Juniorar hoyrdu um Gud, sum sær, hoyrir og svarar

Mánakvøldið 17. Februar var juniormøti í Tabor á Toftum. Hesa ferð vóru tað 24 ung, ið samlaðust í Tabor, har ymiskt spennandi var á skránni.

Tað fyrsta børnini gjørdu, var at leggja fartelefonirnar í vindeygakarmin, so tær ikki órógvaðu. Har vóru tær liggjandi, til møtið var liðugt, áleið klokkan 21.00.

Síðani var byrjað við sangi, bøn og bíbliuorði. Hetta mánakvøldið var tað Torleif, sum segði frá úr Fyrstu Mósebók, kapittul 16, har Hagar sum var við barn mátti ríma undan Sáru. Eingil Harrans fann hana og segði, at bønir hennara vóru hoyrdar. Løgið var tað, at tann heidna Hagar var tann fyrsti persónurin í bíbliuni, sum gav Gudi navn:

“Tú ert Gud, sum sært” kallaði hon Gud. Tað var eitt beinrakið navn.

Síðani hoyrdu børnini um Ábrahams Gud, sum er tann sami í dag, sum sær, hoyrir bønir, svarar, følir við børnum sínum og hjálpir teimum Eftir taluna vóru nakrir spurningar um tekstin og væl varð svarað. So var sungið aftur, áðrenn farið var niður í kjallaran.

LES EISINI  Junior byrjar í Hvalvík

Har var borðreitt við bollum og kakao. Síðani vóru ymisk spøl á skránni, bæði felagsspøl og fótbóltsspæl. Viðhvørt spæla tey ymisk borðspøl. Endað var við einum stuttum orði og Faðirvár.

Barna- og ungdómsarbeiðið er sera týðandi og lyftisríkt. Bíblian sigur í Orðtøkunum 22,6: – Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina