Jákup Eið møtti Jesusi á takinum

Brot úr Heimamissiónssøguni. Porkeri fyrst í 1930-árunum
Christian Høj hevur skrivað, eftir frásøgn frá Peturi Mortensen á Geilini og øðrum

Tá stóra vekingin var í Porkeri fyrst í 1930-árunum, vórðu millum mong onnur ein kona og dóttir hennara umvend. Men vit vita, at øll vóru ikki samsint í hesum at velja Harran; tað varð ósemja í mongum heimum. Men kortini kann verða sagt, at tað nærum í hvørjum húsið, vóru fólk sum komu til trúgv á Jesus. Nógv gingu til møtini undir vekingini, og møtini vardu leingi. Jákup Eið, føddur á Eiði 19.05.1893 var giftur við Mariu, f. 21.1.12. 1888, og búðu í Porkeri. Jákup vildi ikki til vekingarmøtini og helt, at hann var líka góður kristin sum hini, sum gingu og talaðu um tað. Hann las í síni bíbil, hann bað, og hann helt, at alt var í lagi. Hann vildi ikki við til møtini; tí hann trúði, at hasir menninir, ið stóðu har og talaðu, høvdu einki at læra hann.

LES EISINI  Býur undir jørð hjá kristnum undan kavi

Gud talaði

Men so var tað tað seinasta kvøldið; Maria hevði biðið hann koma við, men hann hevði avgjørt víst henni burtur. Hon var so tung í huga farin avstað. So gekk møtið, og tað vardi leingi tað kvøldið. Men hesin maður, ið hevði verið so illur við konuna, og sum sat heima, tóktist, tað var so stilt uttan um hann, og tað var sum um, at tað bara vóru hann og Gud í køkinum. Tá byrjaði Gud í kvirruni at tala til hansara: “Hví beinir tú konuna frá tær, og hví ert tú so illur? Og hevur tú tað gott við Gud?” Hann byrjaði so at ganga upp og niður um gólvið og verja seg á besta hátt. Hann helt kortini, at hann var ein kristin; men øll vón hansara minkaði burtur í einki, og tað var til seinast, eins og gólvið sakk undir honum; tað var eingin friður: “Hetta er síðsta kvøldið”, hugsaði hann. “Hvat skal eg gera? Hann fór og vaskaði sær, læt seg í og so fór hann avstað, tí neyðin var so stór í honum.

LES EISINI  Søgan um eslið

Fult hús

Hann kundi havt spart seg fyri øllum mannaótta; tí hann slapp als ikki inn. Danststovan var stúgvandi full av fólki. Harafturat stóðu eini 100 – 150 fólk uttanfyri dansistovuna. Summi stóðu, og summi hingu uppi í vindeyganum fyri at hoyra. Skuldi hann koma ov seint á evsta degi og ikki hoyra eitt orð til hjálp og troystar? So fór hann at renna uttan um vindeyguni at vita, um tað ikki var eitt stað, har hann kundi hoyra; men har var einki. So fór hann niðan um húsini og stardi upp á takið. Tá sær hann einar tveir ventilar ella gluggar á takinum. So hugsaði hann, at um hann slapp upp á takið, kundi hann hoyra tann vegin; hann leyp so upp og megnaði at koma upp á takið.

Hoyrdi seg frelstan

Har lá Jákup og hoyrdi gleðiboðskapin, sum varð borin upp til hansara. Ja, á knøum lá hann hetta kalda februarkvøld á takinum og gjørdi upp við Gud. Hann var so gripin av hesum, at hann fór heim og byrjaði so aftur at tala við Gud heima. Møtið var ikki liðugt fyrr enn hálvgum tólv. Tá ið konan kemur heim klokkan tólv, sær hon, at tað er ljós. Og hon hugsar við sær: “Hvat nú? Er hann uppi enn? Nú verður okkurt, tá ið eg komi.” Hon hugsaði, hann var farin í song. Men tá ið hon tók í lásið, læt Jákup hurðina upp og tók ímóti henni við opnum ørmum og segði: “Nú havi eisini eg møtt frelsaranum og valt hann.” Tað kom sostatt at verða á hesi undarligu leið, at Gud møtti honum – uppi á takinum.

LES EISINI  Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði
Jákup Thomsen (Eið) og konan
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina