Jesus móti Jólamanninum

Jólamaðurin býr á Norðpólinum…

Jesus er allastaðni.

 

Jólamaðurin ferðast á sleðu…

Jesus ferðast á vindinum og gongur á vatninum.

 

Jólamaðurin kemur bert einaferð um árið…

Jesus er altíð til staðar at hjálpa.

 

Jólamaðurin fyllir tínar hosur ella sokkar við góðgæti…

Jesus syrgir fyri øllum tørvum tínum.

 

Jólamaðurin kemur óboðin niður gjøgnum skorsteinin…

Jesus stendur við dyr tínar og bankar, og kemur so inn í títt hjarta, tá hann verður boðin.

 

Tú mást standa í bíðirøð at síggja jólamannin…

Jesus er so nær, at tær einans nýtist at siga navn hansara.

 

Jólamaðurin letur teg sita í fangi sínum…

Jesus letur teg hvíla í ørmum sínum.

 

Jólamaðurin má spyrja, hvussu tú eitur…

Jesus kennir navn okkara, áðrenn vit vórðu fødd. Hann kennir eisini bústað okkara. Hann kennir søgu og framtíð okkara og veit enntá, hvussu nógv hár eru á høvdi okkara.

 

Jólamaðurin hevur ein búk sum ein bolli av sjelé…

LES EISINI  Meðan vit bíða 3. partur

Jesus hevur eitt hjarta fult av kærleika

 

Jólamaðurin kann ikki bjóða annað enn ho-ho-ho…

Jesus bjóðar heilsu, hjálp og vón.

 

Jólamaðurin sigur: Tú mást ikki gráta…

Jesus sigur: “Kasta allar byrðar tínar á meg, tí eg havi umsorgan fyri tær.”

 

Lítlu hjálparfólkini hjá jólamanninum gera leikur…

Jesus ger nýtt lív, bøtir særd hjørtu og umvælir brotin heim.

 

Jólamaðurin kann fáa teg at flenna…

Jesus gevur tær gleði, sum verður tín styrki.

 

Jólamaðurin leggur gávur undir træ títt…

Jesus gjørdist tín gáva og doyði á einum træi… krossinum.

 

“Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16).

 

(Leysliga týtt)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina