Heimamissiónin spílar seg út: Setur tríggjar trúboðarar!
Undir fyrsta stórmøtinum í høllini á Hálsi í Havn fyrr í kvøld varð avdúkað, at Kirkjuliga Heimamissiónin setur ikki færri enn tríggjar trúboðarar í starv í næstum. Síðani Regin Høgnesen og Gullak Hansen andaðust, hevur Heimamissiónin einans havt tveir “vanligar” trúboðarar í starvi, annar teirra hálva tíð.
Eitt ættarliðsskifti verður fullført
Heimamissiónsfólk hava í fleiri ár tolin spurt, nær leiðslan setur nýggjar trúboðarar í starv, eftir at fyrst Niels Jacob Nielsen fór frá fyri aldur í 2008, og Regin Høgnesen og Gullak Hansen síðani trappaðu eitt sindur niður og seinni andaðust, Regin í 2017 og Gullak í 2018. Síðani tá hava Pól Johannessen og Jógvan Højgaard verið einsamallir trúboðarar, Jógvan í hálva tíð, umframt Torleif Johannesen, sum er sjómanstrúboðari.
Nú verður hetta tolnið endiliga lønt. Frá ársskiftinum og fram til hálvan mai mánað verða heilir tríggir persónar settir í starv. Carsten Fonsdal Mikkelsen á Skála, Ólavur Jacobsen í Hósvík og Jørgen F. Andreasen í Leirvík. Talan er sostatt á ein hátt um at fullføra eitt ættarliðsskifti, sum hevur verið leingi ávegis.
Mánadagin hava vit samrøðu við Andrias Magnussen, aðalskrivara, um starvsetanirnar. Vit spyrja hann um fíggingina og hvat leiðslan annars leggur dent á við hesum stóra taki. Næstu tíðina verður eisini prát við teir tríggjar trúboðararnar, men niðanfyri er stutt lýsing av teimum og hvat teir skulu fáast við.
Carsten kemur við fjølbroyttum royndum
Um ársskiftið byrjar Carsten Fonsdal Mikkelsen í fulltíðarstarvi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini sum trúboðari. Carsten hevur áður verið trúboðari hjá donsku Indre Missión í góð sjey ár, har hann bæði var “vanligur” trúboðari og vitjaði býir um landið við einum “cafébussi”. Hann er útlærdur sjúkrarøktarfrøðingur og hevur millum annað eisini arbeitt sum lærari og sum brandmaður.
Seinastu mongu árini hava Carsten og familjan búð í Hasle á Bornholm, burtursæð frá skúlaárinum 2016-17, tá tey búðu á Skála, men í summar fluttu tey aftur til Føroya. Á Bornholm skrivaði Carsten í frítíð síni greinar til Bornholms Tidende, og í nøkur ár var hann eisini kunningarfólk fyri Indre Missión á Bornholm.
Nú Carsten verður trúboðari, er ætlanin, at hann skal nýta umleið helvtina av orkuni til klassiskar trúboðarauppgávur og hina helvt til Trúboðan, har hann kemur afturat yvirritaða.
Carsten er 44 ára gamal og ættaður úr Herning í Jyllandi. Hann er giftur við Elsu av Skála, og tey eiga fýra børn.
Ólavur helvt um helvt í Norðstreymoy og Íslandi
Ólavur Jacobsen gjørdist trúboðari út frá Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík eftir seinasta ársskifti, men hevur verið heima síðani í summar. Um ársskiftið fara Heimamissiónin og Ørkin undir eitt samstarv um Ólav, sum ber í sær, at hann heldur fram sum trúboðari í Reykjavík hálva tíð og hálva tíð verður trúboðari í Føroyum. Ólavur skal serliga vera virkin í Norðstreymoy og soleiðis á ein hátt avloysa Gullak Hansen, sála, ið var trúboðari, fyrst í Streymoynni og seinni burturav í Norðstreymoy.
Ólavur er 49 ára gamal og er ættaður úr Hósvík, har hann eisini býr. Hann og konan Vónbjørt eiga tríggjar døtur. Ólavur er útlærdur elektrikari og hevur millum annað arbeitt í Noregi og hjá Skipafelagnum.
Trúboðin prátaði við Ólav í desember í fjør um ætlanirnar í Íslandi, og tað kann lesast her.
Jørgen blaðstjóri og skipa fyri møtirøðum
Sum tann triði byrjar Jørgen F. Andreasen úr Leirvík hálvan mai næsta ár ætlandi í hálvtíðarstarvi sum trúboðari hjá Heimamissiónini. Jørgen er ikki ókendur í heimamissiónssamanhangi. Hann hevur frá ungum árum verið virkin í missiónshúsinum í Leirvík, og í fleiri ár var hann eisini ritstjóri á bíbliulesiætlanini “Gleðiboð”, sum hann sjálvur tók stig til at geva út í samstarvi við Heimamissiónsforlagið.
Jørgen er skipsførari og siglir hjá A. P. Møller – Mærsk. Ætlanin er, at Jørgen virkar sum trúboðari, tá hann er heima, svarandi til hálvtíðarstarv. Sum tað varð sagt á møtinum, hevur Jørgen bjóðað seg fram til hesa tænastu, og leggjast kann afturat, at hann skal ikki hava løn fyri arbeiðið.
Í starvi sínum skal Jørgen í fyrstu atløgu taka á seg ábyrgdina sum blaðstjóri á Sunnudagsblaðnum, eftir Karl N. Hansen, sála. Eisini er ætlanin, at hann skal standa á odda fyri møtirøðum úti um landið, har trúboðarar og onnur vitja eitt øki í nakrar dagar og hava møtir og onnur tiltøk.
Jørgen er 44 ára gamal og ættaður úr Leirvík, har hann býr saman við konuni Guðni, og tey eiga tvey børn. Sum nevnt er ætlanin, at hann byrjar í starvinum hálvan mai næsta ár.