Jólagáva til fjølbroytta og víðfevnda arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Heimamissiónin er ein fólkakirkjulig vekingarrørsla, ið stendur fyri eini røð av arbeiðsgreinum. Arbeiðið verður fíggjað við gávum, og alt árið lata einstaklingar og onnur túsundtals krónur til virksemið. Eitt serligt høvi hvørt ár er at lata eina serliga jólagávu.

Fjølbroytt og víðfevnt virksemi

Virksemið hjá Heimamissiónini fevnir víða. Rørslan hevur tríggjar trúboðarar í starvi, harav tann eini er sjómanstrúboðari. Fyri kortum boðaði leiðslan hjá Heimamissiónini frá – eftir nógvar áheitanir og mikið tol frá fólki um landið – at tríggir nýggir trúboðarar verða settir afturat næsta ár. Trúboðararnir eru virknir um landið, á netinum og ein teirra í Íslandi. Teir halda millum annað møti, vitja fólk og so framvegis.

Simba og Eindin eru okkara arbeiði fyri børn og familjur. Hvørt ár hava vit hópin av tiltøkum fyri hesar málbólkar, so sum alskyns legur, sangfagnaður, jólaborðhald, hjúnaskeið og annað. Ein samskipari er í starvi fulla tíð.

Landsungdómsnevndin skipar hvørt ár millum annað fyri fleiri ungdómslegum eins og felags ungdómsmøtum fyri alt landið. Harumframt koma ungdómsleiðarar hvørt ár saman at “netverka” og fáa íblástur til sítt arbeiði.

LES EISINI  Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 31. august

Við nýggju útbyggingini er Leguhúsið í Nesvík betri útgjørt enn nakrantíð. Hvørt ár gista túsundtals børn, ung og vaksin til legur og onnur tiltøk.

Trúboðin er okkara netmiðil við tíðindum frá missión og kirkju úti og heima, uppbyggjandi greinum, samfelagsviðkomandi greinum og mongum øðrum. Ein ritstjóri er í fulltíðarstarvi, umframt at ein trúboðari byrjar í hálvum starvi frá ársskiftinum.

Ein sjómanstrúboðari er í føstum starvi, og sjómansmissiónin fevnir eisini um sjómanskvinnuringar kring alt landið. Umsorganin fyri sjófólkinum fyllir nógv, og fyrr í ár varð ein stuttur filmur gjørdur um ein vanligan arbeiðsdag hjá sjómanstrúboðaranum.

Missión er partur av okkara DNA. Hetta inniber eisini at fáa gleðiboðini út til øll fólkasløg. Tí hava vit tætt samstarv við fleiri missiónsfelagsskapir, ið eru virknir í altjóða missión, og við trúboðarar kring heimin.

Bulurin í okkara arbeiði eru staðbundnu missións- og meinigheitshúsini kring landið, ið hava møti, sunnudagsskúla, ungdómsmøti og onnur tiltøk hvørja viku. Staðbundnu arbeiðini hava egna leiðslu og fígging, men arbeiða saman við felagsarbeiðnum um tað, ið fevnir um alt landið.

LES EISINI  Páskaheilsan frá aðalskrivaranum

Heimamissiónsforlagið hevur stóra bókagoymslu í Leguhúsinum í Nesvík. Við okkara nethandli keyp.mission.fo er lætt at keypa kristligar bøkur á netinum. Harafturat hava vit eisini bókaborð til størri tiltøk.

Lætt at geva jólagávu

Við fartelefon, teldli ella teldu er tað sera lætt og skjótt at geva eina jólagávu til virksemið hjá Heimamissiónini. Tú trýstir her, og velur síðani upphæddina, sum tú vilt geva – ella ásetur sjálv/ur aðra upphædd. Og síðani fyllir tú teigarnar út og trystir víðari (minst til at krossa av, at tú hevur lisið og góðkennir gjaldstreytirnar). At enda kemur tú til gjaldsupplýsingar á tínum gjaldskorti. Skipanin er trygg at gjalda við.

Vilt tú heldur flyta “uppá gamlan máta”, kanst tú flyta eina gávu til eina av hesum kontum:

Bank Nordik: 6460-5345393

Betri Banki: 9181-4535164

Norðoya Sparikassi: 9865-3021062

Suðuroyar Sparikassi: 9870-9953931

Tú kanst viðmerkja ‘jólagáva’.

 

Kirkjuliga Heimamissiónin takkar hjartaliga fyri eina og hvørja gávu til arbeiðið!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina