Yrking at hugsa um
Gud er livandi og máttmikil, sigur Skriftin. Men hava vit altíð hetta við okkum, so vit virka og liva eftir tí…? Yrkingin her hevur hingið sum eitt broderað veggjaheingi á bróstinum í KFUK í Havn í mong ár, men er so tikið niður aftur. Men áðrenn veggjaheingið varð tikið niður skrivaði og umsetti Effie Campbell hana niður í sína notisbók, eina notisbók, sum hon herfyri tók niður aftur av síni hyll.
Høvið er kanska serliga gott júst nú at vísa hesa yrking, nú KFUK hátíðarheldur sín 100 ára stovningardag um tveir dagar, 29.juni.
So her kemur hon:
Tey kalla meg Meistara
og spyrja meg ikki.
Tey kalla meg Ljósið
og síggja meg ikki.
Tey kalla meg Vegin
og fylgja mær ikki.
Tey kalla meg Lívið
og ynskja meg ikki.
Tey kalla meg vísan
og akta meg ikki.
Tey kalla meg ríkan
og ákalla meg ikki.
Tey kalla meg sannan
og trúgva mær ikki.
Tey kalla meg miklan
og æra meg ikki.
– – –
Um eg skúgvi tey frá mær, so undrast ikki.