilska allýsingin av eftirfylgjan

Hetta brotið úr Hebrearabrævinum hjálpir okkum at lýsa eftirfylgjan ella eftirapan. Ivamál ella trætur kunnu koma av eini ov smalari allýsing. Vit liva í eini tíð, har kloning eru ein møguleiki, og øll vita, hvat ein kopimaskina er. Tí kann tað vera trupult at skilja, at eitt fullkomið kopi er sjálvdan tað, sum bíblian meinar við, tá ið tosað verður um eftirfylgjan. Tað er her, sum “miðjan” ofta tekur feil. Tá ið Paulus bað kirkjuliðið í Korint um at vera…eftirfylgjarar mínir, eins og eg fyri mín part eri Krists!  (1. Kor 11, 1), so meinti hann ikki, at tey øll skuldu fáa sær 12 lærusveinar, ella at tey skuldu tosa arameiskt (ella at tey skuldu ganga runt um kirkjuna sjey ferðir). Nei, hann kallaði tey til eitt lív, sum skuldi vera merkt av krossinum og av uppofran.

LES EISINI  Sum faðir, so sonur

Tað er júst hetta, sum vit finna, tá ið vit granska Hebrearabrævið kapitul 11 í veruliga samanhanginum. Høvundurin væntar ikki, at lesararnir skulu verða krossfestir eins og Jesus, hann eggjar teimum heldur ikki til at herseta Kánansland ella at vinna bardagar. Nei, rithøvundurin eggjar lesarunum til at gera góðar gerðir og at stríðast og líða. (Heb. 12, 4; Heb. 13, 1-25).

Í brævinum verður høvuðsdentur lagdur á tað, sum trúðarhetjurnar mistu við at vera lýðin og liva eftir síni trúgv. Hóast vit eisini lesa um nakrar sermerktir sigrar, so eru tað missurin, sum stendur serliga klárur: lív, familja, land, fæ og ognir, arvur, heilsa, framgongd, umdømi og sosialur týdningur.

Hesar trúarhetjurnar úr Gamla Testamenti avnoktaðu seg sjálvar og tóku upp teirra kross, eins og vit eisini eiga at gera (Mark 8, 34). Tað er hetta sum ger, at hesar hetjur eru verdar at minnast og at eftirapa.

Eins og vit lesa í Hebr. 13, 7 so er tað ein ávís trúgv, sum vit skulu fylgja eftir. Tá ið talan er at eftirapa atburðinum hjá Jesusi og trúðarhetjunum, so letur hetta seg bert gera, um vit samstundis fylgja teimum eftir í teirra trúðarlívi. Trúðarhetjurnar hava ongantíð eftirapa Jesusi fullkomiliga í hansara krossdeyða, men krossurin hevur altíð myndað lívið hjá teimum, sum vilja fylgja Jesusi eftir.

 

2) Trúgvin sum drívmegi til eftirfylgjan

Við niðurlagnum “Við trúgv” roynir rithøvundurin, sum hevur skrivað Hebrearabrævið, í 11. kapitli at vísa okkum tann gudfrøðiliga samanhangin fyri okkara eftirfylgjan (les eisini Hebr. 13,7) Charles Drew greiður í bókini The Ancient Love Song: Finding Christ in the Old Testament frá, at “avmarkaða vitanin” hjá teimum gomlu um Jesus forðaði teimum ikki í at leita til sama frelsara, sum vit hava. Hetta er galdandi, hóast vit í dag hesumegin Jesu krossardeyða og uppreisn hava eina størri opinbering. Trúgv, sum jú er álit á tað, sum Gud hevur lovað (Hebr. 11,1) – og álit á, at Gud er til og lønar teimum, sum leita til hansara (Hebr. 11,6) – er kjarnin í einum gudsóttandi lívi til allar tíðir.

