Online jólakonsert í Nesvík

Tað er 2020, og øll tilmæli frámæla at møtast í ov stórum bólki. Tiltøk í hópatali verða avlýst, men tað steðgar ikki Heimamissiónini. Eftir stórmøtini, sum blivu stroymd út á netið, hava fólkini aftanfyri tað tiltakið gjørt sær dýrar royndir at stroyma. Tí var tað sæð sum ein góður møguleiki at skipa fyri enn einum tiltaki.
Hetta bleiv so til eina jólakonsert.

Høllin var pyntað og tilgjørd og klokkan 20.00 var klárt.

Jørgen Andreassen var frásøgumaður á konsertini. Tað var eisini Jørgen, sum fekk hugskotið til konsertina.

Blátt Gras legði út. Væl upplagdir sum altíð, festligir við sínum lívligu sangum, sum vit kenna so væl. Tað merktist tó, at tað kendist løgið at upptraðka fyri tómum sali. Teir hava vanliga sera gott samband við áhoyrararnar. Jóhan royndi tó at koma út í stovurnar við at venda sær beint ímóti myndatólinum, tá hann tosaði og sang.

Tað var tó ein eitt sindur løgin kensla at sita á jólakonsert, og at Blátt Gras ikki hevði ein einasta jólasang ella eitt orð um jólini á síni sangskrá. Hetta burdu teir havt hugsað um.

Millum sangframførslurnar var ein steðgur, har lýsingar og annað varð sent. Her fingu vit møguleika at lata eina gávu til útbyggingina í Nesvík. Eisini var hetta eitt gott høvi hjá Heimamissiónini at lýsa við teimum ymisku arbeiðsgreinunum. Hetta var væl gjørt við ymiskum upptiknum lýsingum.

Tað tyktist ikki sørt margháttligt, at Bubu fekk mestsum allan fyrsta steðgin, og eg sat við ivasamari kenslu av, hvør málbólkurin til hesa konsertina var.

LES EISINI  Jólagáva til fjølbroytta og víðfevnda arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Næsta navnið á konsertini var Tabita. Hetta er eitt kvinnukór av Argjum. Nógvar royndar sangkvinnur eru í kórinum, sum hevur sungið saman í nøkur ár. Tøknin argaði eitt sindur, so ljóðið fyrstu minuttirnar kom ikki við, men tá tað kom í rættlag, ljómaði sangurin. Eisini tær yngru kvinnurnar vístu góða sangdygd og fleiri bjóða seg eisini til at syngja solo. Serliga var tað eitt lagatyssi, har tær flættaðu nógvar kendar sangir saman, sum fall væl í oyruni, umframt jólalagið Himin mær í favn, sum er ein heilt óalmindiliga flottur sangur. Afturat sær høvdu tær nakrar væl spælandi tónleikarar. Tabita høvdu eina fjølbroytta sangskrá við einum blandi av jólasangum og øðrum sangum.

Spennandi verður at fylgja hesum bólkinum frameftir.

Ljóð, ljós og tøkni

Tá konsertir verða stroymdar, er nógv at halda skil á. Samspælið millum fólkini á pallinum, fólkini handan myndatólini og tey, sum varpa út, skal ganga upp í minstu smálutir.

Tey, sum framføra, eru ofta stúrin um, hvussu ljóðið er, tá tað skal stroymast ella sendast í sjónvarpi, men við framkomnari tøkni í dag eru møguleikarnir framúr góðir, og manningin í Nesvík gjørdi eitt vælaverk, tá tað kom til ljóð. Ljósið var heldur myrkt fyrru helvt av konsertini, men heilt gott seinnu helvtina.

Tað er eisini sera týdningarmikið, at myndatólið fangar tað týdningarmikla í tónleikinum. Tað kom ov ofta fyri, at myndin ikki vísti tað, sum hendi, at tónleikarar, sum ikki spældu, ella sangarar, sum ikki sungu, vóru á skíggjanum.

