Juniorar trívast á Strondum

-Børnini elska at koma til juniormøtini í Missiónshúsinum á Strondum. Tey fáa nakað burturúr, tí tað hoyra vit, tá vit av og á hava bólkaprát. Tá kemur ymiskt fram, sum hevur verið sagt á møtunum- sigur Lív Jacobsen, sum er ein av leiðarunum fyri møtini.

-Juniormøtini eru hvørt hóskvøld kl.19 í Missiónshúsinum. Møtini eru tó ikki í summarfrítíðini. Uppmøtingin er sera góð, tí vanliga eru umleið 40 børn. Í kvøld vóru umleið 25, tí fleiri av dreingjunum manglaðu. Tað eru flestu næmingarnir úr trimum flokkum í Stranda skúla, og við hvørt eru børn úr øðrum flokkum eisini, so tað er deiligt, sigur hon.

-Á skránni er sangur, har børn syngja fyri, meðan onkur spælir undir. So hava vit undirvísing úr bíbliuni, sum viðhvørt endar við bólkapráti. Drekka og ymisk spøl er hvørt kvøld, sigur Lív.

Mynd frá vinstru: Nomi Blábjørg, Lív Jacobsen og Judith Johansen.

-Hetta er eitt sera týðandi arbeiði, tí børnini eru saman um tað besta – um Jesus. Harafturat hugna tey sær saman, tí tey kennast øll frá skúlanum, og huglagið er gott. Fleiri ganga í blusum frá Missiónshúsinum og tað dámar teimum væl. Í kvøld er veðrið av tí besta og tí hava vit drekka og spølini uttanfyri, sigur hon.

-Vit eru sjey í leiðsluni og Rógvi Danielsen er formaður. Vit skiftast um at leiða kvøldini og at verða saman við børnunum. Vit hava deilt uppgávurnar soleiðis, at vit hava ábyrgd í trý kvøld og hava so frí í tvey, áðrenn vit aftur hava ábyrgd í trý kvøld. Hóskvøldið 9. juni verður síðsta kvøldið áðrenn summarfrítíðina, sigur Lív Jacobsen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina