Mirjam skal tæna á trúboðaramiðstøð í Belgia
Fyrst í oktober fer Mirjam Glerfoss úr Klaksvík til Zaventem í Belgia, har hon næstu tríggjar mánaðirnar skal hjálpa til á trúboðara- og ráðstevnumiðstøð hjá missiónsfelagsskapinum Operation Mobilisation (OM).
Mirjam er 16 ára gomul og varð liðug við 9. flokk á Skúlatrøð í Klaksvík fyrr í summar. Í løtuni gongur hon á málskúla í Englandi, men 6. oktober gongur leiðin til miðstøðina hjá OM í Zaventem, ið liggur beint uttanfyri høvuðsstaðin Brússel.
– Heldur enn at fara í 10. flokk sum tey flestu, vildi eg heldur royna okkurt nýtt og spennandi, áðrenn eg fari á miðnámsskúla. Eg vil fegin bæði tæna og læra meira um Gud, sigur Mirjam.
ZavCentrið, sum tað verður nevnt, er ein trúboðara- og ráðstevnumiðstøð hjá OM. Hagar koma trúboðarar, felagsskapir, kirkjur og einstaklingar úr øllum heiminum á ráðstevnur og annað. Eisini er tað ein miðstøð fyri starvsfólk hjá OM.
– Eg skal bæði hjálpa til við praktiskum tænastum, so sum at gera reint og servera til máltíðir, men eg skal eisini vera við í ymiskum verkætlanum. Eg komi at arbeiða saman við bæði sjálvbodnum og trúboðarum úr øllum heiminum og eisini fólkum úr Belgia. Eg gleði meg at fara, eisini til at vera saman við øðrum, sum eru í missión, sigur Mirjam.
Mirjam skal hjálpa til á trúboðaramiðstøðini í smáar tríggjar mánaðir. Ætlandi kemur hon heim aftur á jólum.