Kanna tína trúgv og finn tín veg á bíbliuskúla í Føroyum 

– Eingin annar enn føroyingar kunnu upplæra okkara ungu í, hvat tað merkir at liva í Føroyum, at hugsa føroyskt, at liva føroyskt, ja enntá at læra, hvussu vit liva sum føroyingar við kristnari trúgv. Kristna trúgvin inkarnerast har, sum hon er – og í okkara føri er tað í Føroyum.  

Soleiðis sigur Jákup E. Petersen, formaður í skúlastýrinum fyri Bíbliuháskúlan í Nesvík .  

Háskúlin í Nesvík er serliga ætlaður ungum í aldrinum 17-25 ár, ið vilja fara djúpri á síni trúarferð við spennandi upplivingum, ríkum løtum og uppbyggjandi samfelagi við Gud. Nógv orka verður løgd í at skapa ein felagsskap, har ungir føroyingar kunnu vaksa persónliga og andaliga.  

Freistin at søkja inn á heystskeiðið fyri bíbliuháskúlan í Nesvík er longd í tvær vikur, og tí er 2. apríl seinasti møguleiki at søkja inn á bíbliuháskúlan.  

Lær av teimum bestu 
Tað hevur eydnast háskúlanum at samla eitt toymi av okkara bestu undirvísarum innan ymisk økir. Hesir vilja tryggja eina breitt fevnandi undirvísing, ið spennir frá praktiskum lærusveinaskapi til djúpa bíbliugransking og modernaðum miðlakunnleika. 

LES EISINI  KUMPAS í 2024 – ein góð jólagáva

Persónlig menning og andalig fordjúpan 
Ein av grundtankunum við skúlanum er, at persónlig menning gongur hond í hond við andaliga fordjúpan. Tí fáa næmingar frálæru í lærugreinum, sum hjálpa teimum at skilja seg sjálvan (“Samleiki”) og hvussu tey kunnu menna og liva eftir sínum virðum (“Lívsvirðir”).  

Lívsvirðir koma eisini til sjóndar, tá næmingar saman við Sverra Steinhólm, undirvísara, gjøgnumganga tey trý Jóhannesarbrøvini, ið seta fokus á kærleika, sannleika og felagsskap. Saman bera brøvini boð um týdningin av trúnni í lívinum hjá tí kristna og eggja til eitt ívl merkt av kærleika, sannleika og tænastu í felagsskapinum við Gudi og hvørjum øðrum. 

Ver virkin í samtíðíni 
Í einum heimi í støðugari broyting hevur tað týdning at skilja, hvussu ein hevur trúnna við í ísínum gerandisdegi. Tí eru eisini lærugreinar sum ‘Miðlakunnleiki’ og ’Kristin í gerandisdegnum’ á skránni. Her kunnu næmingar finna amboð til at liva í nútímans talgilda landslagi og liva eitt lív, ið avspeglar teirra trúgv. Aðrar lærugreinar sum ‘Missiónshjarta’ og ‘Náðigávur’ arbeiða víðari við hesum tonkum, og hvussu ein kann vera virkin í missión og finna sítt pláss í at tæna øðrum. 

LES EISINI  2.desember - Judith Johannesen lesur

Bíbliuskúlin er altso ikki bert eitt stað at læra; tað er eitt stað at vaksa, kanna og knýta bond. Samfelagið hevur tørv á menniskjum, sum eru rótfest. So vit vóna at ein røð av ungum nú taka næsta stigið á síni andaligu ferð og melda seg til Háskúlan í Nesvík. Seinasta freist at melda seg til heystskeiðið er 2. páskadag. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina