Kristiligt Lurtara- og hyggjarafelag ársaðalfund

Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag hevur ársaðalfund Kristi himmalsferðardag 26. maj 2022 kl. 15.00 í Berøa í Saltangará.

Kristiligt Lurtara- og hyggjarafelag virkar sum ein atfinningarsom rødd í føroyska miðlaheiminum við serligum atliti til yngsta ættarlið okkara. Rúni Johansen, sum er virkandi formaður í felagnum sigur, tað javnan er tørvur at tala at, tá tíðindi verða borin fram, sum geva eina skeiva mynd av, hvussu vit uppfata samfelagið og hvørji virði eru galdandi.

KLH hevur fleiri ferðir gjørt KVF sum almennur stovnur vart við, at tað ikki er í lagi bert at framføra menningarlæruna sum einasta svar upp á, hvussu vit uppfata heimin fyri unga ættarliði okkara. Neyðugt er eisini at seta hesa fatan upp ímóti kristiligu heimsfatan okkara. Sum ein almennur stovnur, vit øll eru við til at rinda til er tað okkara skylda at tala at. Børn og ung eru í grundini verjuleys og taka ofta ókritiskt ímóti tí, útvarp og sjónvarp borðreiða við.

Tí er KLH-átakið, Herðaklapp eisini við til ársaðalfundin 26. mai. Herðaklapp er ein viðurkenning til ein ella fleiri einstaklingar, sum hava verið við til at gera sømiligar og uppbyggjandi sendingar í farna ári. Í fjør fekk Tórður Mikkelsen heiðurin at taka ímóti herðaklappinum og vøkrum blómutyssi fyri sítt góða arbeiði í KVF.

LES EISINI  Nevndin í Kristiligt lurtara- og hyggjarafelag skipað seg
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina