Jólaheilsan til tín

Tað er við takksemi at vit senda hesa jólaheilsu – fyri allan stuðul og hjálp til missiónsarbeiði hetta farna árið, bæði lokalt og kring landið.

Árið hevur verið merkt av broytingum, eitt nú við nýggjari leiðslu í Kirkjuligu Heimamissiónini. Vit báðir eru nýggir í sessinum og hava í heyst verið á ferð og vitja leiðslur í missiónsarbeiðum kring alt landið. Og vit gleðast at hoyra um eldhugan og at vit øll vilja meira fyri Guds ríki, hóast tað til tíðir kennist sum ein tung mótbrekka. Minst til “tað góða stríðið”, sum Paulus lýsir í 2. Tim. 4,7. 

Lat okkum hesa ársins tíð steðga á og grunda yvir týdningin av jólum, sum Jesaia profeteraði um fleiri hundrað ár áðrenn Jesu føðing:

“Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.”

Jesaia, 9,6

Vit síggja við gleði fram til nýggja árið við nógvum spennandi ætlanum og møguleikum fyri at fremja okkara góða arbeiði – at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Takk fyri, at tit eru við okkum á hesi ferð.

Gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár!

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina

Jákup Brúsá
Aðalskrivari

Heri Kjærbo
Formaður