Nevndin í Kristiligt lurtara- og hyggjarafelag skipað seg

Tíðindabræv

Á aðalfundi herfyri tóku tríggir nevndarlimir seg úr nevndini: Rúni Johansen formaður, Preben Hansen og Erla Berghamar.

Í teirra stað vórðu vald: Tummas Kannuberg, Kristina Toftegaard Larsen og Sonni Jacobsen.

Á fundi, 16. juni 2002, skipaði nevndin seg við Kristinu Toftegaard Larsen sum nýggjum formanni. Harald Petersen helt áfram sum næstformaður og Magnus Joensen sum kassameistari og skrivari.

Á myndini síggjast frá vinstru nevndarlimirnir: Magnus Joensen, Sonni Jacobsen, Tummas Kannuberg, Kristina Toftegaard Larsen, Joanna Hansen, Sólrun Poulsen og Harald Petersen.

Petur Mohr hevði forfall og er ikki við á myndini.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina