Ynskilistin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini
Jólini nærkast og ynskilistarnir eru nógvir, og teir floyma inn bæði á telduposti, messenger og aðrastaðni. Sum missiónsrørsla hugsa vit eisini um, hvat vit kundu ynskt okkum í jólagávu.
Fleiri av ynskjunum kunnu tykjast so stór. Summi av teimum eru uttan fyri okkara mannaevni. Tí fyrsta og størsta ynskið hjá okkum er, at ein veking kemur yvir okkara land og fólk. Takk øll tit, sum vilja bera hetta ynskið fram fyri Gud í bøn, tí tað er einans hann, sum kann uppfylla hetta ynskið.
Meðan vit bíða eftir, at hetta ynskið verður uppfylt, halda vit fram við at menna tað arbeiðið, sum Gud hevur sett okkum til. Vit vilja náa enn einum barni við gleðiboðskapinum, stuðla teimum ungu í trúnni og senda okkara trúboðarar út til tey, sum hava tørv á at vera saman við teimum. Vit bera gleðiboðskapin á netinum, soleiðis at vit kunnu møta teimum, sum vit annars ikki røkka út til. Vit vilja halda áfram við okkara kristiliga bókahandli, Manna, at gera Bíbliulesiætlan til tey ungu og at hava jólaborðhald fyri hjún, geva Sunnudagsblaði út og nógv, nógv annað.
Ynskilistin
Alt hetta kunnu vit einans gera í felag, og tí er tað við frímóði, at vit í dag leggja okkara ynskilista fram fyri tykkum í bøn um, at tit vilja vera við at bera arbeiðið.
Vit ynskja okkum
- fleiri fastar gevarar, sum vilja stuðla arbeiðnum við eini fastari mánaðargávu
- at tey, sum longu lyfta arbeiðið við føstum stuðli, vilja prístalsviðgera stuðulin, nú alt er vorðið dýrari
- einsinnisgávur til arbeiðið
- hjálp at finna nýggjan miðlaleiðara til Trúboðan
- fólk at gera sendingar og framleiða tilfar til Trúboðan
- ein volontør til barna- og familjuøkið
- fleiri ólønt arbeiðsfólk til Leguhúsið í Nesvík