KFUM&K í Klaksvík setur heili trý fólk í starv sunnukvøldið

Seinastu tíðina hevur nevndin fyri KFUM&K í Klaksvík arbeitt við fleiri starvsetanum, og sunnudagin verða trý fólk sett í tilsamans eitt fulltíðarstarv. Tóta og Kristinn Akursmørk skulu arbeiða millum tey ungu, og Sóleyð Jóhannessen skal arbeiða við at styrkja umsorganini í meinigheitini.

– Leiðslan hevur sæð nakrar tørvir í fleiri ár, og samstundis hava hesi trý sjálv gingið við kallinum og bjóða seg fram til tænastu. Eftir samskifti í eina tíð, eru vit komin ásamt um, at tørvir og persónar hóska saman, og at vit skulu royna hetta av, sigur Pól Johannessen, sum er ein av nevndarlimunum í KFUM&K. Talan verður í fyrstu atløgu um tríggjar mánaðar royndartíð.

Styrkja ungdómsarbeiðið og umsorganina

Tóta og Kristinn Akursmørk eru frammanundan við í ungdómsleiðsluni í húsinum. Tóta er 25 ára gomul, og Kristinn verður 25 í næstu viku. Hon hevur fingist við ymiskt fyrifallandi, og hann arbeiðir hjá Steingrund Akustik. Tey hava verið sera virkin í missiónsarbeiði, eisini í Heimamissiónsungdómi, og í fjør vóru tey í eitt hálvt ár við “OM Riverboats”, har tey sigldu eftir Rínánni og boðaðu gleðiboðskapin í ymsum býum fram við ánni. Nú Tóta og Kristinn bæði verða sett í starv í KFUM&K, verður tað tilsamans í einum hálvum starvi.

LES EISINI  Online sunnudagsskúli úr KFUM&K í Klaksvík

– Tey skulu arbeiða við nøkrum pørtum í ungdómsarbeiðnum, sum vit eru samd um at styrkja. Tað snýr seg millum annað um bindiliðini millum ymisku aldursbólkarnar í ungdómsarbeiðnum, greiðir Pól frá.

Sóleyð Óluva Jóhannessen er 32 ára gomul og útlærd sosialdiakonur. Hon verður sett í hálvtíðarstarv og skal arbeiða við at styrkja umsorganina í meinigheitini.

– Í einum so stórum arbeiði sum okkara eru nógvir tørvir á umsorgan fyri fólkum í serligum støðum, og nøkur ítøkilig mál eru eisini sett, hvussu innanhýsis umsorganin skal styrkjast. Men av tí at øll trý størvini eru fyribils sett í tríggjar mánaðar royndartíð, eru vit varin við ikki at lova alt møguligt beinanvegin, tí tað skal byggjast upp, sigur Pól.

Tað ljóðar sum ein stórur fíggjarligur biti at seta heili trý fólk í starv. Pól sigur, at leiðslan hevur eisini arbeitt við hesum í rúma tíð, og ætlanin er eisini at styrkja gevaratænastuna í meinigheitini.

LES EISINI  Serligt Lina Sandell-møti í Klaksvík í kvøld

Forbøn fyri fimm fólkum

Nú sunnukvøldið klokkan 18 verður sokallað veitslumøti, og tað er óivað eitt hóskandi heiti, tá ikki færri enn trý fólk verða sett í starv sama kvøld. Forbøn verður sjálvandi fyri teimum trimum, Tótu, Kristinn og Sóleyð.

Harumframt verður forbøn fyri tveimum persónum í meinigheitini afturat: Tórur Jacobsen er settur av KFS (Kristiligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi) sum hjálparstarvsfólk fulla tíð. Hann skal hjálpa til við ymiskum í arbeiðnum hjá KFS, eitt nú vitja skúlar. Og forbøn verður eisini fyri Mirjam Glerfoss, sum fyrr sama dag fer til Belgia at hjálpa til á trúboðaramiðstøðini hjá OM í Zaventem og tí ikki sjálv verður við á møtinum sunnukvøldið.

Á møtinum talar Pól Johannessen um at geva til Guds ríkis arbeiði. Yvirskriftin er: “Verði eg ríkur ella fátækur av at geva?” Fastur táttur á veitslumøtunum er eisini, at kunnað verður ymiskt viðkomandi í arbeiðnum. Høvi verður at lata eina gávu, Heðin Askham syngur ein sang, og eftir møtið verður ábit. Av tí sama verður einki ungdómsmøti seinni um kvøldið sum vanligt.

LES EISINI  Online sunnudagsskúli við Elisabeth Gaard kl. 14.00
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina