Jesus kallar til lívs!

Jóh. 11,43-44 Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rødd: «Lázarus, kom út higar!» Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. Jesus segði við teir: «Loysið hann og latið hann fara!»

Eg vil viðmæla, at tú gevur tær stundir til at lesa Jóh. kap.11, tí her er almikið til trúarstyrk, undran, lærdóms og eisini eitt ævinleikans pust mitt inn í líðing, sorg og atskilnað, sum vit kenna so mikið gott í okkara lívið, at vit eiga at fyrireika okkum sum best.

Í hesari boðan gevist ikki høvi til at nema við alt, ið skattkamarið liggur inni við, men givið er tað, at sorgin hevur verið stór, bíðitíðin tyngjandi, vónin kanska avloyst av vónloysið, bønin blivin til spurnatekin og álitið á Jesus hevur bleiktrað í deyðans vindi! – Jú, vit kunnu á ávísan hátt seta okkum í støðuna, sum hetta heimið í Betaniu var komið í vegna álvarsliga sjúku og síðan deyðans árin.

Eg skal ikki byrja at umbera ella forklára Jesus og hansara handfaring av støðuni og hansara drálan, hvat okkara tíðarroknan vildi sagt, har Hann hevði aðrar møguleikar! Men Jesus kemur ongantíð ov seint; heldur ikki tá ið vit meina nakað annað. Henda dag vildi Faðirin, við Jesusar rópi, sýna okkum hvør hann í veruleikanum er. Tann, ið kann binda deyðan til grøv og loysa menniskju úr deyðans bondum. Hann vildi sýna hvør er lívið og kann geva LÍV til hitt deyðiliga menniskjað og harvið eisini vísa sítt veldi yvir syndanna makt, tí løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs í Jesusi er ævigt lív.

Jesus hevur mátt til at rópa inn í eitt heim og broyta sorg til gleði. Jesus kann rópa inn í eitt systur hjarta og forloysa vónloysi og manglandi álit til undran og lívsæla vissu. Jesusar rødd hevur lívsmegi í sær, so tað, ið sær ómøguligt út, kann gerast sannur veruleiki, við eitt nú!

Ja, eins og tá, við grøv Lazarusar, har alt var so “steindeytt”, so kann Jesus kalla á teg í dag, kalla á meinigheitir ella á menniskju, sum kunnu tykjast at vera steindeyð andaliga og deymurin av “roti” kann geva vónloysi! MEN JESUS KANN KALLA TIL LÍV JÚST NÚ!

Teksturin gevur gleðiboð um eitt NÚ, tí Jesus er hin sami, og eitt KOMANDI. Tað kemur dagur, har Jesus rópar sítt síðsta “Effata” – kom út, og gravirnar skulu geva frá sær síni deyðu, tí LÍVIÐ HEVUR VUNNIÐ. TRÝRT TÚ HESUM?

Somuleiðis skulu vit minnast á, at Jesus Kristus hin dagin segði við fólkið: “Loysið hann og latið hann fara!»

Vit eru kallað til at loysa “línklæðini”, sum menniskju eru bundin av í dag. Sum eg skilji boðskapin í hesum, so er tað bert Jesus, sum kann GEVA LÍVIÐ við síni rødd, sum er lívsins orð. Samstundis sum vit hava Jesus-orðið, eru tað so mong menniskju, ið eru bundin av ymiskum “deyðans klútum/leinkjum”. Her eru vit sett til at loysa og ikki binda hvønn annan, sum medmenniskju og meinigheitir, ella leggja dóm yvir tey, ið ikki enn trúgva á Jesus. Vit eiga at kenna vitjunartíð Jesusar og at verða líðin, tá ið hann kallar til at seta menniskju frí í Jesusar navnið.

Umhugsan:

Jesus segði: Luk. 4,18f «Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár.»

Vónin hvílir á Jesusar æviga ORÐI. So rópar hann á teg, forherða tá ikki hjarta títt; hann vil tær LÍVIÐ.