Fyriskipararnir og manningin í Nesvík skal hava stórt rós fyri áræði og framfýsni. Tey gera sær nógvar góðar royndir og við hesi nýggju útgerðini, sum Heimamissiónin hevur ognað sær, eru møguleikarnir fantastiska góðir at røkka út um landið og allan heimin við boðskapinum.

LES EISINI  Nýtt starvsfólk

Eftir eina andagt, har Mariann D. Poulsen greiddi frá um Guds bjargingarætlan, sat Magni Christiansen klárur. Við guittara og kovboyhatti. Vit vita, hvat vit fáa, tá vit síggja Magna. Contry, sum contry skal ljóða! Magni er aftur fløguaktuellur og spældi nøkur løg av hesi fløguni, sum er ein endurútgáva av fyrstu útgávuni, ‘Her glaður eg ferðist’. Framførslan bar brá av at vera eitt søluátak fyri hesa fløguna.
Aftur her merktu vit, at tað manglaði ein áhoyrarafjøld. Magni er lættur í sinni og hevur ein lættan tóna. Men til hetta er neyðugt, at onkur er at lofta tí, sum verður sagt.

Við vælspælandi bólki leiddi hann okkum gjøgnum eina framførslu, sum meir føldist sum ein felagssangløta. Aftur her manglaði tað jólaliga. Ikki ein jólasangur á skránni – tað hevði eg væntað av framførsluni hjá Magna.

Hæddarpunktið á kvøldinum

Nú var seinasta navnið á skránni. Gadders, accapellakórið av Gadd á Nesi. Gadders hava sungið saman í nógv ár, og syngja tey eisini saman í ymiskum samansetingum í nógvum øðrum høpi. Eg gleddi meg at hoyra tey, tí tey plaga at vera góð.

Og tey skuffaðu ikki! Tey settu veruliga ‘Jól’ í jólakonsertina.

Fyrsta lagið var jólasálmurin Jól hava einglaljóð. Einkult – trýstemt – varierað – reint og yndisligt. Og eftir hetta komu jólasangir á rað. Jazzur, traditionelt, swing, klassiskt og gospel – alt bundið saman við teirra fløvu orðum, jólaboðskapi, smílum og lætta tóna millum sangirnar.

LES EISINI  Heimamissiónin á ferð til Suðuroyar

“A capella” merkir, at tey syngja uttan ljóðføri. Hetta setir høg krøv til sangararnar, at tey syngja reint, at tey klára at halda tónaleguni, klára at halda orkuni gjøgnum sangin og framførsluna o.s.fr.

Gadders megna hetta til fulnar. Tað sæst, at tey hava nógvar sangtímar í skjáttuni. Hark the Herald Angles Sing, í útseting hjá Take 6, er eitt dømi um eina torføra sanguppgávu. Men hetta megna Gadders væl at syngja og gera til sín egna.

Tað er kanska líka torført at gera tað einkla spennandi. Her stóð endasangurin ‘Nú Kristus føddur er’, hjá Kirk Franklin kanska veikur. Í eini A capella versión hevði eg ynskt mær eina størri og meir fjølbroytta útseting av hesum annars so vakra sangi.

Men sum heild var hetta eitt sera gott punktum á eini góðari konsert.

Takk fyri góða konsert – øll tit, sum luttóku við sangi og spæli, tit sum stóðu fyri teknikki og tykkum fyrireikarum. Hetta var ein góður máti at hava jólakonsert, nú tað ikki ber okkum til at savnast í stórum tali.

Tað skal ein jólakonsert til at koma í jólahýr, og nú byrjar desember skjótt.

Hann í krubbuni liggur, 

hóast himnakongurin er hann.  

Okkum lívið ber hann 

Og hjørtuni ger glað.  

Hoyrið ljóð av himli 

Sum ljós í niðamyrkri, 

Hann veitir okkum styrki –  

Nú Kristus føddur er!’  

Gleðilig jól

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina