Jólakonsert í Nesvík 20. november
Aftur í ár er jólakonsert í Nesvík. Í fjør varð konsertin stroymd, men í ár er møguligt at koma til Nesvíkar á konsert.
Eins og í fjør, so er skráin full av góðum sangarum og tónleikarum. Væl dámdi sangarin úr Fuglafirði, Maria á Lakjuni, kemur at framføra. Eisini fer Taborkórið at framføra saman við Lindu Andrews, og barnakórið í Sørvági fer eisini at syngja á konsertini.
Atgongumerki til konsertina kosta 269 kr og kunnu keypast HER.
Til ber eisini at keypa ein størri pakka – konsert, gisting í nýggju kamarslonunum við morgunmati fyri 750 kr. Men tað ræður um at gera skjótt av, tí tað er avmarkað pláss.