Jólaheilsan frá Ritu og Sat-7

Rita Elmounayer, stjóri fyri Sat-7, ið vitjaði Føroyar fyri aðru ferð í apríl í ár, sendir stuðlum og vinum hjá Sat-7 eina jólaheilsan.

Sat-7 er ein altjóða sjónvarpsstøð, ið sendir kristiligar og almannagagnligar sendingar um alt Miðeystur og Norðurafrika. Milliónir av fólki hyggja hvønn dag eftir sjónvarpssendingum á arabiskum, turkiskum og persiskum. Sat-7 sendir eitt nú skúlafrálæru til børn í flóttafólkalegum kring Miðeystur.

Føroysk sunnudagsskúlabørn stuðla hvørt ár barnarásini hjá Sat-7 – Sat-7 Kids. Føroya landsstýri hevur eisini fleiri ferðir stuðlað verkætlanum hjá Sat-7, millum annað í brátt farna ári.

LES EISINI  SAT-7: Kurt Johansen heiðraður av danska bíbliufelagnum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina