Jesu vald

Eingin tekur tað frá mær; men eg seti tað til av mær sjálvum. Eg havi vald til at seta tað til, og eg havi vald til at taka tað aftur. Hetta boðið fekk eg frá faðir mínum.«
Jóh. 10,18.

„Mannaættin stynjar undir byrðuni av framstigum sínum.“ Hesi orðini, sum komu frá einum vitugum manni, noyða menniskju at hugsa seg væl um og spyrja, um tað veruliga er so, at vit eru ávegis inn í framburð, tá ið óttin veksur?

Vit standa hugtikin og hyggja at, tí valdið yvir náttúrunnar kreftum økist, og tí at prógvini um vald eru øgilig. Men er tað ætlanin, at eitt vald skal hava ótta við sær? Kann hugsast, at okkurt er skeivt við metingarháttinum? Er størsta valdið ikki stýrt av kærleikanum, og vísir tað seg ikki fyrst og fremst sum ein innari megi?

Minnist tú støðuna, har Pilatus og Jesus langafríggjamorgun standa yvir av hvørøðrum? Pilatus heldur fast um vald sítt, og ein og hvør sær, at hann kann nýta valdið; honum nýtist bara at seta navn sítt undir, so kann deyðadómurin fullførast. Yvir av honum stendur Jesus, og ein og hvør sær, at hann er tann máttleysi, sum bara kann elska, tæna, líða og doyggja. Og so kortini? Hvør teirra hevur størri vald? Hvønn av hesum báðum hevur heimurin mest tørv á?

„Eg havi vald at seta lív mítt til, og eg havi vald at taka tað aftur,“ sigur hann, sum rópar seg tann góða hirðan. Hann kann og vil geva okkum lut í hægsta slagnum av valdi, tí, sum verður stýrt av kærleikanum, og sum ger okkum før fyri at liva lívið rætt.

Men skal sambandið millum hann og okkum verða knýtt, mugu vit læra at meta øðrvísi, tá ið orð skulu setast á, hvat vald merkir. Í hesum heimi er tætt samband millum harðskap og makt, og tí skapar valdið ótta. Í Ríkinum, sum ikki er av hesum heimi, er tætt samband millum kærleika og vald, og tí skapar valdið frið. Ikki skuldi verið so torført at sæð, í hvørjum ríki best er at vera.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina