Jólakonsert á Trúboðanum

21. november verður online jólakonsert beinleiðis á trubodin.fo. Fýra frálíkir bólkar luttaka, og ein av fyrireikarunum, Jørgen F. Andreasen, gleðir seg til konsertina.

Magni Christiansen, Blátt Gras, The Gadders og Tabitha syngja og spæla til konsertina.

Jørgen, sum er frítíðartrúboðari hjá Heimamissiónini, sigur at longu í vár byrjaði prátið um eina jólakonsert í Nesvík.

– Í vár sótu vit í Nesvík og tosaðu um vit ikki áttu at skipa fyri onkrari konsert í okkara nýggju høll. Bæði fyri at fáa høllina brúkta, og eisini fyri at skaffa pening til at fíggja útbyggingina.

Vit avgjørdu so at vit skuldu fara at skipa fyri jólakonsert kvøldið eftir at hjúnakvøldið hevði verið, so kundu fólk fáa bæði tiltøkini við.

Men orsaka av støðuni við koronu gjørdist hetta ikki møguligt, og bleiv hjúnakvøldið avlýst. Vit vildu tó ikki avlýsa konsertina.

Vit hava so saman við teimum, sum framføra, avgjørt at hetta nú verður ein konsert, sum vit fara at stroyma beinleiðis úr høllini í Nesvík. Vit hava fingið nýmótans tøkni, sum ger hetta møguligt. Hetta fingu vit eina smakkiroynd av til stórmøtini, greiður Jørgen frá.

LES EISINI  Gamalt gull: Jólahald á Tróndi í Gøtu

Konsertin er í tveir og ein hálvan tíma. Talan er samstundis um eina stuðulskonsert og tí skal atongumerki keypast. Atgongumerki kostar 100kr og kann keypast á atgongumerki.fo.

– Tað er okkara vón at nógv vilja stuðla hesi konsertini og keypa sær atgongd til at síggja konsertina, sigur Jørgen at enda og leggur afturat at tey, sum keypa atgongumerki fáa eina leinkju at trýsta á, og leiðir hetta til har konsertin verður at síggja Leygarkvøldi 21. Novembur kl 20:00

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina