Jesu gravkirkja skal umvælast

Gravkirkjan í Jerúsalem skal umvælast fyri fyrstu ferð í sløk 70 ár. Ósemjur millum kirkjusamfeløgini hava gjørt tað ógjørligt at gera umvælingar uttan mun til, hvussu smáar tær eru.

Sambært siðvenjuni er kirkjan bygd á Golgata, og mong halda, at hon eisini er á staðnum, har Jesus varð gravlagdur – harav navnið Gravkirkjan. Hon er felags fyri fleiri katólskar og ortodoksar bólkar, sum hvør sær ráða yvir sínum egnu kapellum inni í kirkjuni.

Her hava ortodoksi patriarkurin av Jerúsalem og ein katólkur erkidiakonur síni sæti, og kirkjan verður mett sum tann “heilagasta” innan kristindómin, skrivar dagen.no.

Ósjónlig mørk
Hóast heilagleikan, ella kanska orsakað av honum, hevur tað verið næstan ógjørligt at fáa gjørt neyðugar umvælingar í kirkjuni, sum hevur konstruktiónir frá byzantinskari tíð, krossfararatíðini og seinni tíðarskeiðum.
Valdstríð millum kirkjurnar hevur ført til eina sokallaða “status quo”-støðu, har alt verður sum tað er, inntil allir partar eru samdir um nakað annað. Og dømini um tað eru sera fá.
Samskiftið viðvíkjandi messutíðum tykist eisini vera lítið. Tað er ikki óvanligt, at grikskt-ortodoksur kórsangur verður yvirdoyvdur av messandi armenskum prestum, inntil alt druknar í orgulspæli frá katolikkunum.

Stigin kann ikki flytast
Royndir at flyta lutir í ella við kirkjuna hava eisini víst seg at skapa trupulleikar, serliga um tað er ósemja um, hvør hevur myndugleikan yvir tí økinum, har luturin stendur.
Kendasta dømið er ein stigi, sum í óminniligar tíðir hevur staðið á einum kneysa á framsíðuni á kirkjuni. Stigin, sum er úr sedrisviði og fyrstu ferð nevndur í 1757, kann ikki flytast, fyrr enn tað verður semja um tað millum teir seks trúarflokkarnar, sum halda til í kirkjuni.

Umfatandi arbeiði
Tað er eitt torført og umfatandi arbeiði, sum nú verður sett í gongd, og roknað verður við, at tað fer at taka í minsta lagi átta mánaðir; men kirkjan fer at vera opin fyri pílagrímum meginpartin av tíðini.