LES EISINI  Sum faðir, so sonur

Læran í Gamla Testamentið er tann, at átrúnaðarligir gerningar uttan trúgv eru einki verdir, eisini um vit royna at gera sum Jesus. Tí er tað, at vinstri vongurin í kirkjuni, sum einans sær Jesus sum eina góða fyrimynd, fer skeivur. Men hin síðan av medaljuni er líka umráðandi. Í Hebrearabrævinum verður aftur nevnt um trúgv og lýdni (og vanntrúgv og ólýdni) soleiðis, at tað týðiliga sæst, at trúgv og gerningar ganga hond í hond (Hebr. 3,18-19; 4,2&6; 5,9-10 & 23-39). Persónarnir, sum verða umrøddir í 11. kapitli í Hebrearabrævinum eru okkara forfedrar í trúgv og góðum gerningum. Tey eru okkara forfedrar í góðum gerningum, tí tey eru okkara forfedrar í sannari trúgv.

Bæði í Hebrearabrævinum, Jákupsbrævinum og í restini av Nýggja Testamenti verður sonn trúgv ongantíð lýst sum nakað, sum vit hava fyri okkum sjálvi, men sonn trúgv er altíð virkin.

Sum Luther skrivaði í fororðunum til Rómverjabrævið, so er trúgvin “eitt livandi, skapandi, virkandi og máttmikið ting…Trúgvin spyr ikki eftir, um nakrar góðar gerðir eru at gera, men áðrenn man veit av, hevur trúgvin longu gjørt góðu gerðirnar og trúgvin ger framhaldandi góðar gerðir.”

LES EISINI  Sum faðir, so sonur

Um uppgávan var at byggja eina ørk, at ofra ein son, njósnarar sum goymdu seg, ella at hertaka Kánansland, so vórðu hesar góður gerðir gjørdar “við trúgv”, sum vit eisini lesa í Hebrearabrævinum kapitul 11.

Jesus er “tann fullkomna fyrimyndin uppá teirra ófulkomnu trúgv”

Listin við trúarhetjunum vísir okkum hetta, sum Luther orðaði soleiðis “Trúgvin er eitt livandi, óttaleyst álit á Guds náði, so trygg, at hin trúgvandi hevði kunna doyð túsund ferðir í hesum áliti.” Ígjøgnum Ísraels søgu hava trúarfyltir menn og kvinnur vágað lívið á, at Gud heldur síni lyfti. Tey sannaðu, at lyftini hildu. Tey avnoktaðu skurðgudar. Tey doyðu ella vágaðu deyðan við at vera trúgv ímóti Ísraels Gudi, heldur enn gudunum í landinum, har tey búðu. Tey sóu fram til ein størri og betri arv, enn tey nakrantíð kundu fáa í hesum lívi.

Jesus er “tann fullkomna fyrimyndin uppá teirra ófulkomnu trúgv.” Jesu álit á faðirin vísir okkum, hvussu vit eiga at liva sum trúarfylt børn, tá ið vit lýða (Hebr. 12, 1-11).

Vit eru eisini kallaði til at líta alt okkara lív á Guds góðsku, og líta fult á, at hann heldur síni lyfti. Hetta er altíð kjarnin í okkara eftirfylgjan.

Ein trúfast lív í Ísraels døgum og okkara døgum er eyðkent av trúgv og heilagleika, og ikki vantrúgv og verðsligum sinni. Við støði í 11. kapittli í Hebrearabrævinum kunnu vit siga, at um okkum misseydnast at hava persónarnar í Gamla Testamenti sum fyrimyndir um trúgv og lýdni, so verða vit rænd fyri ein týðandi parti av kristnum lærusveinaskapi. Tað er væl hugsandi, at rithøvudurin tekur so nógvar trúarhetjur fram sum fyrimyndir fyri at vísa okkum, at okkum tørvar so nógvar fyrimyndir, sum vit kunnu fáa.

Skrivað greinina: Jason Hood, sum er hjálparprestur í North Shore Fellowship (PCA) í Chattanooga í Tennessee.
Andrias Magnussen týddi frá thegospelcoalition.org

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina