Keðiligi teinurin…

Teir flestu dagarnar eru vit noydd til at nýta tíð til nakað, sum satt at siga ikki er serliga spennandi

Kona mín og eg tóku okkum nakrar dagar frí í byrjanini av árinum og gjørdu av at ganga “Amarmino-teinin”, ið er ein 27 km langur teinur sunnanfyri Amager. Ein frálíka fjølbroyttur teinur, men kortini, nógvir kilometrar, har vit ikki sóu tað stóra, men bert gingu, fyri at koma fram til næsta spennandi øki á vegnum.

Prát okkara fall á, at soleiðis er lív okkara eisini: Onkuntíð mugu vit ganga teinar, ið ikki í sjálvum sær eru so spennandi, men bert eru strekki, vit mugu ganga fyri at koma fram til tann næsta spennandi varðan ella partin í lívi okkara.

Hetta kenna vit helst øll somul í tí smáa: Flestu dagarnar mugu vit nýta tíð at gera ymiskt, sum ikki er serliga spennandi og at síggja til heldur ikki er serliga gevandi og mennandi fyri meg.

Nýtt ljós
Hetta sama kom eg til at hugsa um, tá eg herfyri sá ein film, har høvuðspersónurin ikki byrjaði at liva eitt lív, ið kendist meiningfult, fyrr enn hann var komin nakað upp í aldurin. Viðkomandi kundi sjálvandi av røttum gramt seg um tey mongu ár, ið høvdu verið grá og keðilig. Kortini sá hann hesi mongu og longu árini í einum heilt nýggjum ljósi. Tey høvdu verið partur í at fyrireika viðkomandi og allar umstøður hansara, so at tað góða nú kundi henda í lívi hansara. Eitt sindur líkt ítróttarmanninum, ið kanska má nýta nógvar tímar, dagar og mánaðir til sera harða venjing og má sakna vinir og sosialar samankomur fyri at vinna heiðurmerki sum krúnan á verkinum til síðst.

Hetta møta vit ofta í Bíbliuni. Dømi: Nógv kenna helst eitt sindur um Móses – men tað var ikki fyrr enn hann var 80 ára gamal, at hann byrjaði at “skína”! Fyrst fekk hann 40 ár sum prinsur í Egyptalandi – so varð alt vent á høvdið og hann gjørdist hyrði í oyðimørkini tey næstu 40 árini. Ikki fyrr enn tá, sum 80 ára gamal kallaði Gud Móses til tað, hann í roynd og veru skuldi útinna – og tey fylgjandi 40 árini gjørdi hann heimskendan. Hann hevði kortini aldri kunnað framt tað, hann gjørdi, um ikki hann longu var ein royndur “serfrøðingur” í egyptiska hovinum og miðeystur-oyðimørkini.  

Gud vil ferðast við
Tá eg so gangi strekki á lívsvegi mínum, ið eg haldi eru rættiliga keðilig fyri ikki at siga stríggin, tá veit eg í veruleikanum ikki, um tað er mín vegur, ella ein vegur, Gud valdi fyri meg. Men eg veit, at hann vil ganga vegin saman við mær í øllum viðurskiftum. Og hugsa tær, um hetta nú er ein fyrireiking til okkurt einastandandi!

Og nakað, øll, ið trúgva á Jesus við vissu hava fingið at vita: Hvørt lív okkara her kennist grátt ella svart ella ljóst, so er tað bert ein stuttur teinur til ævinleikan, ið er fullkomin og góður og uttan lýti. Partar av hesum vegi ganga helst í skugga ivans, men tað broytir tíbetur onki upp á, hvar hesin vegur endar.
Impuls: Sprint Aagaard Korsholm

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina