Ísraelskir fornfrøðingar funnið 2600 ára gamalt innsigli

Ísraelskir fornfrøðingar hava funnið eitt 2600 ára gamal innsigli, sum hoyrdi til Netan-Melek í Jerusalem. Hann verður nevndur eina ferð í Bíbliuni, sum hirðmaður hjá Jósia kongi.

Hetta er fyrstu ferð í søguni, at nakað, sum ber navnið hjá hirðmanninum, verður funnið. ”Hann (Jósia) tók eisini burtur teir hestar, sum Júda kongar høvdu sett sólini við inngongdina í hús Harrans, nærindis skemmu Netan-Meleks hirðmans í Parvarim; og vagnar sólarinnar brendi hann upp” (2 Kong 23,11).

– Mong kend innsigli og stempul koma frá antikmarknaðinum. Hetta innsiglið er harafturímóti funnið í einum fornfrøðiligum útgrevstri, sum kann tíðarfestast, og er tí sera spennandi, segði Yuval Gadot, professari við universitetið í Tel Aviv í tíðindaskrivi.

Hetta evarska lítla innsiglið er ein sera stórur fornfrøðiligur fundur. Innsiglið varð funnið í býi Dávids, stutt niðanfyri Mykjuliðið í Jerusalem. Her grava fornfrøðingar eftir dýrgripum frá eini fornari tíð.

Sambært Yuval Gadot, professara, og Yiftah Shalev, doktara, lá innsiglið inni í tí, sum hevur verið ein stórur almennur bygningur í tveimum hæddum. Hann varð eftir øllum at døma oyðilagdur, tá bábylonar oyðiløgdu Jerusalem í ár 586 f.Kr. Tað eru funnar leivdir av brendum træi, pottaskørum og øðrum, sum er oyðilagt í ógvusligum hita. Eitt gólv við litríkum flísum er dottið niður yvir eitt annað.

– Hetta eru tey gólv, sum skrivararnir hjá Jósia gingu á, segði Oded Lipschits, fornfrøðingur, við blaðið Haaretz.

Í hesum oyðilagda bygningi lá hetta lítla og tunna innsiglið. Fornfrøðingarnir staðfestu skjótt, at gamli hebraiski teksturin merkir: “Til Netan-Melek, kongsins tænara”.

Innsiglið varð í gomlum døgum brúkt til at skriva undir pergament. Hesar skriftir eru ikki slopnar undan fremmandum hervaldi og eldum í gamla Jerusalem. Men innsiglið av leiri er varðveitt, og er eitt prógv um tað brævaskifti, sum fór fram tá. Pottaskør og oyðilagdir bygningar siga sína søgu frá tíðini hjá tí fyrsta templinum. Jósia kongur ráddi fyri borgum umleið 350 ár eftir Dávid kong, sum hertók Jerusalem og gjørdi hann til høvuðsstað hjá jødiska fólkinum.

Jósia verður lýstur sum ein gudsóttandi og góður kongur. “Jósia var átta ára gamal, tá ið hann varð kongur; og hann ríkti í Jerusalem í tríati og eitt ár. Móðir hans æt Jedida Ádajadóttir úr Bozkat. Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum Harrans, og gekk trúliga í fótasporum Dávids, forfaðirs síns, og veik hvørki til høgru ella vinstru” (2 Kong 22,1-2).

Hann fór undir at umvæla templiđ í Jerusalem, har høvuđspresturin fann “lógbókina”, sum møguliga var 5. Mósebók, og tađ skumpađi undir eina reformatión.

Kelda: Udfordringen

Niđanfyri er eitt filmsbrot, har fornfrøđingarnir vísa fundiđ fram: