Ivi er sum ein óendalig marra

Michael Agerbo Mørch er gudfrøðingur og hevur prædikað kring Danmark í mong ár. Hann hevur mangan verið um at venda kristnu trúgv síni bakið, men hevur valt at geva tol og at bíða eftir Gudi.

“Áðrenn pápi mín doyði, vóru vit á sjúkrahúsinum til eina skanning. Knykilin í høvdinum var á stødd við ein tennisbólt. Meðan læknin greiddi frá hugsaði eg: “Trúgvi eg, at um eg biði til Guds um at taka knykilin burtur, so kann hann at gera tað alt fyri eitt?”

Michael Agerbo Mørch knipsar við fingrunum. Hesin 33 ára gamli gudfrøðingurin hevur eitt CV, bert fá missiónsk kristin hava: hann er fáar mánaðir frá einum ph.d í gudfrøði, starvast hjá Dansk Bibel Institut, og hann hevur hildið óteljandi prædikur og bíbliutímar kring alt landið. Hann situr í stovu síni í Fredericia-forstaðnum, Erritsø. Tey gráu skýggini í vindeyganum aftanfyri hann ávara um eitt og annað, um farast skal útum í dag.

Har er heldur ikki klárt veður í eygsjón í lívi Michaels. Tí hóast hansara CV rópar “sannførdur kristin”, so tendraði spurningurin á sjúkrahúsinum hin dagin ein iva í honum, sum ikki er søktur aftur enn.

Michael Agerbor Mørch:
-33 ára gamal
-Giftur við Elisabeth. Tey hava 3 børn
-Letur inn ph.d. í systematiskari gudfrøði seinni í vár
-Klummuskrivari hjá kirke.dk
-Bókaummælari hjá Information
-Høvundur
-Talari kring Danmark
-Undirvísari á DBI

Michael Agerbo Mørch knipsar við fingrunum. Hesin 33 ára gamli gudfrøðingurin hevur eitt CV, bert fá missiónsk kristin hava: hann er fáar mánaðir frá einum ph.d í gudfrøði, starvast hjá Dansk Bibel Institut, og hann hevur hildið óteljandi prædikur og bíbliutímar kring alt landið. Hann situr í stovu síni í Fredericia-forstaðnum, Erritsø. Tey gráu skýggini í vindeyganum aftanfyri hann ávara um eitt og annað, um farast skal útum í dag.

 “Har var einki í mær, ið trúði, tað var gjørligt. Tað var í roynd og veru ein uppliving av, at eg í veruleikanum ikki trúgvi uppá, at Gud hoyrir bøn, tá alt kemur til alt. Og tá eg altso hevði fingið hetta í meg, setti tað seg í meg: Hvat um Gud vil men ikki kann? Hvør er hann tá? Hvat nú, um hann vil, at vit skulu hava eina Bíbliu uttan villir, men ikki kundi gera tað? Hvat nú, um Gud fegin vil varðveita meg frá tí ónda, men ikki kann?”

Michael er ein royndur samskiftismaður, ið uttan trupulleikar sipar til bæði Bíbliuna, filmar, bókmentir, sálarfrøði og mentan undir eini samrøðu. Men ivi hansara er ein slíkan form, at trupult er at seta orð á.

Eg havi ikki møtt eina góða próvgrund móti kristindóminum. Men hóast tað eru allar møguligar góðar orsøkir fyri kristnu trúnni, og við eini samanhangandi trúarlæru, so upplivi eg hetta ofta sum ein rein teori, ið er koblað frá mínum veruleika. Eg kenni tað ikki aftur í mínum gerandisdegi. Eg livi undir einum tómum himni.”

Tað kundi kanska sæð út til, at ivi Michaels stavaði frá eini vreiði mótvegis Gudi aftaná deyða pápans. Hetta vísir Michael sjálvur aftur:

“Hann var sjúkur í mong ár, og hann gjørdist at enda so ringur, at tað var ein lætti hjá bæði honum og okkum, at tað endaði. Vit syrgja enn yvir deyða hansara, fimm ár aftaná.

Har á sjúkrahúsinum, tá pápin lá og stríddist ivaðist hann ikki um, at Gud vildi grøða hann, men um hann kundi grøða pápan. “Tað gekk upp fyri meg, at eg ikki kann siga, at eg nakrantíð havi upplivað, at Gud svarar bøn, uttan at eg kann koma útum tað, sum er hent. Eg kann uppliva Gud sum hjástaddur og nær, um eg fari til eitt lovsangsmøti, grundi yvir Skriftina ella gevi meg í missiónini, men so skjótt, eg vendi høvdinum, so er alt hetta horvið,” sigur hann og vísir til tveir av ivamonnum Bíbliunnar: “Eg havi onga Gideon-uppliving. Jeg kann ikki siga eins og Tummas: “Takk fyri at tú latst meg kenna sárini í tíni síðu.”

Ynski eg at tað skal vera satt?
Eitt er ivi Michaels um tann Gud, sum hevur verið ein tilvitaður partur av lívi hansara frá barni av. Eitt heilt annað er sosialu avleiðingarnar, um hann segði trúnni farvæl, ið gjørdist persónlig fyri hann í miðnámsskúlatiðini.

Eg havi í eitt langt tíðarskeið verið í kristna umhvørvinum, tí eg ikki havi yvirlit yvir, hvørjar avleiðingarnar verða av at rýma. Hvussu skuldu eg og Elisabeth skipað lív okkara saman, um eg brádliga segði, at eg ikki longur trúði á Gud? Hvussu skuldu vit uppalt børn okkara? Og arbeiði mítt og vinir. Hvat skal eg so gera í mínum lívi? Hetta hevur við millumbilum verið ein marra, ið bert heldur á.”

Umskiftið kom, tá onkur ein dagin segði við meg, “Tað kemur ein tíð, har tú mást taka eina støðu”. Setningurin gav í sær sjálvum onga meining fyri Michael, tí sama, hvørja avgerð, hann fór at taka, so var hann vísur í, at hann fór at angra hana stutt aftaná.

“Í staðin gjørdist tað heldur ein spurningur um, hvørt eg ynski, at hetta skal vera rætt. Ynski eg, at kristna svarið um frelsu og endurloysn skal gerast søgan um mítt lív? Og har má eg siga, “Ja, tað geri eg”. Eg ynski, at tann kristni Gud er til. Eg veit ikki, um hann er, men eg ynski tað.”

Eg leiti eftir Gudi har, tey kristnu siga, hann er
Tessvegna heldur Michael fast um at fara í kirkju og koma í LM í Kolding. Hann krøkir seg í felagsbønirnar, syngur við í felagssangunum, heldur halgisiðirnar og gongur til altars.

“Eg havi ikki biðið og lisið í Bíbliuni fyri mína egnu skuld í fimm ár. Eg havi roynt at byrja, men hvørja ferð hevur tað nærum givið mær kvalma. Hevur tó verið eitt vet betur henda síðsta mánaðin. Men vi hava hildið andaktir saman við børnum okkara, sum hava eina einfalda barnatrúgv, og so havi eg hildið fast við at halda á at koma til kristna felagsskapin, nú mítt egna andaktslív ikki virkar, sum tað skal.”

Michael er so smátt byrjaður aftur at prædika, men í hesum hevur hann hildið eina pausu í nærum eitt ár nú. Hann kendi ikki, at hann kundi standa á einum prædikustóli við integriteti.

“Eg meinti ikki, tað eg segði. Meinti heldur ikki tað øvugta. Eg var ikki ein hyklari, men eg visti ikki, um eg kundi standa inni fyri tí, eg segði. Eg vildi heldur lurta eftir boðanini, tí eg kundi ikki taka orðini í mín egna munn. Eg leiti eftir Gudi, har tey kristnu siga, at hann er. Í náðimiðlunum,” sigur hann við einum orði frá Luther, ið umfatar dóp, altar og boðan.
Tað gevur mær frið. Eg velji at bíða.”

Stúri fyri at detta um á gøtuni
At hava tol er eitt lyklaorð hjá Michael, ið upplivir, at veðurlagið í hansara sinnalagi valdast svøvni, atburðinum hjá børnunum, hýrinum og øðrum.

“Tað er aloftast órudd og ruðulleiki. Eg kann uppliva løtur í friðsælu, men so kemur ivin aftur,” sigur hann og skoytir uppí, at hetta skifti kann vera fleiri ferðir um dagin.

Tí sær hann sær ongan annan útveg enn at royna ikki at gerast frá sær sjálvum. Har hann í byrjanini kendi á sær, at hann var noyddur at taka eina avgerð, so veit hann í dag, at kenslurnar koma og fara. “møguliga er fyrraparturin strævin og harður, men so ljósnar út á dagin. Mín ótti er, at hesi sveiggini millum iva og greiða støðu ein dag gerast so ógvuslig, at eg ein dag bara lati tað fara. Eg stúri fyri ein dag bara at detta um á gøtuni..”

Tí vendir hann aftur og aftur til bara at hava tol, ið hann sær og skilir sum dirvi til at tola pínu.

“Bíða eftir Guði”
Sálmur 43,5

“Eg royni at tosa mítt dirvi upp, so eg kann halda ivan út. Men eg haldi tað vera ótolandi,” sigur hann og tekur eitt ørindi fram, ið hann fekk frá sínum rektara á DBI, Børge Haahr Andersen:

Trúnna kann ein ikki skapa sjálvur. Jesus kann og tað er okkara ábyrgd at leita okkum har, Gud er at finna – í náðimiðlunum, og so má andin skapa tað í tær. Tað ger hann, nær og hvar hann vil. Tað er at hava tol bara at seta seg niður har at hoyra gleðiboðskapin aftur og aftur og at biðja Gud um at bróta pansarverjuna og halda pínuna út.

Eg ynski, at tað skal vera satt. Eg vil fegin frelsast og vera saman við Jesusi á tí nýggju jørðini, men kanska vóni eg krampakendur, tí eg ikki dugi at síggja avleiðingarnar av, at lívið ikki hevur nakra meining. Í mær sjálvum býr ikki annað enn vón um, at tað má vera soleiðis. Og tað er eisini ein sannroynd, eg dugi at lesa, at onnur kristin hava gjørt sær í áratúsundir – at bíða eftir Gudi.

Trupult at tulka sum annað enn líkasæla
Tá Michael tosar um royndirnar frá øðrum kristnum vísir hann til kirkjusøguna. Hann hevur ikki nógv jaligt at siga um reaktiónirnar, hann hevur fingið, tá hann hevur lutað sín iva í teimum mongu ymsu kristnu samanhangunum, hann hevur vitjað. Svarið hevur í nærum øllum førum verið ein larmandi tøgn, sigur hann.

Síðsta ár gav Michael út bókina, “Øjebliksbilleder fra tvivlens landskab” saman við Andreas Ipsen, har ivastríð hansara var snúningsdepilin. Hann hevur eisini hildið fleiri framløgur um iva, har hann hevur lutað sína søgu. Mong, ið sjálvi stríðast við iva, hava sett seg í samband við hann aftaná og mong teirra siga, at tey óttast aftursvarini frá hinum.

“Har er menn og kvinnur, fólk, ið hava verið trúboðarar, og nýggj í trúnni, ung og gomul. Rættiliga nógv hava kensluna av iva, og tá so hini í felagsskapinum ikki siga nakað, ja so kann mann bara ganga runt og hugsa um, hvat tey so meina. Halda tey meg vera fráfaldnan? Geva tey mær ongar uppgávur, tí tey ikki hava álit á mær? Tora tey ikki at tosa við meg, tí eg tykist ill inn á Gud?”

“Tá tú lutar nakað til onnur, sum er sera tungt at bera, og aftursvarini tá er tøgn og frávera, so er tað trupult at tulka tað sum annað enn líkasæla, og so ert tú í einum felagsskapi, ið er karmurin um alt títt lív. Tá at uppliva, at tú ert heilt aleina, tað er sera hart.”

“Um fólk vóru minni áhaldin enn eg til at halda fast um at koma í kristna felagsskapin hóast ivan, so vóru tey givin fyri langari tíð síðan vegna fráveru og tøgn um hetta. Tá vit eggja fólki at luta ymiskt við onnur, so er eisini týðandi at taka upp, tá fólk koma fram við tí. Um ikki, so má verða meldað út, at bert jaligir og flógvir vitnisburðar er vælkomnir”.

Dukandi hjarta fyri teim ivandi
Sjálvur kemur hann aftur til ørindi 22 í brævi Judasar: “Og summi skulu tit tala til rættis, tá ið tey eru í iva,” Har eru nøkur, tit eiga at vísa miskunnsemi ímóti, nevniliga tey ivandi. Hann festir seg við, at ørindið peikar á, at har eru nøkur í kristna felagsskapinum, ið ivast.

“Og summi skulu tit tala til rættis, tá ið tey eru í iva,”
Judas 1,22

Ivi er sostatt ikki nøkur orsøk til at fara úr felagsskapinum. Hetta er ein týðandi áminning til okkara, ið ivast. Tað er lógligt at vera í iva í kristna felagsskapinum. Samstundis sigur ørindið, at samkoman eigur at møta teim ivandi við miskunnsemi.

Ørindið er givið okkum sum eini boð. Gud gevur okkum ongi boð, sum hann ikki sjálvur fylgir. Hetta merkir, at Gud sjálvur er miskunnsamur ímóti teimum, sum ivast og tí eigur kristni felagsskapurin eisini at vera tað,” sigur hann og heldur, at tað krevur, at vit liva og eru nær teimum, ið ivast.

“Altso, aftur at hava tol: Tol hjá tí ivandi, men eisini tol hjá teimum, sum eru um tann ivandi. Tú kanst ikki vænta, at ein samrøða loysir trupulleikan. Hetta er ikki eitt vánaligt knæ, ið skal viðgerast. Tað snýr seg um trúgv, virði, lívsáskoðan, og tað merkir, at tað krevur tol at ganga gjøgnum oyðimørkina við hesum menniskja.

Vit mugu tora at fara út um okkara tryggu garðar vegna gleðiboðskapin,  tí avleiðingin er, at menniskju rýma úr felagsskapinum ella ikki fáa sett orð á ivan, áðrenn tey eru farin úr felagsskapinum. Tí mugu vit skapa rúm fyri, at vit kunnu seta orð á ivan, áðrenn hann verður til vantrúgv.
Michael Agerbo Mørch

Tað kunnu øll í samkomuni ikki gera, ásannar hann, men vísur aftur, at ábyrgdin liggur hjá teimum nærmastu hjá tí ivandi.

“Far og spyr, um onkur er um tann ivandi. Kanska sigur tann ivandi, at har eru 4-5, og so er í lagi, men kanska er ongin. Vit mugu tora at fara út um okkara tryggu garðar vegna gleðiboðskapin,  tí avleiðingin er, at menniskju rýma úr felagsskapinum ella ikki fáa sett orð á ivan, áðrenn tey eru farin úr felagsskapinum. Tí mugu vit skapa rúm fyri, at vit kunnu seta orð á ivan, áðrenn hann verður til vantrúgv.” Sigur Michael Agerbo Mørch at enda í samrøðuni.
Tro & Mission: Nicklas Lautrup-Meiner

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina