Í fyrstuni var orðið

Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Gudi, og orðið var Gud. Hetta var í fyrstuni hjá Gudi. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. (Jóh 1,1-2, 4)

Vit megna ikki at fata dýpdina í hesum orðum. Men ein sannleiki er púra greiður: Hesi bæði hoyra saman: Orðið og Guds Sonur. Guds Sonur er Orðið, og Orðið er Guds Sonur.

Eisini er tað greitt, at í hesum Orði er ævigt lív. Orðið er ein persónur. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. (v. 3). Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara. Kol 1, 16.

Hetta ger eisini púra greitt fyri okkum, at hesin persónur, Guds Sonur, og hetta æviga lívið koma til okkara gjøgnum tann boðskap, sum hann sjálvur gevur okkum. Tann, ið tekur ímóti boðskapinum um Jesus, tekur ímóti honum sjálvum.

Æviga lívið er ein gáva frá himli. Tað verður givið í einum boðskapi um Guds egna Son, sum gjørdist menniskja. Tí sigur Jesus um tann vitnisburð, hann gevur um seg sjálvan: “Orðini, sum eg havi talað við tykkum, eru andi og eru lív.” Jóh 6, 63.

LES EISINI  Gud er trúfastur!

Hetta æviga lívið er menniskjans ljós. Hevur tú lívið, tá hevur tú ljósið. Jesus sjálvur er ljósið, eins og hann er lívið. Og hevur tú tikið ímóti ljósinum, hevur tú eisini tikið ímóti lívinum.

Bert gjøgnum hetta fáa vit ævigt lív. Tað kann ikki henda gjøgnum okkara stríð, okkara royndir at gerast gudsóttandi. Holdið – hitt gamla menniskjað – hevur ongan týdning, sigur Jesus. (Jóh 6, 63). Tað, sum kemur frá gamla menniskjanum, er og verður gamla menniskjað.

Tað, sum kemur frá himli – Orðið, tað æviga lívið – endurføðir eitt menniskja og ger tað til ein nýggjan skapning!

Lat ikki adventina og jólahátíðina fara framvið, uttan at tú tekur ímóti hesum boðskapi frá himli!

Tú, sum hevur tikið ímóti honum, um tað myrknar fyri tær, og tú ikki kanst síggja ljósið, hygg eftir hesum boðskapi og gev gætur eftir, hvat hesi orðini merkja:  Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar.

LES EISINI  Andakt á Støðlafjalli

Hygg eftir Jesusi og ikki eftir tær sjálvum!

Øivind Andersen
Ásbjørn Jacobsen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina