Kirkjan mennist, hóast harðar jagstranir og covid-19
”Hvussu er støða teirra kristnu í Iran í dag?” spyrji eg ein dagin ein av medarbeiðarum í okkara felagsskapi, Dávid, á einum sjónvarpsfundi. Eg setti spurningin til tess at fáa hann at lýsa støðu teirra kristnu; men gjørdist bilsin av svarinum, tí hann fór við tað sama at siga frá trúargleðini í fylgi Jesusar: ”Vit hava ongantíð upplivað slíkan opinleika. Ein fjøld av menniskjum hava hesa tíðina tikið við trúgv á Jesus Kristus,” sigur Dávid.
”At finna trúnna og sannleikan er hjá teimum ein mikil lætti.” Hann heldur fram og sigur: «Í mong ár hava vit fingið pentað í okkum, hvør Gud er. Men nú fáa vit loyvi sjálvi at finna útav hvør Gud veruliga er. Jesus sigur í Jóhannesar evangeliinum 8,32: ‘Tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.’ At kenna hin livandi Gud, er fyri okkum sera týdningarmikið. Islamska læran gav okkum eingi persónlig viðurskifti við Gud; men vit royndu at tekkjast honum og vónaðu, at hann onkran dagin fór at frelsa okkum. Við at møta kristna gudinum, fingu vit loyvi at koma inn í ein felagsskap, ið vit kundu samskifta við og veruliga tryggja okkum frelsuna – ævinleikan. Ja elska hann.»
«Sjálvandi hava tað verið avbjóðingar, upp- og niðurgongdir,» leggur Dávid afturat, «men ein av orsøkunum, at kirkjan veksur, er, at tá ið fólk møta Jesusi, veksur kærleikin til hansara eisini. Tey elska Jesus. Teirra ynski, er at siga øðrum um hann og ynskja, at onnur eisini fara at kenna hann. Teirra heimssýnið er ikki bara broytt; tey hava møtt Jesusi
Jagstranin steðgar ikki teimum kristnu at bera øðrum boðskapin um Jesus Kristus
Kirkjan í Iran er í vøkstri og hetta, hóast jagstran myndugleikanna ikki helmar í, sigur Dávid. Iran hevur síðani islamsku kollveltingina í 1979, verið eitt islamiskt lýðveldi, og stjórnin roynir av øllum alvi at verja islam. «Stjórnin ynskir at halda fast við eina reina trúgv og at varðveita kollveltingina; men er líkasæl viðvíkjandi menniskjunnar frelsu, men royna at verja æru islams. Hetta skyldast ikki nakrari tileggjan, men ein spurningur um æru.» sigur Dávid frá okkara verkevnisleiðara, Elami.
«Sambært stýrisskipanini, er tó trúarfrælsi, men veruliga hevur ein ikki loyvi at konvertera, ella broyta trúgv,» sigur Dávid og nevnir eina røð av dømum um á hvønn hátt myndugleikarnir royna at fremja hetta í royndum; «Stjórnin roynir at hava tamarhald á og steðga kirkjuni at mennast við m.a. at finna lyklapersónar innan kirkjuna og fáa teir fluttar úr landinum. Ein, ið broytir trúnna, kann rokna við at missa arbeiðið við tað, at flestu arbeiðspláss og virki fáa almennan stuðul. Stjórnin kann eisini geva kravboð um fongsul, um tú verður avdúkaður í at evangelisera. Tann kristni má tí taka fyrivarni og møtast loyniliga.
Tú hevur loyvi at fylgja tí trúgv, tú ert føddur inn í, men tað er ikki loyvt at skifta trúgv.
“Hetta forðar ikki teimum kristnu at skifta trúgv.” Undirstrikar Dávid. “Hvønn einasta dag deila kristin menniskju trúnna allastaðni í landinum.
Bara í seinasta mánaði vórðu 5000 Nýggja Testamenti latin fólki, sigur hann.
Kristin møta minni jagstran frá vinum og næstingum
Samstundis, sum tað millum teirra, ið skift hava trúnna, óttast myndugleikarnar, so er tað sjáldan mótstøða frá teirra nærmastu og vinum longur vegna teirra trúgv. “Vanlig fólk gera lítið av í dag at jagstra kristin menniskju í mun til fyri 25 árum síðan. Tú hoyrir sjáldan nakran verða jagstraðan av teirra nærmastu, um teir skifta trúgv, sigur Dávid.
“Vit uppliva Guds kraft. Vit hava ongantíð upplivað slíkan opinleika – sigur Dávid.
Orsøkin til hesa framgongd, er, sambært Dávidi, misnøgd iranaranna millum um stjórnina. Hann sigur: “Veruleikin er tann, at 42 ár eftir islamisku kollveltingina, eru alt fleiri vorðin troytt av stjórn teirra og flokkum. Iran er eitt teokratiskt samfelag, ið merkir, at landsins leiðarar eisini eru teirra andligu leiðarar. So, tá ið alt gongur illa, so fær stjórnin skoluna oman yvir seg, og tá ið teir andligu leiðarar – lúgva, svíkja, taka pening frá bankunum, gera undirhonds avtalur við Kina, avbyrgja seg frá restini av heiminum – taka fjarstøðu frá islam. Teir hava sæð tómleikan í islam, og eru tí vónbrotnir.”
“Vit uppliva Guds kraft. Vit hava ongantíð upplivað so stóran opinleika. Mong venda um til Jesus,” endar Dávid og leggur afturat: “Tað, ið er eggjandi, er, at fleiri og fleiri eru før fyri at undirvísa hvør øðrum og hjálpa teimum at vaksa mitt í truplu støðuni, ikki bara at vinna tey fyri Kristus, men eisini at vaksa, so at tey mennast og ogna sær eina sunna mentan, har øll hava sín týdningarmikla leiklut.
“Vit hava eitt ynski, og tað er at menna ein lærusveinahóp, so kirkjan veksur seg sterka og gerst ein signing fyri restina av heiminum.”
Í roynd og veru: Smugla inn Nýggja Testamenti til Iran
Bara í 2020 tryggjaði Dansk Europamission gevarum, at teir kundu fara undir at prenta og smugla inn 23000 eintøk av Nýggja Testamenti í Iran. Mett varð, at 15% av móttakarunum gjørdist kristnir.
Skrivað hevur Anna Aalbæk, Dansk Europamission 8. juli 2021
Henry Debes Joensen, umsetti