Linda Andrews konsert

Gleð teg til eina SUPER gospel konsert við Lindu Andrews leygarkvøldið 9.apríl 2022 kl.19.30 í høllini í Nesvík

Linda Andrews gjørdist landskend, tá hon í 2009 vann væl umtóktu talent-kappingina X-Factor hjá DR. Hon hevur síðan hetta selt dupul-platin við “Det Bedste Til Sidst” og somuleiðis útgivið 7 soloplátur. Umframt hetta er Linda ein av teim mest førandi gospellistafólkunum í Danmark við hópin av konsertum á CV’num, bæði her á landi, í Danmark og annars aðrastaðir hesi seinastu 20 árini.

Líkindini skuldu sostatt verið av teim allarbestu fyri at tit fáa eina hugnaliga og góða samveru hetta kvøldið í nýggju kørmunum í Nesvík.

Atgongurmerki fáast her

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina