– Kærleikin bindur okkum saman, sigur kristin ungdómur á barnaheimi í Libanon

Ímeðan altjóða ósemjur í stóran mun mynda tíðindaflutningin, sigur ein ungur drongur á barnaheimi í Libanon milliónum av sjónvarpshyggjarum frá, at ”kærleikin bindur okkum saman”. Boðskapur hansara um frið og vón er eitt av nógvum evnum, sum verða viðgjørd í Sat-7, kristnu sjónvarpsrásini, sum røkkur út til milliónir av hyggjarum um alt Miðeystur og Norðurafrika.

Orðini eigur 10 ára gamli Bashar: – Jesus elskar okkum og vil ikki, at vit skulu taka tær skeivu avgerðirnar í lívinum. Kærleikin bindur okkum saman. Eg kenni meg ongantíð einsamallan, um hinir dreingirnir eru úti, tí Jesus er við mína lið.

Bashar er ein av nógvum børnum, sum luttaka í dokumentarfilminum ”Tí tú ert við teimum”,  sum varpar ljós á lívið hjá børnunum á barnaheiminum Dar Al Awlad í Libanum. – Her er gott at búgva, tí her eru fólk, sum ansa eftir okkum, elska okkum, lesa og undirvísa okkum í Guds orði, sigur Bashar.

Tað, hann minnist best, er, tá hann bað Jesus koma inn í sítt lív. Og hansara eggjandi vón í mótgongdini frá øðrum verður endurtikin í dokumentarinum, sum vísir eitt sera hugnaligt og gleðiligt jólatiltak á barnaheiminum.

LES EISINI  Miðeystur og Norður Afrika eru í eini útbúgvingarkreppu uttan skúlagongd

Ibrahim, sum eisini er 10 ára gamal, sigur: – Vit eru sum ein stór familja. Eg havi eina góða framtíð, tí Jesus hjálpir mær. Hinir dreingirnir eru sum beiggjar fyri mær, og hon, sum ansar eftir okkum, er sum ein mamma fyri okkum.

Ibrahim

Men Ibrahim er stúrin fyri síni egnu familju, sum býr í tjøldum undir vánaligum umstøðum: – Eg biði Gud um, at hann má lata tey finna eini hús, sum kann verja tey ímóti vindi og kulda.

Eg biði eisini um, at eg fái eitt arbeiði sum bilførari , tá eg verði vaksin, so eg kann hjálpa familju mínari.

Dagligi leiðarin Denise Dagher greiðir frá, at heimið hýsir 24 dreingjum, sum búgva í trimum íbúðum. Hvør íbúð hevur fosturforeldur, sum røkja starv sítt til lítar. Tey ansa børnunum og biðja við teimum um kvøldarnar, júst sum í einum vanligum heimi. Denise misti sjálv pápa sín, tá hon var 13 ára gomul. Tað var trupult, sigur hon:

LES EISINI  Jólaheilsan frá Ritu og Sat-7

– Mamma arbeiddi nógvar tímar fyri at kunna forsyrgja okkum. Eg føldi stríðið. Eg giftist, men maður mín doyði, meðan børnini vóru smá. Men Harrin var við lið mína og hjálpti mær. Hann leiddi menniskju á mín veg, sum vildu hjálpa mær, og uttan tey hevði eg ikki verið her nú. Tað er mítt kall at vera her, tí eg trúgvi, at vit skulu hjálpa dreingjunum við at læra teir, at Gud hevur eina ætlan við hvørjum teirra, og at hann vil fremja hesa ætlan.

Vit royna at fáa børnini til at kenna seg virðismett og viðurkend.

Barnaheimið hýsir eisini einum fólkaskúla, sum eisini letur dyrnar upp fyri 100 staðbundnum og reikandi børnum, sum ikki hava ráð at ganga í skúla aðrastaðni, og bjóðar teimum undirvísing saman við dreingjunum, sum búgva har.

Ávirkanin av at vaksa upp í Guds kærleika og umsorgan hevur langtíðarárin. Hetta sigur George, sum búði á barnaheiminum, til hann var 16 ára gamal: – Eg skammaðist við at siga, at eg vaks upp á einum barnaheimi, men tá eg bleiv vaksin, dugdi eg væl at síggja, hvussu nógv hetta barnaheimið hevði hjálpt mær. Í dag eri eg errin av at vera vaksin upp á hesum heimi og at hava hetta baklandið.

George

George sigur víðari, at hann sum ungur ofta undraðist um, hví fólk, sum hann ikki kendi, komu at vitja seg á barnaheiminum. Men nú skilur hann, at tað vóru ikki hesi fremmandu sum vitjaðu hann, men Jesus ígjøgnum tey.

LES EISINI  Føroya Landstýri hevur latið menningarhjálp til Sat-7 Academy í 2020

Dokumentarurin ”Tí tú ert við teimum” varð sendur gjøgnum rásina Sat-7 Kids, sum er ein av fýra sjónvarpsrásum hjá Sat-7, ið senda kristna boðskapin og kveikja ljós í Miðeystri og Norðurafrika. Sendingarnar verða gjørdar av fólki í Miðeystri og finnast ongantíð at øðrum átrúnaðum, men boða frið, tolsemi og mannarættindi.

 

Kelda: Sat-7 Kids, Barnaheimið Dar al Alwad í Libanon.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina